FORSÍÐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓÐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráðið (1163)
  • Bøkur (42)
  • Fólkatingið (24)
  • Greinir (11)
  • Ítróttur (89)
  • Løgtingið (234)
  • Røður (47)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viðmerkingar (15)
  • Ymist (145)


  • KUNNING
  • Um síðuna
  • Ævisøga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrøður
  • Vallýsing 2001
  • Býráðsvalið 2000
  • Eitt 100 ára stríð
  • imitacion de rolex

  • FLEIRI GREINIR
  • Mentamaður í serklassa
  • Tjóðarlaðing á Bryggjubakka
  • Mín krýnika 5 - ummæli
  • Nýggj krýnika í bókabúðunum
  • Merkið 100 ár
  • ÍSF fyllir 80 ár (4/4-2019)
  • Óvanliga informativ bók
  • Yvir til Bryggjubakka


  • 05.03.2014 | Evni: Býráðið
    Íløgur í børn og ung
    Tórshavnar kommuna hevur broytt sína íløguætlan fyri 2014.

    Býráðið hevur samtykt at seta 10 mió aftrat av til at byggja barnagarð við Sjógv í Kollafirði, so hann kann fáast frá hondini um eina leið. Hesin barnagarður skal koma í staðin fyri teir báðar gomlu stovnarnar, sum eru.

    Peningur er somuleiðis avsettur til Birkilund í Havn, sum er stongdur. Har eru einar 8-9 mió krónur tøkar nú.

    Býráðið er gingið frá ætlanini um eina tvíhøll úti á Fløtum í hesum umfarinum, tí hon vegna kostnaðarútlit fekk so ivasama móttøku á seinasta býráðsfundi. Í staðin ásannar býráðið tørvin á bráðneyðugum bata í venjingarumstøðum hjá innandura ítróttunum.

    Tessvegna eru ætlanir lagdar um at byggja eina høll upp í Gundadalshøllina, so hon verður tvíhøll. Kommunan yvirtekur ætlandi núverandi bygning frá eigarunum Neistanum, Kyndli og Fleyr og byggir upp í sum skjótast. Settar eru 19 mió kr av á ársins íløguætlan.

    Í Gundadali eru eisini ætlanir lagdar um at byggja upp í Badmintonhøllina til frama fyri borðtennis og judo. Hesar ítróttagreinir hava leingi sóknast eftir betri møguleikum, og komu fyri fleiri árum síðani við uppskotinum um at byggja fast í badmintonhøllina. Frammanundan hýsir hendan høllin alskyns virksemi fyri bæði ung og gomul. Byggingin verður mett til 7 mió kr.

    Innandura ítróttir eru farnir at taka seg upp á Argjum, haðani uppskot leingi hava ljóðað um ítróttahøll. Til tess at fyrireika eina slíka høll til venjingar Inni í Vika eru um 4 mió kr settar av í ár.

    Í Hoyvík er ætlanin at gera fótbóltsvøll. Har verður 1 mió kr løgd aftrat teimum 8 mió kr, sum eru játtaðar frammanundan, og góðar 2 mió kr eru tøkar at gera núverandi útbyggingarstigið í Hoyvíkshøllini liðugt.

    Í sambandi við broytingarnar í fíggjarætlanini, er gjørt av, at kommunan ikki tekur leigu frá ítróttafeløgum fyri hallartímar. Tað fer at lætta um raksturin hjá feløgunum.

    Jógvan Arge, býráðslimur fyri Tjóðveldi

    ---


    < Havnin á odda í kommunuskatti | Vesturskúlin samtyktur >

    BØKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    lektire lektira jastuci madraci cvijece horoscope umrli vicevi sanovnik horoskop knjige ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verða vanliga svaraðir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síðuna til tína byrjunarsíðu!
  • Bílegg bøkur
  • replicas relojes aaa Goedkope Replica Horloges

    Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR