Jógvan Arge, varaborgarstjóri í Tórshavnar kommunu
Kaldbaksfólk møttu í stórum tali til borgarafund í vikuni. Har vóru fólk í øllum aldri og áhugin fyri bygdarinnar frama var stórur. Álvarsamasta málið var óivað ferðslutrygdin.
Kaldbaksfólk halda lítið um ferðsluloysnirnar við nýggjasta býlingin á Fløtum. Har ganga tveir býlingsvegir úr hvør sínari ætt beint út í landsveg millum býlingarnar, og av tí, at hetta er landsvegur, er loyvt at koyra heilar 60 km um tíman.
Tað halda fólk vera púra óforsvarligt, tí øll ferðsla í Kaldbak skal fram við her báðar vegir. Nógv børn eru á leiðini á veg til og úr skúla, barnagarði og ungdómsklubba.
Longur úti heldur bygdavegurin fram úr landsvegnum og smýgur sær í einum spori frá býlinginum á Bø niðan á Garðar og út til Áar. Hann er so smalur, at bilar kunna illa møtast. Nógvastaðni er hann neyvan annað enn ein gamal hestavognavegur, sum hevur fingið nøkur løg av asfalti. Tað ger, at hann tolur illa tunga ferðslu og í støðum ríður undan honum.
Tað er eitt stórt ynski hjá kaldbaksfólki, at kommunan og landið fáa loyst tey ótolandi ferðsluviðurskiftini, sum ráða,serliga har ferðslan kemur inn í bygdina og fer úr henni aftur, men dagføring av bygdavegnum trongir eisini til.
Nógv mál á skrá
Kaldbaksfólk fegnaðust um tøkini, sum Tórshavnar kommuna hevur tikið í seinastuni við vendiplássi uppi á Gørðum, parkeringsplássum við kirkjuna og brúgv um Høgadalsá.
Tey fegnast eisini um tann nýggja kirkjugarðin, sum er í gerð mitt í bygdini. Hann er rundur, umgyrdur av grótgarði og verður ein fragd fyri eygað. Arbeiðið hevur gingið væl, men moldarbeiðið er útsett til turrari verður í veðrinum.
Kaldbaksfólk vóna at gongd kemur á ætlanir um eitt torg og/ella ferðslumiðstøð í sama grannalag. Annað mál er spurningurin um eitt hús, sum bæði kann brúkast til ítrótt og samkomur. Tá Kaldbaks skúli varð útbygdur fyrst í øldini, varð ein ætlað fimleikahøll tikin burturúr.
Tí hevur bygdin onga slíka og hon hevur heldur onki bygdahús. Skúlin verður brúktur til slík høvi. Býráðið hevur játtað 300.000 krónur til at kanna tørvin á virksemishúsum í bygdum kommunurnnar. Farið er undir hetta arbeiðið, og tá álitið fyriliggur, verður støða tikin til, hvussu víðari verður.
Kaldbaksfólk halda, at kommunan kundi spent seg meiri út at skifta perur í gøtulyktunum, at beina fyri óruddi og tyrva slíkt, ið tyrvast skal. Men tey fegnast um, at gøturnar millum býlingarnar verða dagførdar, og at kloakkirnar verða skipaðar úr øllum býlingum við fáum og góðum frárenningum út á sjógv.
Støðugt fólkatal
Spurningurin um at halda seyðin burtur frá húsum var eitt mál, sum var frammi. Økisnevndin hjá Tórshavnar býráð hevur sett málið á breddan fyri Kaldbak og aðrar bygdir við tí endamáli at fáa betri skipað viðurskifti á hesum øki.
Fólkatalið í Kaldbak er rættiliga støðugt. Í løtuni eru 228 fólk skrásett í bygdini og seks í Kaldbaksbotni. Í Kaldbaksbotni eru tvinni hús. Tey hava eisini síni ynski, eitt nú betri samband um Fjarðará. Har var eina ferð en brúgv, men hon fór í einum illveðri. Bara stabbarnir standa eftir.
Kommunan hevur broytt byggisamtyktina fyri Kaldbak, so stykkjast kann út upp at gomlu býlingunum. Enn er onki hent í so máta. Uppskot vóru um kanska at fáa bygt íbúðir í nýggjastu útstykkingini á Fløtum, meðan onnur uppskot vóru um at stykkja út eystanfyri býlingin á Fløtum út móti gomlu bygdini.
Ítróttatíðindini úr Kaldbak eru, at av Kaldbaks Bóltfelag eru bert troyggjurnar eftir, men bygdafólkið hevur stovnað sær eitt dartfelag, sum hevur fingið góða undirtøku. Har er eisini hugur at fáa í lag eitt undirhús – ella kanska eitt yvirhús.
---