FORSÍÐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓÐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráðið (1163)
  • Bøkur (42)
  • Fólkatingið (24)
  • Greinir (11)
  • Ítróttur (89)
  • Løgtingið (234)
  • Røður (47)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viðmerkingar (15)
  • Ymist (145)


  • KUNNING
  • Um síðuna
  • Ævisøga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrøður
  • Vallýsing 2001
  • Býráðsvalið 2000
  • Eitt 100 ára stríð

  • FLEIRI GREINIR
  • Mín krýnika 5 - ummæli
  • Nýggj krýnika í bókabúðunum
  • Merkið 100 ár
  • ÍSF fyllir 80 ár (4/4-2019)
  • Óvanliga informativ bók
  • Yvir til Bryggjubakka
  • Nýggj bók frá Jógvan Arge
  • Nýggj bók frá Jógvan Arge


  • 15.06.2013 | Evni: Røður
    Nú skulu vit bæði skjótt yvir um ánna

    Jógvan Arge: Setanarrøða á Sundalagsstevnu í Hvalvík/Streymnesi fríggjadagin 14. juni 2013.

    Tá hon sá Vikublaðið nú hendan dagin, spurdi kona mín, hví ein býráðslimur í Havn skuldi seta Sundalagsstevnuna. Hetta undraði hana ikki sørt, og hon helt, at tað mátti onkur í Sundalagnum klárað minst líka væl.

    Eg var skjótur at spyrja, um hon ikki hevði lagt til merkis, at tað fyrsta, vit síggja fyri okkara vindeygum í Havn um morgunin, er ein reyður býbussur, sum á nummarplátunum hevur bókstavirnar HZ eftir borgarstjóranum í Sunda kommunu.

    Og so legði eg aftrat, at kanska tey har norðuri høvdu hugsað: “Lige for lige, når venskab skal holdes!”

    Sundalagið samarbeiðir

    Tað er mær ein heiður at vera boðin at siga nøkur orð, nú stevnan verður sett her við røktarheimið Mørkina í kvøld. Um heimið er ungt, so er upprunin søguligur. Hetta er fyrsta heim, sum er bygt eftir eini nýggjari fíggingarskipan, sum løgtingið samtykti fyrst í øldini.

    Tað vóru kommunurnar, ið tá vóru her á leiðini, sum við einari umsókn til løgtingið skoraðu á at fáa landið at vera við at fíggja røktarheimið, sum tær ætlaðu at byggja. Tað var ikki eyðsýnt, at hesar kommunur einsamallar fóru at fáa slíka fígging, men tá meiriluti fekst fyri at gera skipanina galdandi fyri allar kommunur, brast fyri nev.

    Heimið kom ikki burtur úr ongum. Umboð fyri kommunurnar her høvdu leingi lagt pening av til eitt felags heim, sum tørvur var á fyri eldri borgarar, og tá stuðulin kom frá landinum, lá væl fyri at fara undir hetta snotiliga verk.

    Hetta er bert eitt av fleiri átøkum millum bygdir við Sundalagið, sum hava borið góðan ávøkst. Sera stóran týdning hevur tað havt, at kommunurnar á sinni kastaðu saman um felagsskúlan á Oyrarbakka.

    Har komu børn og ung úr øllum Sundalagnum at ganga í teimum eldru flokkunum í fólkaskúlanum og í realskúla. Tað hevði aftur við sær, at hesi ungu fólk komu at kennast væl og fingu ein ávísan felags samleika.

    Andin av Oyrarbakka

    Havi eg skilt tað rætt, so hevur tann andin, sum kom burtur úr, verið ein tann besta drívmegin í arbeiðnum at leggja kommunurnar í núverandi Sunda kommunu saman. Teir flestu í kommunustýrunum kendust frá tíðini í felagsskúlanum á Oyrarbakka, og væl lá fyri hjá teimum at tosa seg til rættis.

    Sunda Kommuna er í dag landsins næststørsta kommuna í fermetratali. Bara Tórshavnar kommuna er størri. Ársins Sundalagsstevna verður hildin í tvíburabygdunum Hvalvík og Streymnes, sum nú eru meir at kalla siamesiskar, og liggja væl fyri miðskeiðis á føroyska meginlandinum.

    Við teimum góðu samferðslumøguleikunum við brúgv um Streymin og nógvum tunnlum tekur bara ein hálvan tíma at ferðast til Klaksvíkar, Runavíkar, Havnar ella Flogvøllin. Nógvar ungar familjur búgva í hesum væl útgjørda vakstrarøki, og fólkatalið er vaksið javnt og samt í fleiri ár. Útivið 500 fólk búgva í hesum báðum bygdunum. Tað er næstan ein triðingur av øllum fólkinum í Sunda kommunu.

    Kappróður, borðtennis og fótbóltur

    Sundalagsstevnan er sprottin úr gomlum bygdastevnum og kappróðri. Fyri 20 árum síðani varð gjørd tann skipan, at ein FM-róður skuldi verða í Sundalagnum á hvørjum ári, tí hesar bygdir áttu sín lut í, at kappróðurin hevði ment seg um alt landið.

    Hvalvík og Streymnes vóru ikki tær bygdir, sum í mínum uppvøkstri vóru mest kendar fyri ítróttabrøgd. Jú, onkuntíð vóru tær væl við í kappríðing, hugsi eg, og telvararnir her á leiðini hava ikki smæðst burtur. Men nógv annað er hent tey seinastu 30-40 árini.

    Ert tú komin í holt við einstaklingar ella lið higani, so hevur tap ofta verið í hendi, tí í fleiri ítróttagreinum hava fólk úr Hvalvíkar/Streymnesar Róðrarfelag og Ítróttafelagnum Streymi staðið seg avbera væl.

    Tað byrjaði við kappróðrarfelagnum og teimum grønu bátunum Hvessingi og Báruni. Sum útvarpsmaður og formaður í ÍSF eitt skifti hitti eg tey fólkini, og eitt var púra greitt. Her varð arbeitt í álvara, og hugurin at vinna var eyðsýndur.

    Tann, sum eg minnist best, var Helgi Olsen. Oddamaður á Hvessingi og seinni Norðsetri. Tá kappróðurin kom fyri, var hann sum ein slánur. Um heystið fór hann at taka upp á holdini, so tað sást langan veg.

    Men viljin var so sterkur, at tá lagt varð til brots á stevnunum, sást ikki á flotinum, í hvørjum borði Helgi sat. Góð javnvág var í bátinum, allir vóru í bestu venjing og úrslitini hareftir. Hvessingur var ofta fyrstur á mál.

    Kvinnurnar fingu eisini góð úrslit við bátunum. So góð, at tá ein samansett manning úr fleiri bátum slapp at umboða Føroyar til kappróður á so fjarum leiðum sum á Scilly-oyggjunum úti fyri Lands End í Onglandi, var eisini umboð við higani.

    Bæði bátar og róðrarøki vóru øðrvísi enn okkara. Teinurin var longri og bátarnir nógv fleiri, so tað líktist rættiligum grindaróðri, men oyggjarnar vóru sjáldsama fruktagóðar og hugtakandi.

    Streymur vildi hava vøll

    Her kom eitt ítróttafelag aftrat, sum tók upp fleiri ítróttagreinir. Ikki minst minnast vit, tá borðtennis varð spælt í Streymi. Bæði kvinnur og menn spentu seg út eina langa tíð, og føroyameistaraskapirnir vóru nógvir, serliga hjá kvinnunum, sum í áravís ráddu í kappingunum.

    Ítróttagreinin, sum enn livir sítt fríska lív, er fótbólturin. Fótbóltsvøllurin var í fyrstani kanska meir eitt eiti her niðanfyri, men Niels Petersen var skjótur at leggja stórar ætlanir. Hann vildi gera vøllin soleiðis, at hann kundi góðkennast til kappingar. Eg var við honum á einum fundi við landsverkfrøðingin Mikkjal Helmsdal.

    Mikkjal var ikki tann, sum lat seg taka av fótum. Hann hevði sínar viðmerkingar um eina ætlaða staðseting nærhendis landsvegnum, men annars sat hann mest og rullaði slipsið, sum hann var vanur, og eg haldi ikki, vit fingu nakra játtan frá honum, tá málið fyrstu ferð varð lagt fyri hann.

    Seinni komu tit á mál við vøllinum, og nú í nøkur ár eru nógvir av týdningarmestu landskappingardystunum í Føroyum spældir við Margáir.

    Navnið Streymur livir enn í samanrenning við EB, sum óivað er tann fyrsta samanleggingin av ítróttafeløgum, ið hevur hepnast væl. Úrslitini siga sína greiðu søgu.

    Fótbóltsspælarar úr øllum Føroyum piprast, tá teir skula kappast móti EB/Streymi, antin tað er heima ella úti – fyri ikki at siga í steypafinalu á Tórsvølli. Sjálvt Manchester City í ensku premier league kann tosa við um fótbóltsdygdirnar í Sundalagnum í Føroyum.

    Jákup á Norð og Elspa Sanna

    Nú vit eru stødd á hesum stað, havi eg hug at venda aftur til Mørkina og tey gomlu. Eitt valaverk og eitt gott heim. Tey gomlu fegnast um dagarnar her og hava tað gott. Ikki tí, tað høvdu gomul fólk her á leiðini eisini fyrr, tó at umstøðurnar vóru aðrar.

    Las í Kristiani Osvald Viderø nú ein dagin um eini hjún í Streymnesi, Jákup á Norð og Elspu Sanna. Tey høvdu verið í hjúnarbandinum í sjeyti ár og hildu jarnbrúdleyp heima við hús.

    Hann lá endilangur á gólvinum og roykti. Høgra hondin helt upp undir pípuna, og um hina hondina helt Elspa Sanna, sum sat á einum lágum skamli uppi yvir honum. Hon er blind, men hoyrir. Hann er deyvur, men sær. Tey eru sum Ádam og Eva, áðrenn ormurin kom inn í Eden-garðin, skrivar Viderø.

    Hann reisir seg og fer at fáa sær tubbak og kemur aftur til hennara guvandi, boyggir seg niður yvir hana. Hon strýkur honum um síða hvíta skeggið, sum andlit hennara hvørvur í.

    Hann leggur seg aftur á gólvið, og hendur hennara fara trilvandi um andlit og armar og bringu hans, og hon minnir hann aftur á fríggjaradagarnar, tá tey vóru í brúdleypinum hjá Tummasi bónda uppi í Geil, og teir brúðarhúsmorgunin skuldu drekka úr, sum tað kallaðist.

    Tá mundi eg doyð, tekur hann til orða brosandi. Ov mikið var tá drukkið.

    Tá Jákup skuldi skriva tey inn hjá presti í Kvívík, varð hann settur til borðs, men við slíkt borð hevði hann aldri sitið. Hann hevði verið til skips, men har var onki borð: vit sótu á skríni og ótu úr stampi, sum vit høvdu á knøunum.

    Vid borðiskin lá okkurt, sum eg einki skil visti á. Tað var lítil dúkur í silvurringi. Seinni fekk eg at vita, at tað var átuklæði – ella serviettur.

    Nú skulu vit bæði skjótt um ánna

    Nei, tala ikki svá, sigur Elspa Sanna læandi og kínir honum um skeggið, “verri vart tú staddur í Íslandi, men Guds góða hond var yvir tær og gav tær svull á rassin, so tú fórt ikki til útróðrar tann dagin, teir gingu burtur. Ja, Guðs góða hond hevur verið við okkum, og hevur knýtt okkum hjúnarbandið.

    Jákup festir sær aftur í pípuna, og guvandi mælir hann væl nøgdur av munni: Nær man Guð nú senda okkum eina grind aftur? Nú fer spikið at minka. Vit róu heilt til Klaksvíkar í grind, og nótina bóru vit heilt til Leynar og kastaðu har. Tað var tungt at bera. Nú verður einki gjørt.

    “Nei, nú ger eingin nakað", tekur hon aftur í orðini, eingin rør og eingin ber tøð, tíansheldur tara. Teir gomlu hvalvíkingarnir bóru land í leypi á stigstongum yvir um ánna, áðrenn brúgvin var komin, og hesir gingu á stigstongum yvir um ánna, tá teir fóru í kirkju. Ofta var torført yvirum, men í kirkju skuldi farast.

    Hon tekur báðar hendur sínar um hond Jákups og sigur av hjarta: Nú skulu vit bæði skjótt yvir um ánna. Tað verður í bili, men tað verður dýrdligt, tí at tá fært tú hoyrnina aftur og fert at hoyra einglasongin, og eg fái eyguni aftur og skal sjá alla hina himmalsku dýrd. Tað verður undurfult....”

    Vit skula eisini yvir um ánna. Í kvøld verður tað hvørki á styltum ella í bili, men til gongu eftir nýggju gøtuni og brúnni, sum gjørd er um Stórá, niðan í Viðarlundina til búffarnar, sum skótarnir grilla. Hetta er bara eitt av mongum tiltøkum á stevnuni, sum hevur stóra skrá bæði í morgin og sunnudagin.

    Sumt er skemt og annað er álvara. Tað verður spennandi at vita, hvussu kappróðurin spælir av. Ikki minni spennandi verður at síggja, hvussu EB/Streymur fer at standa seg móti Víkingi, men kanska fer at standa allarmest á í hólmgonguni sunnudagin millum bygdaráðslimirnar í Eiðis og Sunda kommunum.

    Fari at ynskja tykkum eina góðan stevnu, og við hesum orðum er Sundalagsstevnan 2013 sett.

    Takk fyri.

    ---

    < Hugleiðingar fyri NORA | Nýggjur kirkjugarður í Kaldbak >

    BØKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    Her ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verða vanliga svaraðir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast her.

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síðuna til tína byrjunarsíðu!
  • Bílegg bøkur


  • Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR