FORSÍÐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓÐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráðið (1163)
  • Bøkur (42)
  • Fólkatingið (24)
  • Greinir (11)
  • Ítróttur (89)
  • Løgtingið (234)
  • Røður (47)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viðmerkingar (15)
  • Ymist (145)


  • KUNNING
  • Um síðuna
  • Ævisøga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrøður
  • Vallýsing 2001
  • Býráðsvalið 2000
  • Eitt 100 ára stríð
  • imitacion de rolex

  • FLEIRI GREINIR
  • Mentamaður í serklassa
  • Tjóðarlaðing á Bryggjubakka
  • Mín krýnika 5 - ummæli
  • Nýggj krýnika í bókabúðunum
  • Merkið 100 ár
  • ÍSF fyllir 80 ár (4/4-2019)
  • Óvanliga informativ bók
  • Yvir til Bryggjubakka


  • 20.07.2013 | Evni: Býráðið
    Toftamenn gera innrás í Havn

    Fríggjamorgunin kom Westward Ho skúmandi inn um Molan og stýrdi beint inn á Vestaruvág, har sjómansvísurnar dundu um alla vánna.

    ”Manningin”, sum kom í land á Høgukei, vóru ikki færri enn 40 vælvaksnir veteranar úr Undirhúsinum á Toftum, harav nógvir vóru gamlir sluppmenn.

    Í Múllers Pakkhúsi tóku sitandi borgarstjóri Jógvan Arge og Ingibjørg Berg, kommunustjóri, ímóti. Jógvan Arge beyð toftamonnum vælkomnum og greiddi frá pakkhúsinum og gamla umhvørvinum við Vestaruvág.

    Jógvan Arge greiddi í drúgvari røðu frá um toftamenn í Havn, um samskiftið millum Toftir og Havnina og um gomlu skipini hjá Søren Múller. Eldru toftamennirnir vóru eisini sera hugtiknir av málningunum hjá Hans Skálagarð, og fleiri høvdu verið við sluppum, sum Skálagarð hevur málað.

    - Westward Ho smæðist ikki burtur millum siglarar. Sluppin, sum varð bygd í Onglandi í 1880’unum, er framvegis siglingarfør bæði millum oyggjarnar og millum lond við sjálvbodnari manning. Hartil er hon eitt prýði, segði Jógvan Arge, sum helt, at toftamenn við síni vitjan í dag eisini høvdu ásannað hetta.

    Eftir ein kaffimunn kvitteraðu toftamenn fyri framúrskarandi móttøkuna við at Undirhúskórið sang eina fleirræddaða sjómansvísu í besta shantystíli. Ikki eyga turt. Síðan fóru teir at vitja løgtingið, haðan leiðin gekk út á bátasavnið og í onnur søvn í býnum eftir ein góðan døgverða á Hafnia.

    Hava fólk hug at heilsa uppá og hoyra góðan harmonikutónleik, so loysir Westward Ho aftur av Høgukei við toftamonnum kl 18.

    < Tilboð latin upp upp á Reinsaríið | 24 nýggj grundstykki í Hoyvík >

    BØKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    lektire lektira jastuci madraci cvijece horoscope umrli vicevi sanovnik horoskop knjige ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verða vanliga svaraðir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síðuna til tína byrjunarsíðu!
  • Bílegg bøkur
  • replicas relojes aaa Goedkope Replica Horloges

    Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR