FORSĶŠAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓŠIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Bżrįšiš (1163)
  • Bųkur (33)
  • Fólkatingiš (24)
  • Greinir (10)
  • Ķtróttur (88)
  • Lųgtingiš (234)
  • Rųšur (45)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Višmerkingar (15)
  • Ymist (145)


  • KUNNING
  • Um sķšuna
  • Ęvisųga
  • Bókaśtgįvur
  • Sjónvarpslżsing
  • Samrųšur
  • Vallżsing 2001
  • Bżrįšsvališ 2000
  • Eitt 100 įra strķš

  • FLEIRI GREINIR
  • Lķtiš mansligt lokabragd
  • Ein er tķšin at dansa
  • Sterkan lista E ķ Tórshavnar bżrįš
  • Hon teknar ręšumyndir ķ skślamįlum
  • Stżringina aftur į beint
  • 10 mió eyka til eldrarųkt og heimatęnastu
  • Vinnulķviš mį blóma
  • Vestara bryggja og vinnuliga virksemiš


  • 02.02.2013 | Evni: Bżrįšiš
    Eg lovi at gera mķtt besta

    Jógvan Arge: Rųša į 40 įra móttųku fyri Hešini Mortensen sum bżrįšslimi 1.2.2013.

    Eg lovi at gera mķtt besta eru inngangsoršini ķ skótalyftinum hjį Skótališi Sigmunds Brestissonar. Hetta lyfti var į hvųrjum įri boriš hįtķšarliga fram av ųllum skótum viš legubįliš uppi ķ Varšaholuni Santa Jųrunds dag.

    Millum teirra var tann blašungi Hešin Mortensen, sum mišskeišis ķ fimmtiįrunum flutti śr Trongisvįgi til Havnar og skjótt fall til millum sķnar javnaldrar ķ bżnum. Kongabrśgvin, Krókabrekkan, Glašsheyggur og Abbatrųš vóru skjótt sum Mekka fyri hann, og har fann hann sķnar fyrstu vinir.

    Millum skótarnar tį vóru allir dreingirnir ķ Krókabrekkuni og ašrir ķ grannalagnum. Helst fingu teir Hešin viš nišan ķ ta nżggju prżšiligu Skótahųllina viš Havnarį, sum avloysti gamla speidarahśsiš į Bakkahellu.

    Skótalyftiš var eitt taš fyrsta, tś skuldi duga: “Eg lovi at gera mķtt besta fyri altķš at halda skótalógina, altķš at hjįlpa ųšrum og ķ einum og ųllum at vķsa meg sum ein ręttan skóta”.

    Kanska er hetta einasti eišur, sum Hešin Mortensen hevur svoriš. Setningurin “altķš at hjįlpa ųšrum” rann męr ķ huga, tį bżrįšiš baš meg um at siga nųkur orš į hesum degi, nś vit hįtķšarhalda, at Hešin hevur sitiš ķ bżrįšnum longri enn nakar annar, ķ heili 40 įr.

    Lęrlingur hjį Peturi ķ Gong

    Ķ bżrįšshųpi tekur hann javnan til, tį į stendur, at “Vit mugu hjįlpa manninum”. Hann letst at siga hetta ķ spųlni, men eg haldi, at hetta lyndi er honum ķboriš og sigur nógv um hansara sinni.

    Samstundis eru hetta orš, sum hann tekur upp aftur eftir lęrumeistara sķn, tann drśgva bżrįšslimin og byggimeistaran Petur ķ Gong, sum ķ įramįli ķ bżrįšnum einans er yvirhįlašur av lęrlinginum Hešini.

    Petur ķ Gong var ķ 34 įr valdur į einum leingi sera sterkum privatlista, sum teir flokspolitisku listarnir fingu grį hįr ķ hųvdiš av. Į hansara lista stillaši Hešin Mortensen fyrstu ferš upp til bżrįšiš ķ 1972.

    Hansara bakland var einamest Havnar Róšrarfelag, men Kaggin įtti kanska eisini sķn part ķ honum saman viš ųšrum góšum fólkum, so tį saman um kom, sat bilmekanikarin og maskinsmišurin hjį Wenzel Petersen ķ bżrįšnum, einans 26 įra gamal.

