FORSÍĐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓĐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráđiđ (1162)
  • Břkur (30)
  • Fólkatingiđ (24)
  • Greinir (10)
  • Ítróttur (88)
  • Lřgtingiđ (234)
  • Rřđur (44)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viđmerkingar (15)
  • Ymist (144)


  • KUNNING
  • Um síđuna
  • Ćvisřga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrřđur
  • Vallýsing 2001
  • Býráđsvaliđ 2000
  • Eitt 100 ára stríđ

  • FLEIRI GREINIR
  • Vinnulíviđ má blóma
  • Vestara bryggja og vinnuliga virksemiđ
  • Tey flokkast um okkara valskrá
  • Fólkiđ fyrst og fremst
  • Nýggj bók frá Jógvan Arge
  • Vandi fyri óviđkomandi atlitum
  • Musikkskúlin á vegamóti
  • Tann křvisligi kloakkroykurin


  • 16.01.2013 | Evni: Viđmerkingar
    Komi aftur tá tú fćrt Nobel
    Teir eru fínir Tóroddur og Bjřrn. Nú fekk systkinabarniđ landsins hćgsta mentanarheiđur frá landsstýrismanninum, sum hann vildi meisla niđarlaga herfyri.

    Hetta er ein áhugaverd avgerđ og sigur vónandi eitt sindur um, at mentamálaráđiđ og umhvřrviđ kring tađ hóast alt eru ikki heilt so turrgeld, sum ófrćttirnar í seinastuni hava bent á.

    Tóroddur er orginalur, fjřlbroyttur, djarvur og so virkin sum nakar. Giviđ břkur út á hvřrjum ári í ein mansaldur, hevur gjřrt alt meir vart viđ seg innan myndlist og bjóđar av í řđrum listagreinum viđ.

    Tá hann fekk M.A.Jacobsen á sinni, stakk eg inn á gólviđ í kjallaranum undir Varđa til eina hugnalřtu uppi yvir řlkassunum. Segđi, at eg kom aftur, tá hann fekk Nobel. Tá reistist hann lćandi úr stólinum í sínum kurpali og takkađi brosandi fyri vitjanina.

    Nú fekk hann hendan fřroyska Nobelheiđurin heilt norđuri í Klaksvík, međan eg sat á mentanarnevndarfundi í Havn, so eg fekk onki viđ fyrrenn seint í gjárkvřldiđ.

    Ongin vitjan bleiv hesaferđ, men eg ynski Tóroddi hjartaliga til lukku viđ Mentunarheiđurslřn Landsins. Kanska er hon bara eitt stig á leiđini til Nobel.

    Tađ var tann tíđ, tá fólk hřvdu hug at smílast at Kioskini á keiini og nevndu hana hálvgum spottandi “Kultursentriđ”, tí har stóđu bćđi fróir og minni fróđir menn og lřgdu dagsins tekstir út viđ stórari sannfřring.

    Innanfyri diskin í řllum hesum rokanum stóđ í mong ár Tóroddur Poulsen. Í einum livandi havnar-og arbeiđsmannamiljř, har hann óivađ fekk mangan íblásturin. So góđan, at ekspedienturin í kultursentrinum nú er kosin til landsins hćgstu mentanarvirđislřn.

    Stik den!

    ---

    < Framsřkin politisk stevna í Havn | Njál Djurhuus leitar eftir pápa sínum >

    BŘKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    Her ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verđa vanliga svarađir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast her.

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síđuna til tína byrjunarsíđu!
  • Bílegg břkur


  • Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR