FORSÍÐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓÐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráðið (1163)
  • Bøkur (42)
  • Fólkatingið (24)
  • Greinir (11)
  • Ítróttur (89)
  • Løgtingið (234)
  • Røður (47)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viðmerkingar (15)
  • Ymist (145)


  • KUNNING
  • Um síðuna
  • Ævisøga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrøður
  • Vallýsing 2001
  • Býráðsvalið 2000
  • Eitt 100 ára stríð bolsos christian dior imitacion watchreplica.co.uk

    rolex-replicas.co.uk

    omega-first.co.uk

  • FLEIRI GREINIR
  • Mentamaður í serklassa
  • Tjóðarlaðing á Bryggjubakka
  • Mín krýnika 5 - ummæli
  • Nýggj krýnika í bókabúðunum
  • Merkið 100 ár
  • ÍSF fyllir 80 ár (4/4-2019)
  • Óvanliga informativ bók
  • Yvir til Bryggjubakka


  • 21.03.2014 | Evni: Býráðið
    Fleiri verkætlanir bjóðast út
    Fíggjarætlanin varð løgd og samtykt ímóti ársenda í fjør, men síðani hevur býráðið arbeitt við at endurskoða ætlanina fyri at gera rúm fyri fleiri íløgum. Og hendan endurskoðaða fíggjarætlanin varð endaliga samtykt í dag.

    Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur, at hetta ber í sær, at nú er klárt at fara undir fleiri stórar verkætlanir, sum býráðið hevur fyrireikað nú í eina tíð.

    Í hesum sambandi verður arbeiðið at gera brúnna um Sandá, boðið út í næsta mánað. Tað er eitt arbeiðið, sum kostar einar 50-60 milliónir krónur.

    Somuleiðis verður arbeiðið at gera áskoðaraplássini á eystaru síðu á Tórsvølli boðið út í næsta mánað og tað fer at kosta einar 35 milliónir.

    Arbeiðið at projektera ein nýggjan musikkskúla er um at vera liðugt og eisini tað arbeiðið verður boðið út nú í apríl. Hann verður bygdur uppi við Norðurlandahúsið og fer at kosta einar 60 milliónir.

    Harafturat er greitt, at nú fáa hoyvíkingar loksins sín egna fótbóltsvøll, tí arbeiðið at gera fótbóltsvøll í Hoyvík, verður boðið út í næsta mánað. Tað er eitt arbeiðið, sum kostar einar 10 milliónir.

    Fyrsta stig at gera ein nútímans miðbý verður eisini boðið út. Í hesum umfari er tað strekkið úr Steinatúni, oman á Glade Hjørn, sum skal gerast og leysliga mett fer tað at kosta slakar 10 milliónir krónur.

    Ein arkitektakapping um allan miðbýin, heilt frá Sjónleikarahúsinum oman í Vágsbotn, vestur í Skeiva Pakkhús og oman eftir Áarvegnum á Kongabrúnna, er um at vera liðug.

    Tá ið fyrsta byggistig er liðugt, verður hildið fram við øðrum byggistigi, sigur borgarstjórin.

    ---


    < Kommunufelagið talar at løgtinginum | Eldraøkið: Reint hasard við mannalagnum >

    BØKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    classicreplicas.co.uk

    thereplicas.co.uk

    abwatches.co.uk

    Her ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verða vanliga svaraðir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast her.

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síðuna til tína byrjunarsíðu!
  • Bílegg bøkur
  • rolexlol.co.uk

    rolex-watch.me.uk
    www.ukreplica.co.uk

    Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR