Tórshavnar býráð hevur samtykt at fara undir ein nýggjan Vesturskúla úti á Fløtum,
Hesin skúlan kemur í staðin fyri Venjingarskúlan og Kommunuskúlan, sum skulu sjóðast saman í eina eind.
Landið yvirtekur ætlandi Venjingarskúlan at nýta til Fróðskaparsetrið, og Kommunuskúlin hevur verið stongdur í nøkur ár vegna trupulleikar við inniklimanum.
Samtyktin hjá Tórshavnar býráð sigur, at bygginevndin fyri nýggjan Vesturskúla beinanvegin fer undir neyðugu fyrireikingarnar at byggja ein tvey sporaðan skúla, ið skal kunna víðkast til trý spor, um tørvur eina ferð verður á tí.
Samtykt er eisini at seta ein arbeiðsbólk, sum skal gera uppskot til bygnaðarliga samskipan og/ella samanlegging av skúlunum báðum.
Bólkurin skal eisini gera uppskot til samskipan av allari undirvísingini hjá skúlunum báðum í verandi virknu høliskørmum við denti á at savna tey ymsu floksstigini. Atlit skal takast til, at komandi skúlin fer at hava tvey spor færri enn núverandi skúlar tilsamans.
Í arbeiðsbólkinum verða átta limir sum umboð fyri skúlaleiðslur og lærarar, fyri foreldur í skúlastýrunum, fyri mentamáladeildina og trivnaðarstjórin, sum verður formaður.
Orðaskiftið á býráðsfundinum snúði seg mest um eina samtykt hjá mentamálanevndini um, at Kommunuskúlin nú skal verða mentanar- og virksemishús.
Her vóru ymisk onnur sjónarmið eisini, alt frá at taka skúlan niður til at gera hann um til íbúðir og annað mangt. Úrslitið varð, at hetta málið varð beint í mentamálanevndina til víðari viðgerð.
Jógvan Arge, býráðslimur fyri Tjóðveldi
---