FORSÍĐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓĐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráđiđ (1163)
  • Břkur (42)
  • Fólkatingiđ (24)
  • Greinir (11)
  • Ítróttur (89)
  • Lřgtingiđ (234)
  • Rřđur (47)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viđmerkingar (15)
  • Ymist (145)


  • KUNNING
  • Um síđuna
  • Ćvisřga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrřđur
  • Vallýsing 2001
  • Býráđsvaliđ 2000
  • Eitt 100 ára stríđ

  • FLEIRI GREINIR
  • Mín krýnika 5 - ummćli
  • Nýggj krýnika í bókabúđunum
  • Merkiđ 100 ár
  • ÍSF fyllir 80 ár (4/4-2019)
  • Óvanliga informativ bók
  • Yvir til Bryggjubakka
  • Nýggj bók frá Jógvan Arge
  • Nýggj bók frá Jógvan Arge


  • 30.11.2013 | Evni: Býráđiđ
    Řkisnevndin fús til verka


    Řkisnevndin í Tórshavnar býráđ kann nú fara rćttiliga til verka.

    Hon hevur fingiđ sína egnu střđu og egna endamálsorđing í kommunustýrisskipanini.

    Řkisnevndin hevur eisini fingiđ sína egnu játtan á fíggjarćtlanini, sum er 700.000 krónur fyri áriđ 2014.

    Hetta varđ alt samtykt einmćlt í býráđnum á seinasta fundi.

    Řkisnevndin skal í hřvuđsheitum arbeiđa yvirskipađ og tvřrgangandi og taka stig til at dagfřra og menna bygdirnar í kommununi.

    Nevndin skal orđa řkismenningarpolitikk og seta ítřkilig mál fyri tey einstřku řkini.

    Řkisnevndin er skipađ sum ein ráđgevandi nevnd undir fíggjarnevndini og leggur síni tilmćli fyri hana at bera víđari í skipanini.

    Fimm býráđslimir manna nevndina. Jákup Dam er formađur og Annfinn Brekkstein nćstformađur. Hinir nevndarlimirnir eru Elin Lindenskov, Halla Samuelsen og Bogi Andreassen.

    Nevndin er ein burđur, sum kom burtur úr samráđingunum um samarbeiđi millum flokkarnar eftir valiđ fyri einum ári síđani.

    Eitt mál, sum bygdirnar hava havt nógv frammi, er spurningurin um at fáa seyđin burtur av břnum. Hetta er eitt av málunum, sum nevndin fer í holt viđ.

    Bygdirnar fýlast javnan á, at bygdarvegirnir ikki standa mát viđ ađrar vegir. Slík mál eins og ferđslutrygd og líknandi kunna eisini umrřđast í nevndini.

    Řkisnevndin eigur ikki at vera blandađ viđ stađbundnu nevndirnar. Řkisnevndin er ein útfarandi nevnd, sum burtur av er mannađ viđ býráđslimum, og fevnir um allar bygdir og oyggjar.

    Stađbundnu nevndirnar eru lokalar hoyringarnevndir í býráđsmálum, mannađar hvřr í sínum stađ. Óivađ kunna řkisnevndin og stađbundnu nevndirnar hava nyttu hvřr av řđrum.

    Tađ er ongin loyna, at bygdirnar hava notiđ gott av limaskapinum í Havnar kommunu, men tćr hava eisini í summum fřrum kent seg formáddar.

    Hetta hava vit sett okkum fyri at břta um. Tí fara nú řll mál av bygdunum um eina skrivstovu at tryggja teimum viđgerđ rímiliga skjótt. Tí er ein vinnu- og řkisráđgevi settur. Og tí er řkisnevndin stovnađ.

    Góđan byr.

    Jógvan Arge,
    varaborgarstjóri úr Tjóđveldi.

    ---


    < Svimjihylur og Musikkskúli | Jólatrćiđ í Hoyvík >

    BŘKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    Her ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verđa vanliga svarađir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast her.

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síđuna til tína byrjunarsíđu!
  • Bílegg břkur


  • Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR