Søgan um Merkið
Norrøna Ungmannafelag Føroya skipar fyri flaggdagshaldi í Posthúskjallaranum í Tórsgøtu 8 á flaggdegnum 25. apríl.
Wish you can find your favorite top wholesale rolex replica watches for US on this website with less money.
Jógvan Arge, býráðslimur, fer at greiða frá, hvussu Merkið bleiv til, hví flaggið er reytt, blátt og hvítt og um stríðið at fáa hjálandaveldið at viðurkenna flaggið.
Pápi Jógvan Arge, Niels Juel Arge, gav út bók um søguna hjá Merkinum. Jógvan Arge var sjálvur annar við at ritstjórna bókina.
Tiltakið fer av bakkastokki frá kl.16-18 á flaggdegnum aftan á skrúðgonguna á Vaglinum. Ungmannafelagið skipar eisini fyri kaffistovu við kaffi og te aftan á framløguna, og tá fer Jákup Lind Dam at spæla nøkur løg.
Norrøna Ungmannafelag Føroya arbeiður fyri at skapa og menna samstarv millum ung í Norðurlondum á eitt nú hesum økjum: Mentan, søga, útbúgving, mál og nógv annað.