“Greater Stavanger” er vinnumenningarfelagsskapur fyri Stavangerleiðina, sum er miðdepilin fyri norsku oljuvinnuni.
”Fundurin var sera spennandi og áhugaverdur. Hetta stigið úr Stavanger kann fáa stóran týdning fyri okkara framhald innan oljuvinnu – ikki minst, um olja verður funnin undir Føroyum”, sigur Jógvan Arge.
”Men hetta samarbeiði fær eisini týdning, sjálvt um olja ikki verður funnin undir Føroyum enn, tí oljuleiðirnar eru nú so nær, at tær eru eitt heilt nattúrligt vinnugrundarlag hjá føroyingum og føroyskum fyritøkum, sigur varaborgarstjórin.
“Vit eru sera fegnir um at hava fingið áheitan frá okkara samstarvskommunu Stavanger um at vera við í einum framtíðar oljusamstarvi og hava takkað ja,” sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.
Samstarvið er ætlað millum verandi og komandi oljubýir í Danmark, Føroyum, Íslandi, Grønlandi og Norra. Tað snýr seg um at fara undir eina verkætlan, har man skal samskifta og byggja upp netverk, sum hava samband við oljuvinnu í Norðurhøvum..
“Endamálið er at samskifta um royndir, menna útbúgvingarmøguleikar og -støðið og byggja upp nýggjar alliansur og tænastuvinnuna, soleiðis at nýggj oljuøki verða betri fyrireikað til framtíðar avbjóðingar og fáa sum mest burtur úr,” sigur Birger Haraldseit frá vinnumenningarstovninum Greater Stavanger.
Verkætlanin hevur fingið heitið “North Atlantic Petroleum Network” og fer at vera eitt samstarv millum Stavanger og Hammerfest, Ålborg, Nuuk, Tórshavn og kommununa Fjarðabygd á Eysturlandinum í Íslandi.
Stavanger ynskir at vera til at stuðla undir eina positiva og skilagóða menning innan oljuvinnuna í nýggjum landspørtum og londum. Birgir Haraldseit sigur, at tey longu hava knýtt samband við økini í Norðurnorra, serstakliga Hammerfest, at ráðgeva teimum, hvussu oljuuvinnan best verður ment og útbygd. Norsk oljuvinna sær fegin, at nýggjar útgerðarhavnir bæði í Norðurnorra og í londum í Norðuratlantshavi, har hon virkar og fer at virka, arbeiða undir best hugsandi umstøðum.
Hetta hevur eitt nú samband við fundini í Barentshavinum. Goliat oljukelduni fer at tørva miðstøð á landi til sítt virkemi í næstu framtíð, og avgjørt er at brúka oljuútgerðarhavnina í Hammerfest.
Birgir Haraldseit sigur, at nú bæði Føroyar og Ísland leita eftir olju, verður eisini tørvur á at samskipa virksemið og byggja upp netverk til tess at fáa eina skilagóða tilgongd. Ìslendingar hava longu lagt seg eftir at byggja útgerðarhavn á Eysturlandinum. Hon skal tæna oljuvirksemi í íslendskum sjógvi og helst eisini nýggju oljuleiðunum á norskum øki við Jan Mayen. Tað verður ov langt at fara til norskar havnir frá hesum framtíðar oljuøkinum.
Samstarvið snýr seg eisini um at byggja upp samstarv á lokalum støði eins og kortleggja og skráseta hvørjir førleikar eru í ymsu økjunum.
Settur er ein stýringsbólkur at arbeiða víðari við verkætlanini, har Tórshavn eisini er umboðaður.
Tað er greitt, at nýggju og komandi oljulondini í Norðuratlantshavi hava brúk fyri at læra av royndunum, sum eitt nú norski oljuhøvuðsstaðurin hevur gjørt sær. Her varð fyrsta oljuútgerðarhavnin í Norra løgd, og í dag brúka fleiri av oljufeløgunum hana. Seinni eru bygdar fleiri aðrar útgerðahavnir framvið strondini so hvørt oljumenningin hevur fingið fastatøkur longur og longur norðari.
Við sínum royndum halda norðmenn, at eitt nú føroyingar og íslendingar eiga ikki at spjaða alt oljuvirksemi, men heldur savna tað á einum stað, so tað fær bestu nyttuna og verður ein skilagóða íløga fyri bæði vinnuna og landið.
Birgir Haraldseit sigur, at tá føroyingar skulu til byggja oljuútgerðarhavn til at tæna møguligum framtíðar oljufundum er umráðandi, at hon liggur tætt við flogvøll, hevur stórt uppland og er í fólkaríkum øki, har stór fíggjarliga orka er eisini.
Stavanger kommuna, sum hevur tikið stig til samstarvið, er eisini í tøttum samstarvi við landsmyndugleikarnar um at vera við til at fíggja slíkar verkætlanir sum hesa.
---
orra.
Hetta kom fram á altjóða oljumessuni í Aberdeen, tá umboð fyri Tórshavnar Kommunu hittu umboð fyri “Greater Stavanger”, vinnumenningarfelagsskapin á Stavangerleiðini í Norra.