Skálafjarðartunnilin skal ikki slóða fyri, at byggimyndugleiki verður fluttur frá kommununum til landið.
What kinds of perfect knockoff watches are worth having? Top uk breitling replica watches.
Tað eru Kommunusamskipan Føroya og kommunurnar við Skálafjørðin samdar um, nú løgtingið týsdagin fer undir at viðgera lógaruppskotið hjá Kára P. Højgaard, landsstýrismanni í innlendismálum, sum heimilar honum at gera einkarrætt við privat felag at byggja, reka og eiga undirsjóvartunnilin.
Greinin í lógaruppskotinum, sum leypur í eyguni á kommununum, er ein nýggj §15b í lógini, ið er soljóðandi:
”Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta, at hann hevur tær heimildir, sum kommunurnar hava til at veita myndugleikagóðkenning viðvíkjandi tunnilsverkætlanini, um so er, at kommunurnar seta fram ynski um tað, ella um so er, at tað er neyðugt grundað á fíggjarlig atlit hjá loyvishava heruppií, at verkætlanin kann fremjast.”
Hesa áseting tulka kommunurnar soleiðis, at landið er við at taka byggimyndugleikan frá kommununum. Í sínum hoyringssvari skrivar Kommunusamskipanin millum annað soleiðis:
”Greinin tykist stutt og greitt at hava til endamáls at seta kommunurnar út av spælinum sum byggimyndugleika í sambandi við íbindingina av Skálafjarðartunnlinum. KSF heitir tí á landsstýrismannin um at taka § 15b úr aftur uppskotinum.”
Somu støðu hava Nes, Runavíkar og Sjóvar kommuna í felags hoyringssvari.
Í viðmerkingunum til lógaruppskotið grundgevur Kári P. Højgaard soleiðis fyri, hví hann vil hava lógarheimild til at taka byggimyndugleika frá kommununum:
”Endamálið við ásetingini er í fyrstu atløgu at gera tað møguligt hjá kommununum at fáa landið, um kommunurnar ynskja tað, at taka yvir byggimálsviðgerðina í hesum máli, sum er størsta mál um útbygging av undirstøðukervinum í Føroyum nakrantíð. Landið kann gerast endurgjaldskyldugt, um loyvishavi ikki fær neyðug loyvi til ásettar tíðir, hóast loyvishavi annars lýkur lógarinnar krøv og allar treytir fyri at fáa myndugleikagóðkenning.”
Kelda: in.fo
Størv
VÓNIN søkir sølufólk
Rakstrar- og supportfólk til Elektron