Fráboðan frá Tjóðveldi
Fakfólk, kommunupolitikarar og løgtingslimir floksins úr ymsum plássum í landinum løgdu fram á fundinum. Ymiskar hugsanir og ætlanir vórðu lagdar á borðið og viðgjørdar. Fundurin staðfesti:
All best series of uk luxury super clone watches can be find here.
- At ætlanirnar hjá landsstýrinum at leggja eldraøkið til kommunurnar hava higartil vent grundleggjandi skeivt. Tað hevur ikki snúð seg um borgaran ella starvsfólkini, men bert snúð seg um skrivstovuveldishugsan, stuttskygdar loysnir og at leggja ábyrgd frá sær til aðrar kassar og ógreiðar skipanir.
- At tann førdi skattapolitikkurin undirgrevur møguleikarnar at fíggja haldgóðar vælferðartænastur frameftir, har ójavni og brúkaragjøld koma inn gjøgnum bakdyrnar.
- At fyri Tjóðveldi snýr eldraøkið og eldrapolitikkur seg um at tryggja øllum borgarum í landinum grundleggjandi somu rættindi, møguleikar, fjølbroytt tilboð og ávirkan á egnar lívsumstøður – uttan mun til, hvar í landinum vit búgva.
- At vit hava ríkar møguleikar at menna nógv meira fjølbroytt tilboð á eldraøkinum – við eitt nú heimatænastu, dagtilboðum, kalliskipanum, eldraíbúðum við ávísum tænastum og øðrum, sum kunnu menna sjálvsavgerðarættin og lívsgóðskuna og fáa nógv meira burtur úr fíggjarliga fænum. Í dag hevur alt ov nógvur dentur verið lagdur á røktarheimspláss.
- At fíggjarliga ábyrgdin og umstøðurnar at tryggja og menna bestu og fjølbroyttastu tænastuna skal vera greið, haldgóð og samhaldsføst.
- At tey mongu dugnaligu fakfólk og starvsfólk skulu fáa veruligar umstøður at útinna sítt arbeiði á eldraøkinum uttan at drukna í skrivstovuveldi og rokniørkum.
- At Tjóðveldi setur omanfyrinevndu mál sum avgerandi fyri at viðgera, hvar og hvussu eldraøkið skal skipast millum land og kommunur. Og at ein fullfíggað lýsing verður gjørd av fyrimunum og vansum fyri borgaran av at skipa eldraøkið sum lands- ella kommunalt mál.
- At tað er ábyrgdarleyst at flyta eldraøkið 1. januar 2014, tí ongar fortreytir eru greiðar.