Eg eri fegin um at hava fingið høvi at siga nøkur orð, nú jólatræið verður tendrað í Hoyvík – við Hoyvíkar Skúla, Hoyvíkar Kirkju og Hoyvíkshøllina.
Tað er ein góður siður, at býráðið letur hoyra frá sær ein slíkan dag og møtur upp saman við presti og GHM. Tað er hugaligt at síggja, at tikið verður so væl undir. Her eru jú børn, foreldur, ommur og abbar og óivað eisini langommur og langabbar.
Onki løgið er í tí, tí jólini eru jú barna- og familjuhátíðin, sum vit øll gleða okkum til á hvørjum ári – sama hvussu veðrið er.
Vit ásanna samstundis, at tað er umráðandi, at øll – og ikki minst børnini hava tað gott og spennandi á jólum. Tey gleða seg leingi og hava ilt við at bíða, kanska serliga eftir jólaaftan.
Ein av fyrireikingunum til jólar eru jólasøgurnar. Tær eru mangar og góðar. Tær hava verið skrivaðar í øldir, men kortini koma nógvar nýggjar á hvørjum ári.
Var og vitjaði eina átta ára gamla abbadóttir nú ein dagin. Hon sat og kítti seg at skriva eina jólasøgu til skúlan. Eg spurdi hana, um eg ikki kundi sleppa at lesa søguna upp, tá jólatræið skuldi tendrast í Hoyvík.
Tað var gamaní, og her kemur søgan um Nissubýin. Og Nissbýurin tað kann sjálvandi vera Hoyvík.
“Einaferð vóru tað tvær nissur, sum itu nissu-Maria og nissu-Lina. Tær búðu í einum býi, sum varð kallaður Nissubýurin, og har vóru nógvar nissur. Í einum húsi mitt í býnum búði jólamaðurin. Hann æt nissu-Pól.
Um summari plagdu allar nissurnar at sóla sær og hava tað stuttligt. Um veturin plagdu tær at hjálpa jólamanninum at pakka gávur inn. Nú var tað júst blive vetur, og allar nissurnar stríddust við at gera gávurnar klárar. Men jólaaftan vóru tað ikki bara fólk, sum fingu jólagávur. Nei, nissurnar fingu eisini.
Dagin fyri jólaaftan spurdi nissu-Maria nissu-Linu: Skulu vit ikki fara yvir til jólamannin við nøkrum gávum? Jú, tað er eitt gott hugskot, segði Nissu-Lina. Kom, so fara vit.
Jólamaðurin átti tað størsta og vakrasta træið, tær nakrantíð høvdu sæð.Tær runnu beint inn til jólamannin, og mitt á borðinum stóðu manadarinir og piparnøtur. Tær kláraðu ikki at halda sær, men fingu sær burturav.
Tá jólamaðurin sá, at nissurnar høvdu jólagávur við til hann, bleiv hann soo glaður.
Hann plagdi ongantíð at fáa gávur. Hann gav altíð øllum hinum gávur.
Nú legði hann beinanvegin gávurnar undir jólatræið og var ordiliga spentur at sleppa at pakka upp jólaaftan.
Tá nissurnar høvdu verið hjá jólamanninum, fóru tær heim til nissu-Linu at sova. Tær vóru eisini ordiliga spentar til jólaaftan.
Tá tær vaknaðu dagin eftir, fóru tær út í stovuna, og har sóu tær eitt stórt og vakurt jólatræ. Tað var líka flott sum træið hjá jólamanninum.
Og jólamaðurin var eisini har. Hann var blivin so glaður fyri gávurnar frá nissunum, at hann hevði tikið bæði pakkar og jólatræ við sær.
Og nú ætlaði hann at halda jól saman við nissu-Mariu og nissu-Linu, sum hann helt vera tvær so forferdeliga fittar nissur.”
Hatta var jólasøgan hjá Maritu. Tað er ikki sørt at søgan segði okkum, at vit vilja øll hava tað gott á jólum, men vit mugu ongantíð hava tað so gott, at vit ikki hugsa um onnur, tí tann besta jólagávan er ikki tann, sum vit fáa, men tann, sum vit geva.
Í dag er annar sunnudagur í advent, og heima við hús hava vit tendrað enn eitt ljós í adventskransinum. Vit vita, at tá adventin er komin, skulu vit ikki bíða so øgiliga leingi aftrat til jólini koma, og jólaevangeliið verður boðað okkum eina ferð enn.
Eg fari at takka øllum tykkum, sum hava luttikið og fyrireikað hesa hugnaløtuna við ynskinum um, at vit í øllum jólastákinum ikki gloyma, at jólaboðskapurin er hin sami: Friður á jørð og í menniskjum góður tokki.
Gleðilig jól øll somul!
---