Jógvan Arge, varaborgarstjóri, býráðslimur fyri Tjóðveldi.
Forkvinnan í mentamálanevndini er farin at leggja ónevndar býráðspolitikarar undir ikki at hava framt vallyfti um Musikkskúlan. Hon eigur at vanda sær um orðini, tí Musikkskúlin er komin meir enn hálva leið á borðinum. Hann hevði verið komin upp aftur longur í dag, um Helena Dam á Neystabø hevði fylgt málinum betri upp.
Using little money can buy AAA best replica watches UK from this Swiss online store. You buy, you earn!
Eg skilji væl, at hon fekk býráðsins Musikkskúlanevnd um skrúvuna. Skilji eisini lærararnar, sum eru ørkymlaðir av tøgnini, sum hevur valdað. Býráðið hevur ferð eftir ferð meldað út, at málið gongur sína gongd, og skjótt verður spakin settur í, men her er hvørki haki ella spaki at hóma, og spurningar verða bara svaraðir við akslayppi.
Sum eg havi skilt, hava javnaðarfólk á Vaglinum fingist við aðrar dagsskráir fyri staðseting Musikkskúlans.
Hetta kom rættiliga undan kavi, tá borgarstjórin í heyst – uttan viðgerð í bygginevndini og mentamálanevndini og uttan orð ella boð frammanundan - boðaði frá, at arbeiðið við Musikkskúlanum skuldi steðgast í stundini, meðan møguleikarnir vórðu kannaðir at gera Musikkskúlan í einari hædd í Kommunuskúlanum, sum annars er kolldømdur sum skúli vegna sopp.
Hendan útfluktin tóktist vera av við eini býráðssamtykt fyri jól, tá staðfest varð einaferð enn, at skúlin skuldi byggjast við Norðurlandahúsið sum ætlað.
Men nú høvdu okkara teknikarar funnið útav, at skúlin, eftir fleiri ára fyrireiking, skuldi flytast eitt sindur! Hetta kravdi, at eini hús í grannalagnum vórðu tikin niður. Hesum tók býráðið einmælt undir við.
Tað er longu langtsíðani, at greitt var at fremja keypið, so tann síðsti parturin av projekteringini, sum tekniska leiðslan legði doyin á at fáa steðgaða meðan keypsmálið gekk, kundi fáast frá hondini - men gakk.
Forkvinnan í mentamálanevndini hevur ikki hildið, at hennara nevnd skal viðgera keypsmálið. Hon vísti til borgarstjóran sum formann í fíggjarnevndini. Borgarstjórin hevur í sínum lagi ikki viljað sett málið á skrá í síni nevnd, sum hevur heimildirnar, men hevur víst til forkvinnuna í mentamálanevndini.
Soleiðis hevur mann í longri tíð gingið sum ein rukka frá Heródes til Pilatus til tess at koma víðari við musikkskúlamálinum uttan at fáa annað burtur úr enn uttanumtos um staðsetingar bæði heimaliga og uttarlaga, ovarlaga og niðarlaga í býnum.
Hevur Musikkskúlanevndin bara upplivað ein brotpart av slíkari kommunikasjón, so skilji eg væl teirra ørkymlan.
Skúlin í Sortudíki er ein avgjørd fortreyt fyri, at havnarungdómur saman við tí fjølbroytta og hugaða lærarahópinum kann halda fram ta tónleikamenning, sum hevur verið okkum øllum til so mikla gleði seinastu mongu árini.
Arkitektavirkið Kontrast hevur í tøttum samstarvi við musikkskúlafólk teknað nýggja musikkskúlan av einslistum til framkomna tónleikafrálæru og til at klæða mentanarumhvørvinum í Sortudíki.
Eg kann fyri Tjóðveldi í býráðnum siga, at vit enn sum áður taka fult og heilt undir við, at Tórshavnar Musikkskúli verður bygdur millum Sundsvegin og Norðurlandahúsið ongantíð ov skjótt.
---