
Nú ein dagin sá hendan myndin dagsins ljós á facebook. Manni Persson kunngjørdi hana. Havi ikki gáað um, at mynd varð tikin av hesum býliðnum, sum varð sett saman av dreingjaliðsspælarum úr HB og B36 summarið 1962.
Dreingjaliðið hjá Víkingi í Reykjavík var á vitjan hjá HB. Spældir vórðu tríggir dystir. Fyrsta dystin vann HB á Víkingi 4-0. Annan dystin vann Víkingur 0-1 á B36. Tann triði og seinasti dysturin endaði 4-1 til samansetta liðið úr HB og B36.
Samanumtikið góð úrslit at hava í fikkuni, tá vit skuldu til Íslands at spæla eftir ólavsøku.
Manningin á býliðnum var aftast frá vinstru: Carl Persson, John Eysturoy, Kári Helmsdal, Símun Joensen og Jógvan Arge. Miðjan: Kári Skála, Hugin Samuelsen og Jóannis Wardum. Fremst: Jóannes Samuelsen, Regin Árting og Hartmann Joensen.
---