Eg skal bera Havnar kirkju eina heilsan frá Tórshavnar býráð og ynskja til lukku við teimum 225 árunum. Vit kunna av sonnum siga, at hetta eru ikki 225 dagar. Sum dagar rúmast talið í einum einstøkum ári, men sum ár svarar tað næstan til eitt fjórðings túsundár.
1788 var árið, kirkjan var tikin í nýtslu triðja sunnudag í atvent. Hetta var um tað mundið, tá danski ríkmaðurin Niels Ryberg hevði stóran smuglarahandil í Vágsbotni, og tá Nólsoyar Páll var ungur. Hetta var eisini, tá ið Skipar Hansen sigldi upp á Føroyar, og Roosenmeyer og Floor stýrdu í Vágsbotni.
Í 1780’unum búðu 600 fólk í Havn. Bæði kirkja og kirkjugarður úti á Reyni vóru vorðin ov lítil, og í hesum árum fekk Havnin nýggjan sóknarprest, sum æt Rasmus Jørgen Winther.
Niels Ryberg skal hava havt ein fingur við í spælinum at fáa Winther higar at fáa skil á kirkjuviðurskiftunum., og hann legðist ikki á boðini. Longu í 1782 varð nýggjur kirkjugarður vígdur á Svínaryggi, og prestur tók sær skjótt bústað á garðinum í Sandagerði.

Øll kenna seg væl
Samstundis varð nýggj kirkja fyrireikað og bygd – ikki úti á Reyni, men her skamt norðanfyri býarmarkið, ið tá var. Nógv varð gjørt burtur úr kirkjuvígsluni. Gingið varð í skrúðgongu úr gomlu kirkjuni á Reyni, og hátíðarsaluttur varð skotin við kanónunum á Skansanum.
Fólk vóru fegin um kirkjuna, sum var nóg stór til øll sóknarbørnini í Havn, og kapteyn Born tók til, at hon ivaleyst var av vakrastu kirkjum á 62. breiddarstigi.
Í 1865 varð kirkjan umbygd og fekk tað snið og skap, sum hon hevur í dag. Niels Finsen, sum varð uppkallaður eftir Niels Ryberg, var fimm ár tá, og Jóannes bóndi í Kirkjubø varð ikki føddur fyrrenn árið eftir. Hetta var eisini nøkur ár áðrenn sluppfiskiskapurin tók seg upp og broytti alt tað føroyska samfelagið.
Í Havnar kirkju eru nógvar generationir av havnarfólkum og tilflytarum doypt, fermd, gift og borin út. Her eru guðstænastur hildnar í túsundatali, men hóast tey mongu árini, so er Havnar kirkja framvegis ein sera prýðilig og hugnalig kirkja, sum vit øll somul kenna okkum væl í.

Kirkjusilvur komið aftur
Havnar kirkja hevur átt sítt kirkjusilvur. Onkutíð hava fremmandafólk havt hug á tí. Tað gav at bíta einaferð í sekstiárunum, tá ein hjálparprestur í Horten í Noregi skrivaði kirkjuni í Føroyum bræv um, at ein kvinna í býnum hevði latið sær eina oblateskju í silvuri.
Á eskjuni stóð: Anno 1710 den 15. mei er denne oblateske foræret til Thorshavns Kirke af provsten Christian Jenssøn Fers og Anna Sofía Weihe.
Ein norskur sjómaður hevði keypt eskjuna í Føroyum, men nú høvdu hann og konan frætt í blaðnum Aftenposten, at kirkjusilvur var horvið í Føroyum. Tí hildu tey, at oblateskjan var tjóvagóðs og vildu fegin lata hana aftur hagar, tey hildu hana hoyra heima.
Ein onnur lítil silvursøga er um prestin Peter Gade, sum fór úr starvi sínum sum sóknarprestur í 1823. Tá gav kirkjufólkið honum tveir silvurstakar við innskrivtini “Færøers Minde”.
Svenski lens-jekarameistarin Hedemann-Gade arvaði stakarnar í 1908. Í 1957 skrivaði hann til Havnar, at hann fegin vildi lata Havnar kirkju teir sum gávu. Hann vónaði, at teir kundu vera eitt minni um ta virðing, sum fólkið í Havn hevði sýnt arbeiðnum hjá Petur Gade sum prestur í Suðurstreymi tíðliga í 1800-talinum.

Áhuga fyri øllum framtøkum
Hatta var tað søguliga. So er tað tað konkreta, segði maðurin. Tað er jú vanligt at lata gávur á føðingardøgum. Tað plaga vit í Tórshavnar kommunu eisini at gera.
Oftast brúka vit eina reglugerð, sum sigur, hvussu nógvar krónur vit kunna lata, um talan er um 10 ár, 20 ár ella 50 ár. Vit hava eisini ein sats fyri 100 ára dagar.
Men so røkkur reglugerðin ikki longur. Hon røkkur ikki til 225 – og tí havi eg ongan kekk við í dag.
Men eg skal heilsa av Vaglinum og siga, at Tórshavnar kommuna fegin vil hjálpa til, har hon kann, tá farið verður undir at dagføra dómkirkjuna og økið uttan um hana. Vit hava áhuga fyri øllum framtøkum, ið tæna hesi fram úr býarmynd og miðstøð fyri kirkjuna í øllum Føroyum.
Til lukku og góðan byr – vit hoyrast!
Jógvan Arge, varaborgarstjóri
(Myndir: Alan Brockie)
---