FORSĶŠAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓŠIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Bżrįšiš (1163)
  • Bųkur (30)
  • Fólkatingiš (24)
  • Greinir (10)
  • Ķtróttur (88)
  • Lųgtingiš (234)
  • Rųšur (45)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Višmerkingar (15)
  • Ymist (145)


  • KUNNING
  • Um sķšuna
  • Ęvisųga
  • Bókaśtgįvur
  • Sjónvarpslżsing
  • Samrųšur
  • Vallżsing 2001
  • Bżrįšsvališ 2000
  • Eitt 100 įra strķš

  • FLEIRI GREINIR
  • Hon teknar ręšumyndir ķ skślamįlum
  • Stżringina aftur į beint
  • 10 mió eyka til eldrarųkt og heimatęnastu
  • Vinnulķviš mį blóma
  • Vestara bryggja og vinnuliga virksemiš
  • Tey flokkast um okkara valskrį
  • Fólkiš fyrst og fremst
  • Nżggj bók frį Jógvan Arge


  • 26.04.2014 | Evni: Rųšur
    Flaggsųgan um Merkiš

    Jógvan Arge: Fyrilestur į fundi ķ Norrųna Ungmannafelag Fųroya 25. aprķl 2014.

    Eg takki fyri įheitanina frį Norrųna Ungmannafelag Fųroya at siga nakaš um okkara flaggsųgu į sjįlvum flaggdegnum. Taš geri eg fegin, og grundarlagiš fyri hesum oršum verša bųkurnar hjį Niels Juel Arge um Merkiš. Eg kann siga, at partar av flaggsųguni hava mestsum veriš barnalęrdómur hjį męr, tķ pįpi mķn var sum ungur studentur ķ Havn virkin luttakari ķ teimum fundunum og kravgongunum, sum ķ aprķl 1940 vóru ķ havnargųtum til frama fyri Merkiš. Hann plagdi at siga okkum frį hesum hendingum og var ikki bleikur fyri at višganga, at hann skulkaši minst trķggjar dagar ķ studentaskślanum fyri at vera viš ķ leikinum. Hann skrivaši sķna egnu dagbók um hendingarnar og upplivingarnar, og dagbókin frį hesum įlvarsomu dųgum vóru uppistųšan til taš, sum hann gjųrdi til fyrilestrar ķ śtvarpinum ķ 1965 og upp aftur seinni śtbygdi ķ Flaggsųguni Merkiš, sum hann gav śt ķ 1980. Tį hann seinni ķ įttatiįrunum skrivaši bųkurnar um Strķšsįrini 1940-45, hevši hann eisini atgongd til bęši loynigeršabųkur lųgtingsins, skjalagoymslu amtmansins og bretsku skjalasųvnini frį hersetingini. Taš, sum har kom undan kavi, var partur av sųguni um Merkiš. Ķ 2005 setti eg męr fyri at seta tęr nżggjaru upplżsingarnar um višgeršina av flaggmįlinum inn ķ bókina Merkiš, so alt var į einum staš. Sųgan varš nś eisini skrivaš fram til okkara dagar. Av góšum grundum havi eg altķš hildiš, at fųroyska flaggsųgan er ein spennandi og hugtakandi sųga. Hon byrjar beint eftir fyrra heimsbardaga. Studentarnir Janus Ųssursson og Jens Oliver Lisberg komu nógv saman viš ķslendskum studentum ķ Keypmannahavn og vóru sera hugtiknir av teirra fosturlandsalski og sjįlvbjargnisanda. Janus og Jens Oliver vóru eitt nś viš til ķslendsku veitsluna fyri sjįlvsstżrinum, sum kom ķ gildi 1. desember 1918. Teir hųvdu eisini merkt sęr, at ķslendingar hųvdu fingiš sķtt krossmerki višurkent longu ķ 1913. Janus Ųssursson tók til, at vit flaggašu viš einum merki, sum ikki var fųroyskt, tį iš vit annašhvųrt skuldu boša frį sorg ella gleši, og nś settu teir sęr fyri at gera uppskot til eitt ręttiligt fųroyskt flagg ķ stašin fyri vešra- og tjaldursmerkini, sum higartil hųvdu veriš nżtt. Um hetta mundiš vóru fųroyskir studentar ķ Keypmannahavn eisini sera eldhugašir fyri teimum tonkum, sum amerikanski forsetin Woodrow Wilson bar fram um at skipa eitt fólkasamband. Ķ tķ skuldu allar tjóšir eiga sess og allar tjóšir skuldu hava fręlsi til at avgera sķni egnu višurskifti. Studentafelagiš sendi tķ ķ 1919 bręv til Fųroya lųgting viš įheitan um at krevja av rķkisstżrinum, at nżggja grundlógin, sum var undir fyrireiking, varš broytt soleišis, at lóggįvuvald fyri Fųroya lųgting kundi vera įsett viš lóg, uttan at grundlógin harviš skuldi broytast. Hetta kom fyri į tingi, og lųgtingiš samtykti viš 12 atkvųšum fyri og 10 ķmóti at męla rķkisstżrinum til, at nżggj grundlóg skuldi siga, at rķkisdagsins myndugleiki ķ serligum fųroyskum višurskiftum viš lóg kundi leggjast til Fųroya lųgting. Meir spurdist ikki burtur śr hesum tį. Men Merkiš gjųrdist veruleiki. Studentarnir tingašu seg fram til, at taš skuldi vera eitt krossmerki eins og hini noršurlendsku flųggini viš hvķtum dśki, reyšum og blįum krossi. Eitt boršflagg varš gjųrt eftir uppskotinum at meta um verkiš, og sķšani varš fariš į eitt flaggvirki at gera fleiri boršflųgg. Tey vóršu borin fram fyri fųroyingum į fųstulįvintsveitslu ķ Fųroyingafelag ķ Keypmannahavn 2. mars ķ 1919, og 11. mars varš flaggiš einmęlt góškent ķ Studentafelagnum. Nś śtvegašu studentarnir sęr eitt stórt flagg. Teir fóru inn į Garš, ella Regensen, har studentar bśšu, og stungu flaggiš śt av einum vindeyga. Har veitraši Merkiš fyrstu ferš undir vķšum lofti, og ķslendingar nišri ķ garšinum heilsašu tķ viš lógvabrestum. Fųroyingar ķ Danmark hųvdu beinanvegin flaggiš viš sęr til śtferšir. 2. juni 1919 gjųrdi Fųroyingafelag śtferš til Normansdalin ķ Fredensborg. Okkurt um 100 fųroyingar vóru viš. Ein sųga vil vera viš, at Johan Hofgaard, arkitekturin į Tvųroyri, var flaggberi, men honum dįmdi ikki at bera Merkiš framviš kongliga slottinum ķ Fredensborg, og tķ tók skipasmišjulęrlingurin Kjartan Mohr yvir sum merkismašur og bar taš ķgjųgnum hendan skerseldin. Jens Oliver var sįlin ķ studentalķvinum ķ Keypmannahavn. Hann var tann kveikjandi og eggjandi. Hann tók til, at ”skulu fųroyingar eina ferš koma so langt, at teir allir vilja draga eina lķnu og rógva į sama bįti, mį bįturin hava eitt merki”. Summariš 1919 fór hann heim til Fųroya og hevši merkiš viš sęr. Hann vant taš į stong ķ heimbygdini Fįmjin, og har veitraši taš fyrstu ferš ķ Fųroyum. Hetta var 22. juni 1919. Flaggiš, sum hann hevši viš sęr, hongur ķ dag ķ rammu ķ kirkjuni ķ Fįmjin. Beinanvegin varš fariš at yrkja um taš nżggja flaggiš. Gunnar Dahl Olsen śr Vįgi, seinni sżslumašur ķ Vestmanna, var fyrstur: Reytt sum blóš og fannahvķtt og blįtt sum havsins bylgja verš heilsaš Fųroya flaggi frķtt, sum fųroyingum skal fylgja. Frį vųggu og til svųrtu grųv – yvir lond og yvir hųv. --- Ķ Fųroyum var taš eisini ungdómurin, sum gekk į odda fyri fųroyskum flaggi. Ķ 1920 varš eitt ungmannafelag stovnaš ķ Havn, og limirnir vóru so eldhugašir fyri fųroyskum flaggi, at teir valdu at kalla felagiš Merkiš. Ferlagiš gjųrdi skjótt śtferš til Nólsoyar viš merkinum ķ hśnar hįtt, og tį tey komu į Nólsoyarvķk sóust tvey prśš merki hanga ķ spķrum har, sum tey sųgdu tį. Onki annaš flagg var at sķggja ķ bygdini. Tį ungfólkini komu aftur į Kongabrśnna, stóš mannfjųld fyri teimum, teirra millum fśtin, men hann lęt ikki viš seg koma. Sķmun ķ Tunghśsinum ķ Klaksvķk var so bergtikin av ungfólkunum og Merkinum, at hann gav formanninum og gušssoninum Jįkupi av Skarši eitt gullur, sum dagurin sķšani varš graverašur ķ. Jens Hansen ķ Nólsoy og onnur fingu seymaš sęr flųgg. Jens goymdi sķtt ķ Nólsoy, men taš lį ikki ķ eini skuffu ųll hesi įrini. Tvųrturķmóti varš taš nżtt til ųll brśdleyp og allar veitslur har ķ bygdini. Taš var sum frįleiš nakaš gjųgnumgataš av seymum, sum taš varš fest upp į veggin viš. Nś er nakaš sķšani taš varš tikin fram, men taš veršur goymt sum dżrgripur. Į fundi ķ Merkinum var sangurin ”Kvęšiš merkisins” eftir Hans Andrias Djurhuus sungin fyrstu ferš. Hann varšå yrktur ķ 1920. Tey bęši Bergljót og Jóannes av Skarši hųvdu roynt at lęrt seg lagiš til fundin: Sjį tś blįnar sum loftiš og tś rodnar sum blóš men hitt hvķta er fossur, brot og vetrarins ljóš. Har tś veitrar į bįru, fjalli, bergi og ong syngur tjóšin tęr glašasta song. Um enn nęr ella fjart – ert tś sįl mķni kęrt – sum tś fedrunum vart – sum tś sóleyga bart – gjųgnum nįttmyrkriš svart blįtt sum loftiš, sum brimbrotiš skęrt. --- Tann fyrsti, sum kom ķ fśtans hendur orsakaš av flagginum, var ein ungur bóndasonur ķ Skśgvi, Jóhan Hentze. Frį systir sķni ķ Keypmannahavn hevši hann fingiš eitt eintak av studentaflagginum, og viš bįti sķnum ”Sigmundi” kom hann viš flagginum afturi ķ rong inn eftir Havnarvįg į Ólavsųku 1920. Hetta hųvdu fólk ikki sęš fyrr, og hetta var samrųšuevniš alla hesa ólavsųkuna. Men hetta hugaši ikki yvirvaldinum, og fašir Jóhan varš įlagt eina bót, men hin gamli svaraši, at teir kundu seta seg ķ skansan – bót rindaši hann onga. Uppi į landi vóru višhvųrt fųroysk flųgg at sķggja, eitt nś į Fųroya fólkahįskśla, hjį Pól ķ Geil og Nyholm Debes. Į sjónum var flaggiš meira sjįldsamt, men taš var tosaš um taš, tį taš sįst. Niels Mųrk ķ Sandvķk hevši taš į stong, tį iš hann ķ oktober 1922 viš motorbįtinum ”Torgrķmi” fór sušur į Tvųroyri eftir brśšur. Hetta mundi vera fyrsta feršin eitt deksfar hevši fųroyskt flagg. Arbeišiš hjį Ungmannafelagnum Merkinum bar skjótt įvųkst. Menn fóru at hava flaggiš uppi į fólkafundum saman viš vešraflagginum og tjaldursflagginum, men taš lišu bert fį į, so var studentaflaggiš einsamalt. Fyrstu ferš var ķ Kollafjaršardali annan hvķtusunnudag 1925. Merkiš breiddi seg sķšani bygd śr bygd, fyrst eitt og eitt, men so fóru tey at fjųlgast. Basarar eitt nś til frama fyri kirkjur ķ kirkjuleysum bygdum vóru ikki so fįir, og teir vóru at rokna sum stųrstu fólkafundir. Fólk komu śr ųllum ęttum. Vertsbygdin hevši latiš seg ķ fķnasta skrśš, og sjįlvandi hekk danska flaggiš uppi undir toppinum, men her var taš avrųkt longu ķ 1926, tį Gjįar bygd lęt Merkiš veittra ķ summarlotinum, mešan gestirnir gingu hśs śr hśsi. --- Fyrsti skipari og reišari, sum flaggaši viš fųroyska flagginum į skipi sķnum, var helst vestmenningurin Óla Jįkup Kristoffersen ķ Skįlum. Tį nżkeypta skip hansara ”Neptun” kom yvir į Eysturlandiš ķ 1923, sįst hon liggja undir Langanesi viš fųroyska flagginum veitrandi ķ lotinum. Tį ”Neptun” kom į Havnina ķ 1924 fekk Óla Jįkup boš um at mųta į fśtaskrivstovuni. Hann varš įkęrdur fyri at hava siglt undir fųroyskum flaggi og fekk 20 krónur ķ bót. Fyrstu ferš skip sįst į Havnini viš Merkinum uppi var mariumessudag ķ 1926. Taš var eisini ”Neptun” og skiparin varš meldašur. Tį kongur var į vitjan hetta sama įriš, kom ”Neptun” į Havnina viš Merkinum į mesanmastrini, mešan kongaskipiš og fleiri herskip lógu į vįnni viš Danabrók ķ hśnarhįtt. Eini trż onnur skip gjųrdu taš sama. Serliga eftir 1930 sigldu nógvir skiparar bara viš fųroyska flagginum, hóast teir vóru hóttir viš ikki at fįa lįn frį statinum og heldur onki grųnlandsloyvi. Ķ Grųnlandi fór sjóverjuskipiš ”Mįsin” eftir skonnartini ”Polo”, tķ fųroyska flaggiš var uppi. Skiparin Sķmun hjį Póli śr Svķnoy var ikki tann mašur, sum lęt nakran siga sęr, hvat hann skuldi gera. Setti ķ gongd og helt undan, men motorurin munaši ikki nógv. Taš styttist millum skipini, men tį ”Polo” hevši fingiš seglini fyri, var taš skjótt, at ”Mįsin” hvarv afturśt. Sķmun var tķ ikki vęlsęddur hjį amtmanninum. Ķ 1931 kom hann į Havnina viš fųroyskum flaggi į mesanmastrini og fór nišan til amtmannin at fįa sęr grųnlandsloyvi. Amtmašurin koyrdi hann tómhentan į dyr. Men Jógvan Zachariassen, sum var amtslękni ķ Havn og įtti trišingin ķ ”Polo”, legši uppķ, og tį var amtmašurin tann minni mašurin. Nógv onnur mįl um sigling undir Merkinum vóršu meldaš. Taš hendi seg meir enn so, at skip ikki fingu grųnlandsloyvi, tķ tey hųvdu flaggaš viš Merkinum. Strķš vóru eisini um at brśka flaggiš viš ymisk almenn hųvi uppi į landi. Hendingarķkasta įriš ķ so mįta var 1930. Tį var Merkiš strikaš į 1000-įra hįtķšini į Tingvųllum ķ Ķslandi eftir kravi frį danska forsętisrįšharranum, og į 900 įra minnishaldinum fyri Ólavi kongi Halga į ólavsųku varš danska flaggiš skoriš nišur į tinghśsinum og Merkiš hongt śt av einum loftsvindeyga. Edward Mitens umbošaši Fųroya Lųgting į 1000 įra hįtķšini ķ Ķslandi. Tį hann kom til Reykjavķkar, varš hann spurdur, hvųrjum flaggi hann vildi tala undir. Hann svaraši fųroyska flagginum, og ķslendingar lęntu nś trż flųgg frį ”Tjaldrinum”, sum var komiš yvir viš fólki. Tį hann kom į Tingvųllir, hekk Merkiš millum hini flųggini viš Almannagjógv og Hotel Valhųll. Mešan Mitens talaši, varš fųroyska Merkiš drigiš į stong eins og fyri hinum sendimonnunum. Um kvųldiš og dagin eftir frętti hann, at danskir umbošsmenn vóru firtnir, at fųroyska merkiš var nżtt. Mitens segši danska sendiharranum, at flaggiš bert skuldi vķsa, hvųr talaši, og at hetta var ongin demonstratión ella illvilji móti Danmark. Hann tosaši eisini viš Stauning og helt, at hann skilti seg. Men seinni um dagin hvurvu fųroysku flųggini į Tingvųllum og ķslendsk flųgg vóru drigin į stong ķ stašin. Hetta var eftir įheitan frį dųnum. Stauning segši viš Politiken: ”Den så omtalte flagaffęre endte jo med, at regeringen beklagede optrinet og lod det ukendte flag hejse ned. Man må stå lidt uforstående overfor, at det fęrųske lagtings formand har villet deltage i denne demonstration. … Episoden er reelt uden betydning. Den var i det hųjeste en barnlig adspredelse”. --- Ķ Fųroyum gingu fyrireikingarnar til 900 įra haldiš į ólavssųku ikki heilt soleišis, sum uppskotsstillarin Jóannes Patursson hevši hugsaš sęr. Fyrireikingarnevndin hevši avgjųrt, at minnisgušstęnastan skuldi vera į donskum, men loyvi kundi gevast til at syngja fųroyskar sįlmar. Loyvi fekst ikki til at flagga viš Merkinum į tinghśsinum ella Tinghśsvųllinum, men loyvi varš giviš til at hanga Vešramerkiš į eina skrįstong į galvin į tinghśsinum. Ólavsųkuaftan var tķ fólkafundur į Doktaragrund, har Jóannes Patursson varš bišin um at tala um flaggmįliš. Hann tók av. Hann hevši eitt uppskot til fundarsamtykt, sum endaši viš, at okkum hevur veriš sįrt at frętta um atburš tann, sum danir sżndu okkara flaggi į hįtķšarhaldinum į Tingvųllum og Reykjavķkar kirkjugarši. Fundurin heitti į landsmenn um at flagga viš fųroyskum flaggi, tį teir hava flagg į stong innanfyri fųroyskt mark. Fundurin heitir į Fųroya lųgting at fįa gjųrt skil į flaggmįlinum, sum Fųroya fólk ynskir. Kvųldiš endaši viš at Pįll Patursson og Guttorm Eysturoy heysašu eitt fųroyskt flagg į tinghśsiš. Har hekk taš til ólavsųkumorgun. Sama kvųldiš var studentakabarett ķ Sjónleikarhśsinum, har Hjųrdis, dóttir skaldiš Janus Djurhuus, sveipaš ķ eitt flagg, sang ein sang, sum hon sjįlv hevši yrkt: Fųroyaflaggiš unga – taš lagnu fekk vist tunga – ķ hesi ljótu verš. Bara taš seg vķsir, taš er sum stormur gżsir – taš altķš gųlu ger. Verjuskip tey koma sęr ķ vanda – sigla sum tey eru um at stranda – Bert at skip viš Fųroyaflaggi danda. Men gųlan stųrst av ųllum – kom nś į Ķslandsvųllum – tį Fųroyaflagg upp feyk - har ųši kom ķ Stauning – oddvita fyri javning – hann beint į Mitens reyk – mundi hann viš skegg og oršum ręša – tķ Mitens tók til flaggiš at beklaga – tó revurin viš oyra mundi kaga. Sangurin var so vęl fagnašur, at studentarnir kendu į sęr, at teir įttu at bera Merkiš hįtt ólavsųkudag ķ eini frišarligari kravgongu. Hetta varš avgjųrt į fundi somu nįtt. Dagurin bleiv dramatiskur. Tį tingmenn fóru ķ skrśšgongu oman i kirkjuna vóru bara 11 tingmenn viš og 12 settust aftur. Taš vóru sjįlvstżrismenninir og javnašarmenninir, sum ikki vildu lżša į danska prędiku. Niels Juel skrivar ķ flaggsųguni, at hetta mundi vera dyggiligasta mótmęli, sum nakrantķš var sęš ķ Fųroyum. Eftir gušstęnastuna vóru tvęr gongur. Lųgtingsmenn gingu ķ skrśšgongu śr Tinganesi eftir Reynunum nišan ķ tinghśsiš. Samstundis fór ein kravgonga til gongu av Mullersbrśgv viš Vestaruvįg. Į odda gingu Pįll Patursson og nakrir studentar viš Merkinum į eini bįtamastur. Tį flaggongan kom nišan į horniš hjį Jįkupi Lutzen, komu lųgtingsmenninir oman viš Avhaldshśsinum, og flagggongan var tķ fyri lųgtingsmonnunum nišaneftir Tinghśsvegnum. Vagliš og Tinghśsvegurin vóru avtakin viš fólk, sum hųvdu latiš seg ķ skrśš til stųrstu hįtķš, sum nakrantķš hevši veriš ķ Fųroyum. Tį lųgtingsmenn vóru komnir at sita frammanfyri tinghśsiš vendi Pįll Patursson sęr til lųgtingsformannin um at taka danska flaggiš nišur og heysa taš fųroyska. Formašurin svaraši honum, at her var tingfundur, og her kundi hann ikki fįa oršiš. Pįll fór so inn ķ tinghśsiš viš flagginum. Hann fór til eystara loftsvindeygaš, hongdi flaggiš śt av og rópti ”Leingi livi taš fųroyska flaggiš”. Amtmašurin hoyrdist tį rópa: ”Tag den klud bort”. Uppi į loftinum sįst ein politistur ķ vindeyganum og tók flaggiš innaftur. Pįll hongdi taš śt aftur ašru ferš. Nś kom politiiš aftur, og Pįll helt einasta mųguleikan vera at heysa danska flaggiš nišur og heysa Merkiš į tinghśsiš. Ķ hesum leikinum kvetti hann lķnuna og misti endan viš tķ śrsliti at Dannebrog fell nišur į Vešramerkiš nišri į galvinum. Jśst ķ hesi lųtu var Havnar Sangfelag komiš til regluna: ”Sameinta fólk”. Rųringurin var so stórur, at sangurin tagnaši eftir hesi bęši orš. Tingfundurin uttanfyri tinghśsiš fór ķ upploysn og varš tikin upp aftur inni. Ólavsųkukantatan, sum Mitens og Jógvan Waagstein hųvdu gjųrt til hesa serligu ólavsųkuna, varš ikki sungin orsakaš av ófrišinum. Nógv eftirspęl var viš skriving og hųršum oršum bęši ķ Fųroyum og Danmark. Spurningurin um at įkęra Pįll fyri landasvik var uppi og vendi eins og mangt annaš į tann bógvin, men Merkiš varš eisini vart. Stovnaš var eitt flaggfelag viš Hans Andriasi Djurhuus og Andriasi Ziska į odda. Langt um leingi vóru Pįll bóndi og Sakaris į Skipafelagnum įkęrdir. Pįll fyri ”kręnkelse af en lovbefalende forsamlings forhandlinger”, iš heimilaši upp ķ 1 įra fongsul. Sakaris fyri ”forsųg på at forhindre anholdelse”, iš kundi geva tvey įra fongsul. Dómarin ivašist ikki ķ, at bįšir vóru sekir sambart įkęruritinum, men tį dómurin fall, fekk Pįll 300 krónur ķ bót og Sakaris 100 kr. Fųroyatķšindi višmerkti speiskliga: Hetta var so hitt endaliga śrslitiš av flagggųluni į ólavsųku: ”Elefanturin, iš klęktist śr fluguni”. Bįšir hildu seg vera óręttvķst dųmdar. Fųroya flaggfelag rindaši bųturnar, men tók ķ sķni frįbošan til fķggjarmįlarįšiš ķ Keypmannahavn upp aftur nakrar višmerkingar, sum gjųrdar vóru, tį įkęran var reist: ”En nationalsag, som den fęrųske flagsag, vil efter vor mening ikke med ret kunne pådųmmes af den danske nation. Vi finder rigsadvokatens afgųrelse męrkelig og kan kun se den som et udslag af et stųrre folks trang til undertrykkelse af et mindre folk, der hverken har soldater eller krudt. Vi protesterer, lųfter vort flag og hęvder vor ret”. Ķ trķatiįrunum var javnan strķš um at flagga į tinghśsinum og Tinghśsvųllinum. Hųvšsureglan var, at danska flaggiš var į tinghśsinum, men stundum slapp Merkiš fram at į Tinghśsvųllinum – alt eftir hvųr rįddi fyri ķ tinginum, sambandiš ella sjįlvsstżriš. --- Tann avgerandi tķšin fyri višurkenning Merkisins var seinni heimsbardagi. Nś var Danmark undir tżskum ręši og Fųroyar vóru hersettar av bretum. Bretar vildu ikki, at fųroyingar skuldi sigla undir donskum flaggi, tķ taš hersetta Danmark var ķ fķggindahondum, mešan tęr hersettu Fųroyar vóru undir bretskum valdi. Taš elvdi til eina stųrri kreppu beint eftir hersetingina. Skipini skuldu til fiskiskap ķ Grųnlandi og undir Ķslandi og nišur til Onglands at selja. Skiparar og reišarar aftrašu seg eisini at sigla undir donskum flaggi, sum stųšan var, og torfųrar tingingar fóru fram um eina loysn. Kroystir vóru bęši amtmašurin og bretski konsulin og ķ tinginum vóru sjónarmišini fleiri. --- Tį tķšindini um tżska įlopiš į Danmark og Noreg 9. aprķl fręttust, var mišvįgstrolarin ”Nżggjaberg” viš Mortani į Argjum sum skipara komin norš um Pentlandsfjųršin į veg śr Aberdeen. Teir tóku beinanvegin danska flaggiš nišur og heysašu fųroyska flaggiš į stong. Sama kvųldiš komu teir til Fųroya uttan at hava rakt viš nakaš sum minti um krķgsstųšuna. Sųrvįgssluppin ”Eysturoyggin” viš Hans Mikkelsen śr Sųrvįgi sum skipara fór 12. aprķl av Kalksvķk viš ķsašum fiski til Aberdeen. Hon sigldu undir donskum flaggi og Danmark var mįlaš į skansaklędninginum. Tį teir dagin eftir vóru 50 fjóršingar śr Orknoyggjum, stešgaši eitt bretskt vaktrarskip teimum og gav teimum boš um at sigla ķ lķvs av landi. Bretarnir strikašu beinanvegin taš danska flaggiš og heysašu taš fųroyska. Skiparin hevši gjųrt teir varugar viš, at hann hevši taš umborš. Samstundis fingu teir at vita, at fųroysk skip undir donskum flaggi fóru at verša tikin til bretska eftirlitshavn til kanningar, hvar tey enn vóru stųdd, mešan tey, sum sigldu undir fųroyskum flaggi, hųvdu frķtt at fara. Tį teir komu til Aberdeen, kom fólk umborš eftir fųroyska flagginum, og eftir tķ vóršu flųgg seymaš til hini fųroysku skipini, sum vóru har ķ havnini. Fleiri fųroysk skip fóru śr Aberdeen til Fųroya 18. aprķl. ”Hjalmar” og ”Įrnanes” komu į Havnina 20. aprķl viš Merkinum į stong og skansaklędninginum og Fųroyar mįlaš į skipiš. Dagin eftir kom trolarin ”Tór II” į Havnina eisini viš fųroyskum flaggi. 25. aprķl kom ”Tór I” į Havnina viš fųroyskum flaggi og merkingum. Ķ Aberdeen hevši skiparin fingiš boš um, at hann slapp ikki aftur til Fųroya, uttan hann fųrdi fųroyskt ella bretskt flagg. --- Ķ Fųroyum var ein glymurdansur av hesum og so nógvum ųšrum, nś sambandiš var slitnaš viš myndugleikarnar ķ Keypmannahavn. Her hųvdu fólk vęntaš, at amtmašurin 22. aprķl fór at kunngera, at fųroysk skip kundu sigla undir fųroyska flagginum ķ stašin fyri tķ danska, men ķ eini kunngerš frį honum ķ Tórshavn Radio varš einans bošaš frį, at ųll fųroysk skip ķ stašin fyri Danmark skuldu hava Fųroyar mįlaš į skipssķšuna. Amtmašurin var trekur at sleppa danska flagginum til frama fyri tķ fųroyska og konsulin Mason var kroystur. Hann nevndi ķ einum višfangi, at kanska fór alt at enda viš, at eitt heilt trišja flagg bleiv okkara siglingarflagg. Taš skuldi vera grųnt viš einum hvķtum diagonalum krossi. Krķgsnevndin hjį lųgtinginum višgjųrdi eisini spurningin. Har varš at endanum meirluti fyri einum uppskoti frį Thorstein Petersen um, at fųroysku skipini skuldu sigla viš fųroyskum flaggi. Petur Mohr Dam og Louis Zachariassen tóku undir viš honum. Teir bošašu konslinum frį, at teir hildu taš vera ręttast at nżta fųroyska flaggiš, nś taš var neyšugt hjį fųroyskum skipum at nżta fųroyskt frįmerki. Ógvuliga lķtiš, fyri ikki at siga onki, kom śt til almenningin um, hvat veruliga hendi į tķ politiska pallinum, og tķ gjųrdi fólkiš sęr ymsar myndir av tķ, sum fór fram ķ flaggmįlinum, uttan tó at vita nóg vęl, hvat menn sótu į fundi og višgjųrdu. Tey tķšindi gingu jś ķ Havn hendan dagin, at krķgsnevndin skuldi hava felt eitt amtmansuppskot um grųnt flagg, sum ķ veruleikanum var eitt hugskot frį bretska konslinum. Ķ gųtunum ljóšaši eisini, at amtmašurin vikašist ikki frį sķnum, tó at vit nś vita śr skjųlum, at hann hevši gloppaš dyrnar mótvegis hersetingarvaldinum. Nógv fólk vóru tķ sera hųrm um stųšuna soleišis sum tey fatašu hana. Ungmannafelagiš Merkiš bošaši til almennan fund į Tinghśsvųllinum hendan 24. aprķl klokkan 20.30. Stór mannamśgva leitaši saman. Jóannes bóndi greiddi frį, at teir hųvdu sett saman eina įheitan į amtmannin um at lata fųroysku skipini sigla viš Merkinum į stong og fylgja tķ, sum landsnevndin segši. Klokkan 21.30 skuldi farast til amtmannin viš įheitanini. Hann skuldi fįa ein hįlvan tķma at umrįša seg. Var svar hansara ikki vildar, skuldi ein onnur įheitan, sum eisini var sett saman frammanundan, sendast landsnevndini um beinanvegin at kalla lųgtingiš saman. Tį fundarfólkiš atkvųddi um hesar bįšar samtyktir, var bert ein atkvųša ķmóti tķ fyrru, mešan hin seinna var einmęlt samtykt. Nś fór fundarfólkiš alt til gongu oman til amtmannin viš 11 fųroyskum flųggum į odda og stešgaši viš portriš omanfyri Quillingsgarš. Mešan bķšaš varš eftir svarinum frį amtmanninum, sang mannamśgvan fosturlandssangir, og tį fariš varš inn eftir svarinum, vóršu allir noršurlanda tjóšsangir sungnir. Jóannes bóndi greiddi frį, at svariš var ikki til vildar og tķ varš neyšugt at flżggja landsnevndini įheitanina um at kalla tingiš saman. Ķ svarinum sķggja vit kortini, at hóast amtmašurin helt fast um sķna principiellu stųšu um at fųroyingar skuldu sigla undir Dannebrog, so gloppaši hann dyrnar fyri at gera sum bretsku myndugleikarnir bušu ķ flaggmįlinum – eisini um avgeršin bleiv, at skipini skuldu sigla undir fųroyska flagginum. Fundarfólkiš vildi kortini, at nęsti leikur um at fįa tingiš saman skuldi leikast viš hesi įheitan: Fundurin heitir į landsnevndina at avrika, at lųgtingiš kemur saman beinanvegin til fund fyri opnum huršum višvķkjandi fųroyskum flaggi og skipamerking. Henda samtykt var einmęlt vištikin į Tinghśsvųllinum tann 24. aprķl 1940 av um 7-800 fólkum. Nevndini var samstundis bošaš frį, at um mįliš varš loyst til vildar, ynskti fundurin ikki, at tingiš varš sett at višgera flaggiš og skipamerkingina. Mannamśgvan fór nś viš flųggunum į odda śt ķ Ręttarį til bretska konsulin Mason, har honum varš handaš avrit av ųllum trimum skjųlunum. So varš fariš heim aftur į Tinghśsvųllin, har tjóšsangurin varš sungin og eitt leingi livi rópt fyri einum frķum Fųroyum. Morgunin eftir – tann 25. aprķl – vóru fólk spent at frętta, hvųrja lagnu įheitanin um at kalla tingiš saman fekk. Nevndarfundur var ķ tinghśsinum klokkan 16.00 og krķgsnevndin samtykti at svara, at hon hevši tikiš stųšu til flaggspurningin og sent bretska konslinum bošini. Svar var vęntandi ķ kvųld, segši nevndin, og samtykti tķ at bķša viš at taka stųšu til innkallan av lųgtinginum, til svariš var komiš. Almenningurin fekk framvegis onki at vita um višgeršina og alt tóktist so óvist. Men nś vóru góš tķšindi į veg. Samtyktin ķ krķgsnevndini, mótmęlisfundurin og skrśšgongurnar hųvdu vissaš Mason um, at fųroyingar av innstu sįl ynsktu, at skipini skuldu sigla undir tķ hvķta og reyšblįa krossmerkinum. Klokkan 17.00 fekk amtmašurin bręv frį Mason um, at avgeršin var fallin, at Merkiš skuldi veittra į ųllum fųroyskum skipum alt samdųgriš, tį tey vóru til sjós, at tey skuldu merkjast viš fųroyska flagginum į skipssķšunum og harumframt merkjast viš FAROE, FĘRŲERNE og FŲROYAR. Hetta kvųldiš bošaši amtmašurin krķgsnevndini til fundar klokkan 20.00, har hann greiddi frį tķ, sum hent var, og at hann fór at seta samsvarandi reglur um flagg og merking av skipum ķ gildi beinanvegin – men taš var bretska śtvarpiš BBC, sum bar fųroyingum tķšindini, tį iš taš var lišiš śt į kvųldiš. BBC segši, at fųroysk skip skuldu nś sigla undir fųroyska flagginum og sķšani var skapiš og litur tess lżstur į heimsins hųvušsmįlum. Ķ Havn og um alt landiš vóru hesi tķšindi stórliga fagnaš. Fólk stevndu aftur til fund į Tinghśsvųllinum. Har varš greitt frį śrslitinum og ųll mannfjųldin fór sķšani fagnašargongu viš flųggum į odda śt ķ Ręttarį, har enski konsulin hevši tilhald. Hašani var hildiš heim aftur į Tinghśsvųllin, har rųšur vóru hildnar og fegnast varš um flaggiš og tann sigur, sum nś var vunnin. Um midnįttarleitiš heitti tann 19 įra gamli studentaskślanęmingurin į ta fróu mannfjųldina um altķš at minnast og ķ framtķšini virša, at 25. aprķl nś var voršin flaggdagur Fųroya. Sungin var sķšani sangurin ”Nś dagurin at enda er” og į sjįlvum Vaglinum varš ringur sligin. Dansurin gekk so lystiliga til kl. 1 į nįtt. Bretska višurkenningin av Merkinum var sum siglingarflagg ķ altjóša sjógvi. Skip kundu framvegis fųra danska flaggiš innan fyri trķggjar fjóršingar. Men taš vķsti seg at geva trupulleikar. Eitt bretskt vaktarskip stešgaši eina ferš mjólkarbįtinum ”Streymi”, tķ teir ivašust ķ flaggfųringini. Hans Andrias Djurhuus var umborš og fekk loyst knśtin, men skiparin Christian Martin Rubeksen var skjótur ķ land at keypa skipinum eitt fųroyskt flagg. Meiarķiš vildi ikki rinda, so taš gjųrdi Christian Martin sjįlvur. --- Hóast krķggj og avbyrging viš nógvum vandaleišum, kom Merkiš vķša um undir krķgnum. Į fyrsta sinni fóru fųroysk skip heilt vestur til Amerika. Longu ķ 1940 fór skonnartin ”Sanna” hjį Napoleon Jacobsen į Glyvrum til New York viš og eftir farmi. 12. november sigldi hon inn ķ Havnina ķ New York viš fųroyska flagginum afturi į hekkuni. Seinni fór skonnartin ”Mjóanes” eisini vestur um hav ķ somu ųrindum. Hon var siglandi eitt įr har vesturi frį Barbados um New York til Nż Fundlands undir Merkinum. Christian Kruse av Eiši sigldi viš einum ųšrum skipi, sum kom śr Grųnlandi. Teir mųttu ”Mjóanesi” į New Foundlandsleišini. Christian leitaši ”Mjóanes” upp, og į tann hįtt fekk hann fart heim śr USA, tį ”Mjóanes” fór aftur til Fųroya. --- Tann fyrsti flaggdagurin varš hildin 25. aprķl 1941. Hann var ikki lżstur almennnur flaggdagur, men flaggaš varš um alt landiš og ķ Havn varš hildin stórur flaggfundur viš rųšum og hornblįstri frį Havnar Hornorkestri. Aftanį gekk dansurin ķ kommunuskślagaršinum, iš tį var her omanfyri rįšhśsiš. Men stengurnar į tinghśsinum og Tinghśsvųllinum stóšu tómar. Eisini ķ 1942 varš flaggaš um alt landiš hendan dag, men flaggstengurnar hjį Fųroya lųgtingi stóšu naknar. Ķ Havn skipaši Merkiš fyri fundi į Tinghśsvųllinum viš stórari undirtųku. Skipara og Navigatųrfelagnum heitti į lųgtingiš um eitt nś at flagga į hįlvari stong į tinghśsinum nżggjįrsaftan. Taš varš eftirlķkaš og gamlaįrskvųld 1942 flaggaši lųgtingiš viš fųroyskum flaggi fyri teimum sjómonnum, sum hųvdu latiš lķv ķ krķgnum. 2. desember ķ 1943 samtyktu fólkaflokkurin og javnašarflokkurin eitt uppskot um, at flaggstongin į tinghśsinum skuldi verša nišurtikin, og at stongin į Tinghśsvųllinum einans varš nżtt, tį tingiš flaggaši. Lųgtingiš skuldi flagga viš Fųroya flaggi eins og almennir fųroyskir stovnar. Samtykt varš eisini at flagga į hįlvari stong nżggjįrsaftan fyri at vķsa Fųroya sjólętnu synum heišur og djśpastu viršing. Fųroyska flaggiš fekk lųggildi viš heimastżrislógini ķ 1948, sum ķ grein 12 segši, at serligt fųroyskt flagg veršur višurkent. Ķ 1949 samtykti tingiš, at į hvųrjum alla halganna degi 1. november skuldi flaggast į hįlvari stong til minnis um sjólatnar fųroyingar. Hetta įriš varš eisini samtykt, at 25. aprķl var flaggdagur, og boš vóršu send skślunum um hendan dag at savna nęmingarnar at greiša teimum frį flagginum og tess uppruna. Kjartan Mohr legši ķ 1955 fram uppskot um, at flaggdagurin skuldi vera frķdagur ķ skślunum. Višgeršin endaši viš, at taš varš samtykt viš 16 atkvųšum. Sķšani hava skślarnir lżst flaggdagin sum frķdag ķ skślunum. Fųroya Arbeišarafelag strongdi į at fįa tingiš at lżsa flaggdagin sum arbeišsfrķdag. Taš hevur tingiš ongantķš samtykt, men felųgini į arbeišsmarknašinum hava fingiš ķ sķnar sįttmįlar, at flaggdagurin er hįlvur frķdagur ķ ųllum sįttmįlum į privata arbeišsmarknašinum og heilur frķdagur hjį tķ almenna. --- Lųgtingslóg um flaggiš varš samtykt ķ 1958. Hon var seinast til višgeršar aftur ķ 1998. Tey fyrstu įrini var taš eitt sindur ymiskt, hvųrjir serliga teir blįu litirnir ķ flagginum vóru, ljósari ella myrkari. Upprunaliga stóš ķ lógini, at krossurin var fagurreyšur og azurblįur. Nś varš stašfest eftir altjóša litskipanini, hvųrjir teirr rųttu flagglitirnir eru viš bęši bókstavi og nummari frį The Flag Institute ķ Chester ķ Bretlandi. Eilif Samuelsen śr sambandsflokkinum legši upprunaliga mįliš fram, men av tķ, at landsstżriš skifti, legši Hųgni Hoydal śr Tjóšveldi taš fram aftur, og eftir nevndarvišgeršina varš taš einmęlt samtykt į Fųroya lųgtingi. Seinasta stigiš er, at nś stendur Merkiš eisini inni ķ sjįlvum lųgtingssalinum. Ķ Fųroyum mį sigast, at komiš er į mįl viš strķšnum fyri flagginum, sum studentarnir byrjašu ķ 1919, men taš knķpur framvegis at fįa loyvi til at brśka Merkiš ķ altjóša hųpi. Fųroyska ķtróttarųrslan hevur veriš eina fremst ķ slķkari umbošan, men eisini har hanga lepar viš. Tį fųroysk ķtróttafólk eru til olympiskar leikir, kunna tey framvegis ikki luttaka undir Merkinum, hóast sersamband teirra ķ ĶSF er altjóša višurkent. Men taš er ein onnur sųga. --- Kanska skal eg enda viš einum broti śr śtisetablašnum ”Bśgvanum” um, tį iš sluppin ”Bjųrgvin” sum fyrsta fųroyska skip kom til Keypmannahavnar eftir krķggiš. ”Frķggjadagurin 8. juni 1945 var sųguligur hjį okkum keypmannahavnar-fųroyingum. Tį var flagg okkara į fyrsta sinni sżnt ķ Danmųrk, og hetta sóu vit. ”Bjųrgvin” hendan gamla sluppin, hon hevur mangt ęliš kųvt. Alt krķggiš hevur hon baksast millum Fųroya, Ķslands og Skotlands viš Fųroya merki į mastur. Tį hon legši at noršaru tollbśš var slętt undir fjųlini. Bryggjan var full av fųroyskum kvinnum og monnum, sum hųvdu ligiš fųst ķ Danmark ķ fimm įr. Hvat skuldu vit annaš gera, tį vit sóu hetta heimakenda hvķtbotnaša skipiš, enn byrja at syngja ”Tś alfagra land mķtt”.”

    ---


    < Sųgan um Merkiš | Tórshavn Open ķ dart >

    BŲKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    Her ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verša vanliga svarašir innan 24 tķmar. Spurningar og svar sķggjast her.

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa sķšuna til tķna byrjunarsķšu!
  • Bķlegg bųkur


  • Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR