
Oljumessan OE í Aberdeen í farnu viku var veldiga stórt tiltak við mongum framsýnarum og luttakarum. Sjálvur enski fíggjarmálaráðharrin var røðari, tá stevnan varð sett. Hann hevði góðar vónir um framtíðina, men ein fyritreyt var, at Skotland ikki loysir frá restini av Bretlandi.
Fíggjarmálaráðharrin var rættiliga hvassur í sínum viðmerkingum móti ætlanunum í Skotlandi at loysa frá Onglandi, Wales og Norður Írlandi. Fólkaatkvøða verður um spurningin næsta ár, og stríðið um undirtøkuna fyri ella ímóti gongur longu við fullari ferð.
Mær fell í lut at umboða Tórshavnar kommunu á móttøku, sum býráðið í Aberdeen beyð sínum næstu vinum til eitt kvøldið. Vertur var Deputy Lord Provost, sum var ógvuliga áhugaður í, hvussu gongst við oljuleitingunum í Føroyum.
Hann segði í stuttari røðu, at framtíðin hjá Aberdeen við teimum útlitum, sum eru fyri oljuvinnu bæði í Norðsjónum og vestanfyri Hetland vestur móti føroyska markinum, er bjørt. Hann læt heilsa vinum í Føroyum.
Har var eisini nýliga fráfarni borgarstjórin í Stavanger, Leif Johan, sum nú er stjóri fyri stóru oljumessuni í Stavanger, ONS, ið føroysk umboð plaga at vitja í stórum tali við sluppini Westward Ho, sum er vorðin eitt eyðkenni fyri ONS.
Leif Johan, sum ungur gjørdist borgarstjóri í norska oljuhøvuðsstaðnum, lat sessin frá sær í fjør, og hann segði seg ikki hava saknað stólin eitt sekund, síðani hann gavst. Men uppgávan í ONS man heldur ikki vera so lítil. Hann lat eisini heilsa kenningum í Føroyum.
Vit høvdu nakrar fundir. Ein var við Crampian Chamber og Commerce, um hvussu teir hava skipað sítt vinnumenningararbeiði og hvussu stovnurin tænir vinnulívinum í royndunum at koma longur fram á leið og fáa nýggj sambond og vinnumøguleikar. Vinnan fíggjar felagsskapin í mesta mun.
Ein annar var við Birger Haraldseit frá vinnumenningarfelagsskapinum “Greater Stavanger”. Har var avtalað, at Tórshavn skal koma upp í eitt samarbeiði í Norðurhøvum, sum hevur til endamáls at fyrireika nýggj øki til skilagóða tilgongd til oljuvinnu.
Hammerfest í Norðurnoregi er ein partur, Tórshavn í Føroyum ein, Fjarðarbygd á Eysturlandinum í Íslandi ein og Nuuk í Grønlandi ein. Haraftrat er eisini Ålborg í Danmark við sum býurin, ið skal servisera oljuvinnu í Grønlandi.
Nógvar vitjanir vóru á føroyska básinum. Ein breti spurdi eftir vinnumálaráðharranum. Hann segði seg hava selt honum ella einum soni eina Harley Davidson og ætlaði sær at fáa at vita, hvussu hon riggaði.
---