    Valkvųldiš roknaši Hešin ikki viš at verša valdur, so hann og Hjųrdis tųrnašu inn nišri į Hoyvķksvegnum, įšrenn uppteljingin var lišug. Eg giti, at taš er seinasta feršin, hann er inntųrnašur ķ ótķš eitt valkvųld.

    Sķšani hevur taš gingiš slag ķ slag į 10 bżrįšsvalum aftrat. Eyškenni fyri Hešin hevur hesa tķšina veriš, at hann altķš er til reišar og į blettinum – um taš so er at greiša ślvungum frį sķnum skótalķvi ella strķšast viš landsstżriš um Marknagilsdepilin.

    Hann kom inn ķ bżrįšiš sum ein óskrivaš halastjųrna hjį Peturi ķ Gong, men setti skjótt kós eftir borgarstjórasessinum. Taš bleiv ein longri ferš ķ Tórshavnar bżrįš. Hann kom at bķša ķ heili 32 įr.

    Ašrar tķšir

    Ein mašur, sum hevur sitiš ķ bżrįšnum ķ Havn ųll tey seinastu 40 įrini, hevur innanķ frį upplivaš meir um menning bżarins enn nakar annar. Hann hevur havt ein fingur viš spęlinum allan vegin – bęši fyri og ķmóti nżggjum įtųkum – sum luturin hjį einum politikara jś er.

    Nś er hann oddamašur fyri einum sameindum bżrįš ķ eini breišari politiskari semju, sum fevnir um allar flokkar ķ bżrįšnum. Henni fór hann eftir, tį hann viš sķnum nśverandi flokki hevši vunniš reinan meiriluta ķ bżrįšnum.

    Soleišis var samarbeišslagiš ikki fyri 40 įrum sķšani. Tį gjųrdu teir politisku flokkarnir alt fyri at halda listan, sum Hešin varš valdur į, uttanfyri įvirkan.

    Hetta var ķ eini tķš, tį politisku flokkarnir lųgdu dent į at nżtķšargera kommunuskipanina og arbeišslagiš ķ kommununi. Teir vildu sleppa burtur śr gamla lagnum, at politikarar kundu taka tżšandi avgeršir, sum ikki vóru grundašar ķ fakligum sakkunnleika.

    Hųvušsbrekiš var kanska ikki politikararnir sjįlvir, men helst lķka nógv tann veruleikin, at tķšin hevši yvirhįlaš kommunulógina, sum ikki var endurnżggjaš, sķšani Havnin varš skipaš sum keypsstašur ķ 1908.

    Tį Hešin kom ķ bżrįšiš var ein nżggj kommunulóg var akkurįt komin ķ gildi. Kommunan var viš stórum tųkum farin undir at leggja framtķšina til ręttis. Nógvar stórar ętlanir komu į boršiš og vóršu framdar til tess at umskipa og menna bżin.

    Taš kravdi sķnar menn og kvinnur, og hetta skiftiš var stundum hart. Politikararnir fingu toyggiš frį illa nųgdum borgarum, og embętismenninir, sum lųgdu rįšini, fingu javnan toyggiš frį politikarunum.

    Men nś varš bżrįšiš valt eftir eini lóg, sum kravdi, at borgastjórin varš valdur fyri fżra įr og ikki kundi koyrast frį ķ valskeišnum. Endamįliš var at tryggja stųšufesti.

    Frammanundan kundi hann koppast į hvųrjum įri ella kanska samdust teir um at bżta tey fżra įrini ķmillum sķn.

    Petur Christiansen var tann fyrsti ķ tķ trygga sessinum, Poul Michelsen annar, Lisbeth Petersen triši, Leivur Hansen fjórši og Jan Christiansen fimti. Ųll uttan Petur C vóru yngri ķ gųtuni enn Hešin, men tey sluppu upp į tindin, įšrenn hann slapp fram at sum tann sętti.

    Long leiš į tindarnar

    Hešin hevur havt eitt spennandi og umleypandi lķv ķ bżrįšnum. Tey fyrstu 16 įrini umbošaši hann borgaralistan, sum teir sjįlvir nevndu hann, men hann slapp ongantķš upp ķ ein meiriluta ųll hesi įrini. Taš kundi vera stuttligt at sita og arga ķ minniluta, men var neyvan nųktandi ķ longdini.

    Ķ 1988 skifti hann ham. Kom ķ bżrįšiš į fimta sinni, nś sum sambandsmašur, og slapp viš ķ samgongu. Tey nęstu 16 įrini hevši Hešin ymsar įlitisessir, eitt nś sum nevndarformašur ķ mentan og bżarskipan og eisini varaborgarstjóri, men hann kendi seg ikki vera komnan nóg langt upp į tindin.

    Eftir nķggjunda vališ į raš ķ 2004 fekk hann borgarstjórasessin ķ boši. Taš var ein stór freisting, men snįvingarsteinarnir vóru nógvir. Taš legši hann lķka ķ. Nś var kjansurin endiliga har.

    Eftir ymsar leikir ķ ymsum skotum į nįtt sum į degi kom hann undan kavi aftur ķ javnašarhami. Hann var endašur aftur ķ flokkinum, har hann byrjaši sum unglingi sum mešstovnari av ungmannafelg javnašarfloksins SU. Samstundis var hann endiliga blivin borgarstjóri ķ Havn ķ samgongu viš Tjóšveldi.

    Mikiš rok og mikil gleimur, sum seint verša gloymd, men Hešin hertók Vagliš og fór at stjórna bżnum og bygdunum viš samgongunnar framskygdu og vķšfevndu virkisskrį, sum sķšani hevur sett sķn dįm į Tórshavnar kommunu. Og har situr hann trygt į sķnum trišja skeiši.

    Įhaldandi sum fįur

    Hann er ķšin, snśšin og leggur nógv fyri. Hann umbošar kommununa av heilum hjarta og hevur serstųk evni at lofta sęr ķ politiskum leikum og roki.

    Taš er eitt bragd at hava sitiš 40 įr į raš ķ Tórshavnar bżrįš. Bragdiš veršur ikki minni av, at hann mįtti strķšast fyri borgarstjórasessinum ķ heili 32 įr.

    “Livir tś nóg leingi, so veršur tś kongur av Svķarķki”, sigur eitt oršatak. Taš mugu vit sanna, at borgarstjórin hevur livaš upp til.

    Hešin hevur eisini livaš upp til skótalyftiš um altķš at hjįlpa ųšrum og oršini hjį Peturi ķ Gong ķ sama duri. Hann hjįlpir av einum góšum hjarta į politisku śtreišslusķšuni, og roknar afturfyri viš atkvųšum į inntųkusķšuni.

    Tķ veršur taš seinur dagur, įšrenn nakar fęr so dygga persónliga undirtųku frį borgarunum, sum bżarins nśverandi fašir – ella kongur - fekk į bżrįšsvalinum herfyri.

    Men tak ikki feil av honum. Hann kann eisini seta fųtur ķ spenni, og tį er hann ikki altķš lķka mjśkur at strśka.

    Eitt leingi livi

    Fari vegna bżrįšiš at ynskja tęr til lukku viš teimum 40 įrunum. Tś ert įhaldandi sum fįur. Um onnur 40 įr veršur tś kanska tann einasti av okkum, sum framvegis veršur ķ bżrįšnum. Tį veršur tś bara 105, og taš blķva fólk so javnan ķ dag.

    Hešini dįmar vęl at verša sęddur, at verša umrųddur og avmyndašur. Hann hevur onki ķmóti at fįa višurkenning fyri taš, hann hevur strķšst fyri og avrikaš. Taš benda ųll heišursteknini og riddarakrossarnir į.

    Višurkenning er eisini slķk móttųka, sum hendan, og eitt leingi livi. Eg fari at bišja mannamśgvuna saman viš męr rópa eitt trķfalt livi fyri nśverandi borgarstjóranum og bżrįšsliminum ķ Havn ķ heili 40 įr, Hešini Mortensen.

    ---

    < Petur Knudsen aftur sunnudagin | Beinrakni Uni argaši >

    BŲKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    Her ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verša vanliga svarašir innan 24 tķmar. Spurningar og svar sķggjast her.

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa sķšuna til tķna byrjunarsķšu!
  • Bķlegg bųkur


  • Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR