FORSÍÐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓÐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráðið (1163)
  • Bøkur (42)
  • Fólkatingið (24)
  • Greinir (11)
  • Ítróttur (89)
  • Løgtingið (234)
  • Røður (47)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viðmerkingar (15)
  • Ymist (145)


  • KUNNING
  • Um síðuna
  • Ævisøga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrøður
  • Vallýsing 2001
  • Býráðsvalið 2000
  • Eitt 100 ára stríð bolsos christian dior imitacion watchreplica.co.uk

    rolex-replicas.co.uk

    omega-first.co.uk

  • FLEIRI GREINIR
  • Mentamaður í serklassa
  • Tjóðarlaðing á Bryggjubakka
  • Mín krýnika 5 - ummæli
  • Nýggj krýnika í bókabúðunum
  • Merkið 100 ár
  • ÍSF fyllir 80 ár (4/4-2019)
  • Óvanliga informativ bók
  • Yvir til Bryggjubakka


  • 29.10.2013 | Evni: Býráðið
    Raðfesta bygdirnar


    Í samarbeiðsavtaluni, sum allir flokkar í Tórshavnar býráð gjørdu í fjør, fingu bygdirnar og oyggjarnar í kommununi fremri raðfesting, enn tær hava havt higartil.

    Hetta varð gjørt ásannandi, at fjarstøðan kann hava við sær, at tær verða heldur verri fyri enn býarpartarnir í og nærhendis Havnini.

    Tað gleðiliga er longu í hesum árinum hent, at øll mál, sum koma inn frá bygdunum, fara um eina og somu skrivstovu á Vaglinum til tess at tryggja, at tey verða avgreidd rímiliga skjótt.

    Hugaligt er eisini, at býráðið hevur skipað eina serstaka økisnevnd at taka stig til at menna bygdir kommununnar á øllum økjum. Økisnevndin arbeiðir í høvuðsheitum yvirskipað og tvørgangandi, men kann eisini taka upp mál fyri einstakar bygdir.

    Tað er somuleiðis gleðiligt, at býráðið hevur sett ein samskipara at taka sær av málum, sum hava við økismenningina at gera.

    Dømi um mál, sum økisnevndin kann taka upp eru: Útstykkingar til bústaðir og vinnu, vetrarfriðing, vegir og ferðslutrygd, vinnumenning, ferðasamband, skúlaviðurskifti, dagstovna- og ungdómsmál, ítróttar- og frítíðarvirksemi til allar aldursbólkar v.m.

    Nevndin skal eisini orða ein økismenningarpolitikk fyri kommununa, seta ítøkilig mál og skjóta upp átøk, eins og hon kann møta á fundum í staðbundnu nevndunum.

    Tvinni viðurskifti eru kortini, sum ikki kennast nøktandi enn.

    Annað er, at økisnevndin er ikki skipað sum ein av býráðsins føstu nevndum, men sum ein undirnevnd. Tað gevur henni eina heldur veika støðu. Hitt er, at sum er hevur økisnevndin onga sjálvstøðuga játtan, tíansheldur nakran peningaligan karm at arbeiða út frá.

    Tjóðveldi í býráðnum hevur nú í sambandi við fíggjarætlanina og aðrar viðgerðir í býráðnum mælt til, at økisnevndin fær støðu sum ein av føstu nevndunum við einum ávísum sjálvstøðugum fíggjarligum karmi.

    Ikki fyrrenn hetta er fingið í lag, hugsi eg, at økisnevndin fær rætta flogið.

    Jógvan Arge,
    varaborgarstjóri og býráðslimur fyri Tjóðveldi

    ---


    < Samrøður við Turið Sigurðardóttir | Svimjihylur og Musikkskúli >

    BØKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    classicreplicas.co.uk

    thereplicas.co.uk

    abwatches.co.uk

    Her ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verða vanliga svaraðir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast her.

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síðuna til tína byrjunarsíðu!
  • Bílegg bøkur
  • rolexlol.co.uk

    rolex-watch.me.uk
    www.ukreplica.co.uk

    Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR