Havnin fær nýtt spælistað. Reinsaríið verður nú gjørt um til eitt veruligt rytmiskt spælistað. Almenningurin kann eftir ætlan fara til fyrstu konsertirnar í nýggja spælistaðnum um miðjan februar 2014.
Buying luxury replica watches ca with both low price and high quality at our online store.
Where can you buy aaa quality Fake Rolex Watches Outlet? Our Swiss fake watches online store can be a good choice.
Arbeiðið at gera elligamla bygningin um til spælistað byrjar eftir ætlan í august, nú tað er greitt, at Húsavarðatænastan eigur lægsta tilboðið at gera bygningin til spælistað. Felagið bjóðar seg at gera arbeiðið fyri knappar 5 milliónir krónur uttan fyrivarni. Trý tilboð komu inn.
Tað er teknistovan Kontrast, ið hevur byggingina um hendi. Fyritøkan fer nú undir at samráðast við lægsta boðið. Síðani verður viðmæli lagt fyri býráðið at taka støðu til.
- Vit eru fegin um tilboðini, vit hava fingið. Og vit bíða spent eftir at spælistaðið kemur. Hetta er avgjørt nakað, ið vantar í býnum, sigur Jógvan Arge, virkandi borgarstjóri.
Bygningurin er frá 1830-unum. Síðani hevur pakkhús, reinsarí, vaskarí og eina tíð eisini posthús húsast í bygninginum. Tórshavnar kommuna keypti bygningin fyri nøkrum árum síðani. Semja var um, at bygningurin skuldi varðveitast, og at hann skuldi nýtast til mentanarlig endamál.
- Innrættingin av nýggja spælistaðnum er gjørd í tøttum samráði við tónleikararnar í býnum. Vit fegnast um góða samstarvið. Tað fer at gagna bæði gestum og teimum, ið framføra.
Best-selling uk fake watches for men and women can be found from the online store. All the collections are available.
Buy cheap uk replica watches online.
Kelda: torshavn.fo