14:15
Bókmentafrøðingurin Turið Sigurðardóttir verður nú gestur í Meg minnist. Hon er professari á Fróðskaparsetri Føroya og hevur í heyst fingið mentanarheiðursløn M.A.Jacobsens.
Í barnaheiminum vórðu tey hildin til at lesa og skriva. Tí hevur Turið altíð havt áhuga fyri máli og bókmentum. Eftir studentsprógv í Havn las hon bæði mál og bókmentir í Íslandi og Danmark.
Loksins valdi hon bókmentirnar og skrivaði høvuðsuppgávu um føroysku fosturlandssangirnar.
Henni dámar at undirvísa og skriva um bókmentir og var í lestrartíðini í ritstjórnini fyri mentanartíðarritið BRÁ. Hetta er fyrra sending.
---