Takki Landsfelag Pensjónista fyri innbjóðing at luttaka í hesum fundinum í Glæmuni í Kvívík. Eg haldi, at hetta er eitt gott átak, og eisini eitt átak, sum er neyðugt í hesum døgum.
If you want to buy uk luxury replica tag heuer watches, you'd better choose perfect fake TAG Heuer watches online.
Hot replica watches for sale uk like Rolex, Omega, Breitling, Cartier and etc. are available on this web.
Veruleikin er jú, at vit vita lítið um, hvussu støðan verður á eldraøkinum um skamma stund, og kommunurnar vita ei heldur, hvar tær flóta ella søkka í næstu framtíð. Tað bøtir ikki um vánirnar, at landsstýrið áhaldandi vil tveita fleiri og fleiri uppgávur og útreiðslur, sum ikki hoyra til eldraøkið, men meira til heilsuøkið, út til okkara at varða av.
Mær hóvar yvirhøvur ikki, at landið grýtur hetta alt í føvningin á kommununum. Høvuðsgrundin er, at eg óttist fyri, at hetta verður ein so stórur og fløktur biti fyri kommunurnar, at tær verða noyddar at gera seg inn á øll møgulig onnur málsøki fyri so dánt at kunna gera sínar skyldur á hesum økinum. Tá verður lítið vunnið.
Onki hevði verið meira nattúrligt enn, at landsstýrið og løgtingið uppraðfestu eldraøkið á síni egnu fíggjarlóg og settu seg sjálvi á odda fyri at bjóða pensjonistum og øðrum treingjandi mannsømilig og javnbjóðis kor kring alt Føroya land.
Boðanesheimið og kassahugsan
Tað er ikki so langtsíðani, landið og kommunurnar býttu barnaansingina og eldraøkið ímillum sín. Tá var avtalan, at kommunurnar tóku barnasansingina upp á seg, og landið átók sær eldraøkið, alt, sum tað var. Kommunurnar tóku barnaansingina í álvara. Landið gjørdi lítið og onki við eldraøkið.
Ikki fyrrenn ein kommuna í Norðstreymi søkti løgtingið um studning til eitt ellis- og røktarheim, hendi nakað. Tá fór landið at bjóða kommunum generelt ávísar upphæddir pr. song á sambýlum og ellisheimum, um kommunurnar átóku sær at byggja. Landið treytaði sær í mesta lagi at gjalda helvtina. Úrslitið varð, at landið rindaði nógv minni enn helvtina og kommunurnar nógv meir.
Vit í Havnar kommunu høvdu ætlanir um at vera modernað á eldraøkinum. Vit ætlaðu at byggja eitt heim ella eitt kompleks, sum tók atlit til teir nýggjastu tankarnar innan eldraøkið, har størri dentur var lagdur á fyribyrging og spakuliga innslúsing heldur enn á drúgvt uppihald á røktarheimi.
Vit teknaðu og tingaðust í fleiri ár. Men tá vit hildu okkum vera komin á mál við kønari ráðgeving frá almannamálaráðnum, vildi landið ikki spæla við. Nú noktaði landið at fíggja stóran part av tí, sum tað hevði mælt okkum til. Landið vildi bara skoyta eitt sindur upp í til røktarheim.
Fyri at siga, sum er, løgdu vit tá um til kassateinking og bygdu ellis- og røktarheimið, sum nú stendur á Boðanesi. Við tí var tann akutti tørvurin so at siga loystur, men tær fjølbroyttu og framkomnu eldraloysninar vórðu fyri ein stóran part verandi í skuffuni, tí ábyrgdarhavarin vildi ikki spæla við.
Fokus er rætt
Í dag er púra greitt, at í eldrapolitikkinum hjá landinum hevur ov stórur dentur verið lagdur á at byggja røktarheim. Denturin hevur verið so stórur, at Føroyar hava lutfalsliga nógv fleiri røktarheimspláss enn grannalondini. Hetta hevur aftur havt við sær, at tað er farið at sansa at fíggjarliga hjá landskassanum, tí røktarheimsrakstur er nógv dýrast av øllum eldrarøktartænastum.
Allar kanningar siga greitt, at tey eldru vilja helst búgva heima. Hetta var eisini staðfest í eldraálitinum hjá landinum fyrst í hesi øldini, men staðfestast má, at síðani tá hevur verið smátt við ítøkiligum átøkum at tryggja, at tey eldru kunnu búgva sum longst heima.
Endurmenning er so smátt fingin í lag, men tað nyttar lítið, tá heimahjálpin er skorin niður um øklarnar. Í Tórshavnar kommunu hava vit sjálvi valt at gera ymsar ábøtur at stimbra tey heimabúgvandi, bæði við Tilhaldinum og ítrivunum har og Heilræði, sum aftrat heimavitjanum hevur staðið fyri kropsvenjingum og nú eisini samdøgursrehabilitering á Boðanesheiminum.
Tey, sum hava skil fyri tí, meta, at fokusið er rætt í lógaruppskotinum frá landsstýrinum um heimatænastu og eldrarøkt við tilboðum og tænastum, sum eru ætlað teimum heimabúgvandi.
Men tað er ein trupulleiki, at tá kommunurnar skula yvirtaka økið, skulu tær skipa tænastur, sum eru vánaligar ella als ikki eru til í dag. Her er sostatt eitt stórt glopp millum tey ætlaðu lógarkrøvini um tænastur og veruleikan á eldraøkinum í dag.
Uppi í hesum er bústaðarmarknaðurin. Tað tekur langa tíð at útbyggja hann við fleiri eldravinarligum íbúðum, so at sjálvur bústaðurin kann verða ein partur av tí lættanum, sum tey eldru heimabúgvandi hava tørv á.
Fíggingin er vandamálið
Loysnin í dag er tó neyvan at niðurleggja røktarheimspláss í óðum verkum fyri at fáa ráð til tilboðini til tey heimabúgvandi. Hetta er ein long tilgongd í kanska 10-15 ár, har røktarheimstørvurin skal tálmast og helst minka, so fíggjarlig orka fæst til at arbeiða við fyribyrging og heilsuframa.
Her spælir fíggingin hjá landskassanum eisini inn. Skal landið fíggja ta kommunalu eldrarøktina við teimum pengum, sum landið rindar í dag, er øllum púra greitt, at so hongur roknistykkið ikki saman. Størsta vandamálið í øllum hesum er tí fíggingin.
Skal skil vera í útleggingini, so má samsvar vera millum krøvini, ið løgtingið áleggur kommununum við lóg, og ta fígging, sum sama løgting skal játta kommununum á hvørjum ári til eldraøkið.
Eri neyvan einsamallur um at ivast í, um hetta samsvar verður. Enn tykjast vera alt ov nógvar ógreiður um, hvørja tænastu kommunurnar yvirhøvur skula veita borgarum, sum eru yngri enn pensjónistar, sum eru menningartarnað, sjúklingar, sum eru heima, og sjúklingar, sum eru útskrivaðir av sjúkrahúsum v.m.
Tá so fíggingin haraftrat hongur í leysum lofti og verður hangandi har til langt eftir, at tað ikki vendist aftur hjá kommununum, so skilja tit kanska, at hetta er ongin álvilig støða hjá kommunupolitikarum at vera í. Vit eru í stuttum tjóðri.
Jógvan Arge