FORSĶŠAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓŠIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Bżrįšiš (1163)
  • Bųkur (30)
  • Fólkatingiš (24)
  • Greinir (10)
  • Ķtróttur (88)
  • Lųgtingiš (234)
  • Rųšur (44)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Višmerkingar (15)
  • Ymist (144)


  • KUNNING
  • Um sķšuna
  • Ęvisųga
  • Bókaśtgįvur
  • Sjónvarpslżsing
  • Samrųšur
  • Vallżsing 2001
  • Bżrįšsvališ 2000
  • Eitt 100 įra strķš

  • FLEIRI GREINIR
  • 10 mió eyka til eldrarųkt og heimatęnastu
  • Vinnulķviš mį blóma
  • Vestara bryggja og vinnuliga virksemiš
  • Tey flokkast um okkara valskrį
  • Fólkiš fyrst og fremst
  • Nżggj bók frį Jógvan Arge
  • Vandi fyri óviškomandi atlitum
  • Musikkskślin į vegamóti


  • 19.05.2013 | Evni: Rųšur
    Noršuratlantisk undurverk
    Eg havi fingiš hųvi til at siga nųkur orš, nś kavarin og myndamašurin Ingi Sųrensen er komin so langt, at hann gevur śt sķna persónligu og upplżsandi myndabók um Fųroyar undir vatnskorpuni.

    Taš er voršiš so vanligt ķ seinastuni at ummęla bųkur nęstan įšrenn tęr eru komnar śt. Taš fari eg ikki at gera ķ dag, al tann tķš, eg ikki havi nęrlisiš bókina.

    Men umbošandi ein av teimum stovnum, sum hevur valt at stušla hesi forkunnugu śtgįvuni, kann eg siga, at taš er ein spennandi heimur, sum Ingi Sųrensen letur upp fyri okkum.

    Hugaheimur viš havbotnin

    Taš er ikki óvanligt fyri fųroyingar at hava sķn hugaheim ķ sjónum og nišri viš havbotnin. Havi eg skilt fiskimenn og śtróšrarmenn rętt, so livir hugurin lķka nógv undir vatnskorpuni sum teir liva lķviš oman į henni.

    Taš hevur mangan veriš įhugavert at hoyra menn greiša frį ųllum tķ, sum teir hava lęrt um havbotnin og um lķviš ķ sjónum. Tį hevur tś ręttiliga fingiš hylling į teirra hugaheimi.

    Hóast teir kanska ongantķš hava veriš śti ķ į fiskileiš, so hava teir vitaš so at siga alt um havbotnin, hvųnn kneysa og stein, og teir hava eisini vitaš alt um feršingarlagiš hjį teimum fiskaslųgum og djórum ķ sjónum, sum teir hava roynt eftir.

    Fyri teir er vitan um skap og lķv undir vatnskorpuni sera umrįšandi.

    Framsóknir froskmenn

    Vit hava eisini bęši yrki og ķtriv undir vatnskorpuni. Kavarayrkiš er eitt og froskmannaķtrótt eitt annaš. Hugsi, at hvųr einasti ein, sum luttekur ķ hesum, er bergtikin av lķvinum ķ sjónum. Taš er nógv meira fjųlbroytt enn vit landkrabbar duga at hugsa okkum, og taš er altķš spennandi at sķggja film ella myndir, sum eru tikin ķ sjónum.

    Litirnir eru fjųlbroyttir, lķviš er margfalt, viš bęši plantum og djórum. Slķkar upplivingar vķška sjónarringin um okkara rķku nįttśru, og tann, sum eina ferš hevur feršast undir vatnskorpuni, fęr mangan hug til at kanna hendan heimin gjųllari.

    Eina ferš fingu vit eitt froskmannafelag ķ bżnum, Tórshavnar Froskmannafelag. Eitt undangongufelag į so mangan hįtt ķ Fųroyum viš mongum eldsįlum ķ leišsluni og ķ limaskaranum.

    Teir lųgdu nógv fyri. Kavašu bęši her og har og allastašni og luttóku ķ kappingum so langt burturi, sum į Cuba. Teir įtóku sęr eisini neyšugar arbeišsuppgįvur į sjónum. Onkur teirra fekk kanska sum froskmašur fyrsta ķblįsturin til eitt lķvsstarv antin viš havbotnin ella omansjóvar.

    Vil eggja til kaving

    Ingi Sųrensen vil viš bókini, sum her veršur lųgd fram, geva lesarunum eina livandi mynd av lķvinum ķ havinum kring Fųroyar.

    Gjųgnum fotolinsuna hjį kavaranum veršur lesarin tikin viš nišur ķ tann gįtufųra undirsjóvarheimin og fęr lut ķ sųgum um sjįldsom landslųg, sjįldsamar verur, fiskar, plantur og gloymd skipsvrak.

    Hugsanin viš bókini er at lata dyrnar upp fyri tżšandi upplżsingum um lķviš ķ Noršurhųvum. Ingi hevur eisini eina hugsan um, at bókin kann vera viš til at eggja bęši fųroyingum og śtlendingum at kava viš Fųroyar, og at hetta fer at koma feršavinnuni vęl viš. At vķsa, at Fųroyar kunna gerast eitt satt kavaraparadķs hevur veriš ein tżšandi partur aftanfyri verkętlanina.

    Fųroyaleišin er vakstrarųki hjį tżšandi fiskaslųgum og plantuslųgum. Fųroyaleišin er eisini ųkiš, har tżšandi havstreymar mųtast og eitt tżšandi vegamót ķ sambandi viš tķšarinnar vešurlagsbroytingar.

    Vónin hjį śtgevaranum er, at hendan bókin veršur ein fleirfaldur fongur fyri bęši fųroyingar og śtlendingar.

    Fari at ynskja Inga til lukku viš verkinum og góša eydnu viš įtakinum.

    Jógvan Arge

    ---

    < Blįs ķ horniš Ólivant | Bżrįšiš keypir bankar >

    BŲKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    Her ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verša vanliga svarašir innan 24 tķmar. Spurningar og svar sķggjast her.

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa sķšuna til tķna byrjunarsķšu!
  • Bķlegg bųkur


  • Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR