Jógvan Arge, varaborgarstjóri í Tórshavnar kommunu
Tað verður kanska ikki serliga hugaligt hjá Heðini Mortensen og Eyðuni Christiansen at hitta Jørgin Niclasen og Anniku Olsen í Albert Hall í morgin.
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur longu boðað frá, at hann hevur eini boð til teirra - at tilboðið frá landsstýrinum er í mesta lagi tær 372 milliónirnar, sum hava verið nevndar áður.
Verður eldraøkið dýrari at reka hjá kommunum eftir 1. januar, so mugu kommunurnar sjálvar ratinoalisera raksturin.
Pengarnir skula fáast at passa við rationaliseringum og sparingum, sum almannaráðið sjálvt kom fullkomiliga í rasshaft av herfyri.
Bera sparingarnar ikki á mál, so mugu kommunurnar taka av sínum egnu skattainntøkum. Tær eru sum kunnugt ætlaðar til alt møguligt annað.
Øllum er greitt, at tær 372 milliónirnar eru ásettar eftir einum fullkomuliga niðurpíndum rakstri og tí ikki fara at røkka til ein bara rímiligan rakstur.
Pengarnir fara at røkka upp aftur stytri, nú løgtingið samtykkir lógir, sum seta størri krøv til kommunalu myndugleikarnar um tilboð á eldraøkinum enn meðan landsstýrið hevur havt ábyrgdina.
Tað er púra greitt, at landsstýrið sleppir sær undan eini stórari ábyrgd, sum tað higartil hevur átt fult og heilt, og nú við meirilutanum í løgtinginum í rygginum setur tummilskrúvurnar á kommunurnar.
Tann áhugaverdi spurningurin verður, um kommunurnar verða undirbrotligar ella fara at standa við síni alneyðugu krøv um fígging til eldraøkið.
---