FORSÍÐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓÐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráðið (1163)
  • Bøkur (42)
  • Fólkatingið (24)
  • Greinir (11)
  • Ítróttur (89)
  • Løgtingið (234)
  • Røður (47)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viðmerkingar (15)
  • Ymist (145)


  • Møguleikar…
  • fake rolex watches
  • breitling replica watches


  • KUNNING
  • Um síðuna
  • Ævisøga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrøður
  • Vallýsing 2001
  • Býráðsvalið 2000
  • Eitt 100 ára stríð
  • imitacion de rolex

  • FLEIRI GREINIR
  • Mentamaður í serklassa
  • Tjóðarlaðing á Bryggjubakka
  • Mín krýnika 5 - ummæli
  • Nýggj krýnika í bókabúðunum
  • Merkið 100 ár
  • ÍSF fyllir 80 ár (4/4-2019)
  • Óvanliga informativ bók
  • Yvir til Bryggjubakka


  • 10.03.2014 | Evni: Býráðið
    Eldraøkið: Kommunur í tvístøðu
    Jógvan Arge, varaborgarstjóri í Havn

    Fyri kommunustýrislimir, sum vóru á pensjónistafundinum í Glæmuni í Kvívík herfyri , tóktist sera umráðandi sum skjótast at fáa at vita frá landsstýrinum, hvør peningur fylgir við eldraøkinum, tá tað verður lagt út til kommunurnar á nýggjárinum. 2022 fake rolex watches online uk with high quality on sale.

    Buy uk cheap breitling replica watches with high quality for men.

    Landsstýrið hevur boðað frá, at tað onki endaligt tal kann leggja fram fyrrenn í oktober/november. Tað halda kommunurnar vera alt ov seint. Tí við ongum endaligum tali ber illa til at leggja ein kommunalan eldrapolitikk til rættis.

    Annika Olsen vísti til fíggjarmálaráðið um hendan spurningin. Tað undrar og er ikki sørt óunniligt, at landsstýriskvinnan á henda hátt avreiðir eldrapolitisku ábyrgdina, ið hon jú hevur eisini eftir úleggingina, til fíggjarfólkini.

    Kommunurnar hava fingið at vita, at landsstýrið ætlar at seta fíggingina saman við pengum frá forskattingini av pensjónum, skattainntøkum frá útisiglarum og burtur av mvg-inntøkunum, tilsamans 356 mió kr. Kommunurnar siga, at hetta er ov lítið, ikki minst nú tað kemur undan kavi, at kommunurnar eisini skula hava røktarliga og fíggjarliga ábyrgd av bólkum, sum ikki eru komnir til pensjónsaldur.

    Loypa kommunuskattin um

    Uppskotið um fíggingarleist er eitt grundleggjandi skifti í mátanum at fíggja kommunalt virksemi. Grundleggjandi partur í kommunalu stýrisskipanini er, at kommunalt virksemi og kommunalar tænastur í høvuðsheitum verða fíggjaðar av kommunuskatti. Annar grundleggjandi táttur er, at tann, sum valdar, skal gjalda.

    Tað vil siga, at hevur kommunan ábyrgd, so rindar hon. Hesum verður farið frá, nú eldraøkið skal leggjast út, tí tað skal fíggjast við ávísum veitingum úr landskassanum. Slíkar veitingar úr landskassanum hava ongantíð hóvað kommunupolitikarum. Hetta er eisini brot á vanligu fatanina, at tann, sum valdar, skal gjalda.

    So kanst tú spyrja, um nakar munur er? Jú, tað er tað. Politiskt tekur landið kvørkratak um kommunurnar, tí við eldraøkinum verða millum 25 og 30% av samlaða kommunubúskapinum fíggjað úr landskassanum – og harvið ikki av beinleiðis kommunuskatti.

    Har kommunurnar í dag hava fingið tað álit at gera egnar raðfestingar og áseta sítt egna tænastustøði, fer landið nú at áleggja kommununum ávísar eldratænastur og ávís eldratilboð á ávísum nøktandi tælnastustøði, men kemur ikki við øllum pengunum til hetta tænastustøði.

    Tað merkir, at tænastustøðið á øðrum økjum, t.d. barnaansingin, skúlaverkið, kloakkir og alt tað, sum kommunurnar eisini skulu gera, kann verða lækkað, tí pengar mugu takast úr teimum økjunum at fylla holini á eldraøkinum.

    Progressivan kommunuskatt?

    Eitt sjónarmið í hesi tilgongdini er, at her vantar ein grundleggjandi skattapolitisk viðgerð av spurninginum um at gera kommunuskattin progressivan eins og landsskattin, so at eisini eldraøkið undir kommununum kann fíggjast við kommunuskatti eins og allar aðrar kommunalar tænastur.

    Hesin spurningur er als ikki viðgjørdur. Kanska er tað tí, at við samansetta gjaldinum úr landskassanum fær landsstýrið alt valdið á kommununum, og kanska eisini tí, at fíggjarleisturin lirkar eina kommunala útjavningarskipan ígjøgnum, sum ikki er so løtt at gera við kommunuskattinum.

    Tær umleið 350 mió krónurnar úr landskassanum til eldraøkið hjá kommununum fara hvørki at røkka til ta breiðu viftina av eldratilboðum, sum verða nevnd í uppskotinum til eldralóg, og ei heldur til eitt høgt tænastustøði. Talið er jú ásett eftir teirri skroypiligu tænastuni, sum vit hava í dag.

    Tvístøðan hjá kommununum verður, at tær hava illa ráð at slaka í tænastuni til eitt nú barnasfamiljur og trivnað, tí tær vilja heldur enn fegin hava fleiri barnafamiljur - til tess at fíggja vælferðartænasturnar.

    PS: Annars meini eg framvegis, at landsstýrið eigur at uppraðfesta eldraøkið á síni egnu fíggjarlóg og sjálvt taka sær av umsitingini. Tað er mátin at tryggja javnbjóðis kor og tilboð kring alt landið.

    ---


    < Ljóð og ljós til Reinsaríið | Dreingjabýliðið í 1962 >

    BØKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    lektire lektira jastuci madraci cvijece horoscope umrli vicevi sanovnik horoskop knjige ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verða vanliga svaraðir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síðuna til tína byrjunarsíðu!
  • Bílegg bøkur
  • replicas relojes aaa Goedkope Replica Horloges

    Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR