FORSÍÐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓÐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráðið (1163)
  • Bøkur (42)
  • Fólkatingið (24)
  • Greinir (11)
  • Ítróttur (89)
  • Løgtingið (234)
  • Røður (47)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viðmerkingar (15)
  • Ymist (145)


  • KUNNING
  • Um síðuna
  • Ævisøga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrøður
  • Vallýsing 2001
  • Býráðsvalið 2000
  • Eitt 100 ára stríð bolsos christian dior imitacion watchreplica.co.uk

    rolex-replicas.co.uk

    omega-first.co.uk

  • FLEIRI GREINIR
  • Mentamaður í serklassa
  • Tjóðarlaðing á Bryggjubakka
  • Mín krýnika 5 - ummæli
  • Nýggj krýnika í bókabúðunum
  • Merkið 100 ár
  • ÍSF fyllir 80 ár (4/4-2019)
  • Óvanliga informativ bók
  • Yvir til Bryggjubakka


  • 01.02.2014 | Evni: Býráðið
    Landið rindar 6,8 mió til golfvøll


    Landskassin er sinnaður at rinda 6,8 milliónir upp á at gera golfvøll í Havn, staðfestir Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í búnaðarmálum, fyri in.fo.

    Peningurin skal brúkast at útvega lendi fyri.

    Føroyingar royna at fáa oyggjaleikirnar til Føroya í 2019 og í hesum sambandi er tað ført fram, at ein fortreyt fyri tí er, at vit hava ein golfvøll í Føroyum.

    Arbeitt hevur leingi verið við eini ætlan um at gera ein golfvøll á Glyvursnesi. Men Tórshavnar Býráð hevur alla tíðina gjørt greitt, at talan er um eina íløgu á einar 50 milliónir krónur, og tað fer kommununan ikki at rinda einsamøll.

    Fyri at gera ein golfvøll, skal eitt lendi á einar 600.000 – 700.000 fermetrar útvegast á Glyvurnesi og tað skal festarin hava endurgjald fyri.

    Nú upplýsir Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, at tað, sum liggur í kortunum, er, at landið skal rinda at kalla allar útreiðslurnar av at útvega lendið.

    Ein meting hjá Búnaðarstovuni sigur, at seyðhús, maskinhøll, vegir og onnur verkløg, bóndin hevur á festinum, er vert einar 6,8 milliónir krónur.

    Jacob Vestergaard sigur, at avtala er gjørd um, at hetta er stuðulin, landskassin skal rinda í stuðuli til ein golfvøll, fyri at fáa oyggjaleikirnar til Føroya

    Men tað er Løgtingið, sum hevur endaligu avgerðina. Og er Løgtingið sinnað at stuðla einum golfvølli við hesi upphæddini, má ein umbøn um eykajáttan leggjast fyri Løgtingið, sigur Jacob Vestergaard.

    - Festarin hevur fingið nýtslurætt til lendi og skal hann missa tað, má hann sjálvsagt fáa endurgjald fyri tað, hann missur av virði.

    Hinvegin fer tað at kosta onkustaðni 500.00 og 600.000 krónur í endurgjaldi til bóndan fyri bitið, hann eisini missur, og tað skal kommunan so rinda.

    Samstundis skal kommunan rinda allan golfvøllin, sum fer at kosta einar 50 milliónir at gera.

    Harafturat skal kommunan rinda eina fasta leigu um árið, fyri lendið, men hon er ikki serliga stór, einar 5.000 krónur um árið, sigur Jacob Vestergaard.

    Hann heldur annars, at tað er stórt virðið í at hava ein golfvøll beint við Havnina, tí hann fer at koma øllum føroyingum, og ferðavinnuni, til góðar.

    ---

    < Skeiva leiðin á eldraøkinum | Havnin á odda í kommunuskatti >

    BØKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    classicreplicas.co.uk

    thereplicas.co.uk

    abwatches.co.uk

    Her ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verða vanliga svaraðir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast her.

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síðuna til tína byrjunarsíðu!
  • Bílegg bøkur
  • rolexlol.co.uk

    rolex-watch.me.uk
    www.ukreplica.co.uk

    Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR