FORSÍĐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓĐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráđiđ (1163)
  • Břkur (30)
  • Fólkatingiđ (24)
  • Greinir (10)
  • Ítróttur (88)
  • Lřgtingiđ (234)
  • Rřđur (44)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viđmerkingar (15)
  • Ymist (145)


  • KUNNING
  • Um síđuna
  • Ćvisřga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrřđur
  • Vallýsing 2001
  • Býráđsvaliđ 2000
  • Eitt 100 ára stríđ

  • FLEIRI GREINIR
  • Stýringina aftur á beint
  • 10 mió eyka til eldrarřkt og heimatćnastu
  • Vinnulíviđ má blóma
  • Vestara bryggja og vinnuliga virksemiđ
  • Tey flokkast um okkara valskrá
  • Fólkiđ fyrst og fremst
  • Nýggj bók frá Jógvan Arge
  • Vandi fyri óviđkomandi atlitum


  • 03.04.2013 | Evni: Ítróttur
    Sverre Midjord áttati
    Heđin Mortensen hevur skrivađ honum hesa heilsan:

    Eldhugađur undangongumađur í ítrótti, politikki og annars innan alt tađ, hann hevur fingist viđ og havt áhuga fyri – og tađ er ikki so lítiđ millum ár og dag. Soleiđis kann í stuttum gevast ein lýsing av fřđingardagsbarninum, Sverre Midjord, sum 2. apríl fylti 80 ár.

    Sverre er eitt av hesum fólkunum, iđ gera vart viđ seg, har tey eru, og sum seta sćr varandi spor, tí viljin er sterkur, sum drívur verkiđ. Alt hetta nógva verđur gjřrt so inniliga og sannfřrandi, at ofta hevur tú ivast í, hvussu tađ ber til hjá einum menniskja at vera so tćtt knýtt at áhugamálum og arbeiđi, iđ altíđ hevur til endamáls, at fjřldin og – ikki minst – uppvaksandi ćttarliđiđ kann njóta gott av tí.

    Talan er ikki um at gera vart viđ seg sjálvan ella at lađa sćr sjálvum varđar, men alt hetta nógva er og hevur veriđ merkt av einum einastandandi samfelagssinni, iđ so ómetaliga nógv menniskju kunnu njóta gott av. At Sverre er tvřramađur av heilum huga, hevur eingin nakrantíđ havt orsřk til at ivast í, og hevur hann vart býin og stađiđ viđ hond og fót alla sína tíđ, bćđi í orđ og í tal.

    Í ítrótti og politikki hevur Sverre Midjord havt óteljandi álitisstřrv, iđ hava kravt ikki so lítiđ av honum. Men gjřgnumgangandi hevur veriđ ein ótroyttiligur arbeiđsinnsatsur, iđ alla hansara lívsleiđ hevur boriđ viđ sćr, at úrslit hava ligiđ eftir, og mál eru rokkin. Sjálvt, tá onnur hava hildiđ, at nú hevur veriđ siktađ ov hřgt, hevur tađ hepnast honum at stýra og skipa so vćl fyri, at řll hava ásannađ, at kósin var tann rćtta og úrslitiđ hareftir.

    Bćđi í lokalpolitikki og landspolitikki hevur Sverre veriđ ein av teimum, iđ hava notiđ stóra virđing millum manna – bćđi hjá samdum og ósamdum.

    Og sum ágrýtin samfelagskjakari hevur hann ikki veriđ bangin fyri at sett orđ á mangt av tí, vanliga fólkiđ hugsađi, men kanska ikki hevđi mřguleika fyri at bera fram upp á sama máta sum hann. Í nógvar mátar má sigast, at Sverre í sínum politiska yrki veruliga hevur veriđ ein fólksins mađur.

    Ikki minni hevur hann lagt nógv og gott eftir seg í sínum yndisítrivi, iđ řll árini hevur veriđ ítróttin. Sjálvur hevur hann roynt seg í bćđi hondbólti og fótbólti, men serliga er tađ innan borđtennis, at hann sum virkin íđkari hevur gjřrt vart viđ seg. Hann eigur sín stóra lut í, at hesi ítróttagrein hevur veriđ lív lagađ í Fřroyum, tí hann var viđ til at legđi lunnar undir fřroyskt borđtennis, og taldist millum tey virknu viđ battinum langt upp í árini.

    Drúgvur og trúgvur hevur Sverre Midjord eisini veriđ, tá talan hevur veriđ um at arbeitt fyri alla fřroyska ítrótt, tí í meira enn 40 ár sat hann í stjórnini í Ítróttasambandi Fřroya, har hann eisini í meiri enn 25 ár sat sum varaforseti. Fyri trúgva og drúgva virkiđ sítt innan ÍSF hevur Sverre fingiđ řll tey heiđsursmerki, Ítróttasambandiđ gevur.

    Í starvstíđ síni í Ítróttasambandi Fřroya hevur Sverre upplivađ og veriđ partur av nógvum broytingum, og menningin innan ítróttina hevur veriđ sera stór, men avbjóđingar tó ongantíđ střrri enn so, at Sverre var altíđ klárur. Altíđ hevur hann veriđ til reiđar at tikiđ eitt tak, har brúk hevur veriđ fyri tí, og á serliga fyriskipanađarliga řkinum hevur hann innan landsítrótt víst sínar dygdir.

    Vit báđir hava samstarvađ leingi og vćl í felags tíđ okkara í Ítróttasambandinum, men eisini hava vit havt nógv saman og nógv til felags á řđrum řkjum. Vinsćlur er Sverre sum fáur, og tí er tađ mćr av sonnum ein gleđi at kunna bera honum hesa fřđingardagsheilsan.

    Góđi Sverre, hjartaliga tillukku og takk fyri gott vinarlag og trúfesti. Alt tađ besta frameftir.

    Heđin Mortensen

    ---


    < Gloymiđ ikki kommunurnar | Blás í horniđ Ólivant >

    BŘKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    Her ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verđa vanliga svarađir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast her.

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síđuna til tína byrjunarsíđu!
  • Bílegg břkur


  • Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR