Í dag eru liðin 100 ár síðani, at Erlendur Patursson, fyrrverandi løgtings-, landsstýris- og fólkatingsmaður var føddur.
You can possess best uk replica watches if you intensively read the website.
Hann var ein av stovnarum Tjóðveldisfloksins og umboðaði flokkin á tingi frá 1954 til 1966 og frá 1970 til hann doyði 16. juni í 1986.
Erlendur varð føddur í Kirkjubø, sonur Jóannes bónda Patursson og íslendsku Guðny av Karlsskála á Eysturlandinum.
Blaðungur fór hann til Íslands at ganga í realskúla og har tók hann eisini studentsprógv. Úr Íslandi fór hann til Oslo, har hann tók 1. part í búfrøðislestri og fullfíggjað cand. polit prógv tók hann á lærda háskúlanum í Keypmannahavn í 1942.
Heimafturkomin til Føroya eftir stríðslok var hann fíggjarligi ráðgevi løgtingsins 1946-1947, eitt skifti fiskimaður, róði út við Gustav á Sundi, og í 1953 varð hann kosin til formann í Føroya Fiskimannafelag.
Erlendur var virkin millum føroyingar ´+i Danmark undir krígnum, og var ein av Føroyingafelagsmonnunum, sum ferðaðust kring landiðå í 1946 at tala fyri loysningini.
Tað óvæntaða hendi, at loysingin fekk meiriluta á fólkaatkvøðu, men allur leikurin endaði við heimastýrislógini í 1948. Sum mótmæli móti henni var Erlendur ein teirra, sum stovnaðåu Tjóðveldisflokkin í mai 1948.
Í apríl 1949 tók hann við sum blaðstjóri á málgagni floksins 14. September. Hetta starv røkti hann í fyrstu atløgu fram til 1962 og aftur frá august 1973 til januar 1976.
Í 1954 varð Erlendur Patursson valdur tingmaður fyri Sandoyar valdømi, sum hann umboðaði fram til 1966. Frá 1970 til sín deyð umboðaði hann Suðurstreymoyar valdømi.
Erlendur var landsstýrismaður í sjálvstýrislandsstýrinum 1963-1966, har hann hevði fíggjármálini, og hann var føroyskur fólkatingsmaður 1973-1977.
Erlendur búði síni mongu seinastu ár aftur í Kirkjubø. Fyrstu mongu árini eftir heimkomuna í 1945 búðu hann og konan Morið ymsastaðni í Havn,
---