FORSÍĐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓĐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráđiđ (1163)
  • Břkur (42)
  • Fólkatingiđ (24)
  • Greinir (11)
  • Ítróttur (89)
  • Lřgtingiđ (234)
  • Rřđur (47)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viđmerkingar (15)
  • Ymist (145)


  • KUNNING
  • Um síđuna
  • Ćvisřga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrřđur
  • Vallýsing 2001
  • Býráđsvaliđ 2000
  • Eitt 100 ára stríđ

  • FLEIRI GREINIR
  • Mín krýnika 5 - ummćli
  • Nýggj krýnika í bókabúđunum
  • Merkiđ 100 ár
  • ÍSF fyllir 80 ár (4/4-2019)
  • Óvanliga informativ bók
  • Yvir til Bryggjubakka
  • Nýggj bók frá Jógvan Arge
  • Nýggj bók frá Jógvan Arge


  • 07.10.2013 | Evni: Býráđiđ
    Nólsoy aftur eftir hćli
    Fólkataliđ minkar í Nólsoy. Í dag búgva 100 fólk fćrri í Nólsoy enn fyri 30 árum síđani. Hesi árini er fólkataliđ minkađ nćstan ein heilan triđing. Í 1986 búđu 315 fólk í Nólsoy. Í dag eru tey 216 í tali.

    Í dag eru so at siga eingi privat arbeiđspláss í Nólsoy. Flakavirkiđ er burtur, skipini eru burtur, útróđurin er so at siga hildin uppat o.s.fr. Tey allarflestu, sum hava arbeiđi, arbeiđa í Havn og ferđast dagliga ímillum.

    Alt gott um tađ at siga, men tann stóri munurin í fólkatalinum stendst helst av, at nólsoyingar ikki longur hava síni egnu arbeiđspláss, sum tey, iđ áđur vóru á flakavirkinum, á skipunum, í útróđri og alivinnu. Ein máti at steđga minkingini í fólkatalinum í eini oyggj sum Nólsoy er at virka fyri nýggjum virksemi og arbeiđsplássum í bygdini.

    Tórshavnar býráđ hevur ásannađ, at bygdirnar í kommununi skula rađfestast fremri. Tí er sett ein řkisnevnd, har allir flokkar eru umbođađir. Stevnan í breiđa samstarvinum um bygdir og řkismenning er púra greiđ: “Avgjřrt er at stovna eina serstaka řkisnevnd at viđgera og taka stig til at menna bygdir kommununnar á řllum řkjum”.

    “Nevndin arbeiđir í hřvuđsheitum yvirskipađ og tvřrgangandi, men tekur eisini upp mál fyri einstakar bygdir. Dřmi um mál, sum nevndin kann taka upp, eru: útstykkingar til bústađir og vinnu, vetrarfriđing, vegir og ferđslutrygd, vinnumenning, ferđasamband, skúlaviđurskifti, dagstovna- og ungdómsmál, ítróttar- og frítíđarvirksemi til allar aldursbólkar v.m.”

    Var á borgarafundinum í Nólsoy hendan dagin. Áhugaverdur og lívligur fundur viđ nógvum hugskotum. Nógvir spurningar vóru daglig mál, sum kunnu loysast í eini handavend, er vilji til tess. Onnur eru truplari at fáast viđ og krevja meira tíđ og pening.

    Tađ, sum peikađi einamest frameftir, var uppskotiđ um eina peningajáttan til mennandi endamál í oynni.

    Hetta samsvarar vćl viđ tađ, sum Tjóđveldi í býráđnum hevur framfřrt um, at řkispolitikkurin er at rokna sum einki, verđa ikki teir bjřrtu tankarnir fylgdir upp viđ eini peningaligari avseting, sum řkisnevndin kann gera tilmćli til býráđiđ burturúr.

    Fyrsta fíggjarćtlanin hjá nývalda býráđnum er til viđgerđar í hesum dřgum. Vit vćnta, at býráđiđ í verki verđur samt um at rađfesta bygdirnar so mikiđ ítřkiliga viđ serstakari peningajáttan hesi komandi árini, at nógv munagott sćst eftir, tá skeiđiđ er runniđ.

    Vit hava viđ opnum řrmum tikiđ bygdirnar upp í landsins oddakommunu. Nú eiga vit ikki at lata tćr sigla sín egna sjógv.

    Jógvan Arge, varaborgarstjóri ---


    < Á ferđ í Húsavík 3 | Á ferđ í Kunoy >

    BŘKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    Her ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verđa vanliga svarađir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast her.

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síđuna til tína byrjunarsíđu!
  • Bílegg břkur


  • Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR