FORSÍÐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓÐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráðið (1163)
  • Bøkur (42)
  • Fólkatingið (24)
  • Greinir (11)
  • Ítróttur (89)
  • Løgtingið (234)
  • Røður (47)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viðmerkingar (15)
  • Ymist (145)


  • Møguleikar…
  • replica watches


  • KUNNING
  • Um síðuna
  • Ævisøga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrøður
  • Vallýsing 2001
  • Býráðsvalið 2000
  • Eitt 100 ára stríð
  • imitacion de rolex

  • FLEIRI GREINIR
  • Mentamaður í serklassa
  • Tjóðarlaðing á Bryggjubakka
  • Mín krýnika 5 - ummæli
  • Nýggj krýnika í bókabúðunum
  • Merkið 100 ár
  • ÍSF fyllir 80 ár (4/4-2019)
  • Óvanliga informativ bók
  • Yvir til Bryggjubakka


  • 15.12.2012 | Evni: Greinir
    Íslandsferðin við dreingjaliðnum
    Eitt 50 ára minni: replica watches Íslandsferðin við dreingjaliðnum

    Jógvan Arge

    Í summar vóru fimmti ár síðani dreingjaliðið hjá HB sum fyrsta føroyska ungdómslið í fótbólti var uttanlands og royndi seg.

    Hetta var ein forkunnug og drúgv ferð til Íslands í august 1962 hjá 16 vónríkum dreingjum, sum spældu á dreingaliðunum í Havn. Vit vóru 14 úr HB og høvdu lænt tveir B36arar at styrkja okkum við.

    Sjálvur var eg yngsti maður í ferðini og John Eysturoy næstyngstur. Í eldra endanum vóru Sverri Jacobsen, Baldvin Baldvinsson og Knút Thorsvig. Sjálvur var eg akkurát fyltur 15 og komin á dreingjaliðið hetta sama summarið.

    Hinir høvdu allir spælt eitt, tvey ella trý ár frammanundan, og fleiri høvdu verið føroyameistarar í dreingjadeildini í 1961 við HB, so vónirnar til liðið vóru góðar.

    Samarbeiði við Víking

    HB hevði gjøgnum fimmtiárini havt samarbeiði við felagið Víking í Reykjavík, ið hevur somu reyðu/svørtu búnar sum HB. Hugsi mær, at okkara ferð var sprottin úr huginum hjá bæði Víkingi og HB at lata teir ungu sleppa at at royna seg á útivølli.

    Fyrsti fótbóltsdystur, sum íslendskt lið yvirhøvur spældi uttan fyri egnar landoddar, var í Føroyum í 1930. Teirra sigur á føroyska landsliðnum í Gundadali ólavsøkudag 1930 er væl og virðiliga skrásettur í íslendsku ítróttasøguni.

    Í 1952 hevði HB boðið Víkingi til Føroya. Tá vunnu íslendingarnir. Í 1954 spældi eitt lið úr HB og B36 móti Víkingi í Reykjavík. Havnarliðið vann.

    Formaður í Víkingi frá 1948 til 1953 var Haukur Eyjolfsson. Í 1959 var hann ferðaleiðari hjá hondbóltsgentum úr Víkingi, tá tær vitjaðu í Føroyum.

    Haukur var aftur í nevndini í Víkingi í 1962, og hann var maðurin, sum okkara ferðaleiðari í Íslandi, tann vinsæli KFUM-skrivarin Jóhannes Álvheygg, hevði mest við at gera. Haldi hann át heima hjá Hauki og alt, sum Álvheygg skuldi orðna, varð gjørt gjøgnum Hauk.

    Vitjan úr Íslandi

    Summarið 1962 var hendingaríkt. Vit vandu sum ongantíð áður. Stundum hvønn einasta dag. Havi neyvan verið betri fyri enn tað sama. Vit skuldu ikki bert til Íslands at spæla í tríggjar vikur í august, men fingu eisini vitjan av dreingjaliði Víkings í eina viku miðskeiðis í juli. Teir búðu privat hjá okkum spælarum.

    Hátíðardámur var í Gundadali til hesar dystirnar. Gott summarveður, væl ruddaður og kálkaður grúsvøllur, øll fløgg uppi og nógvir spentir áskoðarar at vita, hvussu dreingirnir fóru at standa seg móti útlendskum liði.

    Ikki minni eggjandi varð alt hetta av, at vit púra óvæntað fingu nýggjar reyðar troyggjur og nýggjar stríputar hosur til okkara búna. Tá á døgum var tað óhoyrt at fáa ítróttaklæðir. Gevarin var ónevndur, søgdu teir, men onkur helt fyri, at Hans á Lag hjá Essaba mundi hava ein stóran fingur við í spælinum.

    Vanligt var tá, at menn og dreingir hjálptust við at arva troyggjur, sum vóru blivnar ov smáar hjá øðrum, ella frá monnum, sum vóru givnir. Vinstri halfurin á 1. liði og stundum landsliðnum Marius Johan Jensen lat mær tíðliga sína reyðu/svørtu dreingjaliðstroyggju. Tá var eg stoltur. Tað var min einasta ordiliga HB-troyggja.

    Stórsigrar í Gundadali

    Víkingur spældi tríggjar dystir í Føroyum. Tann fyrsti var móti HB. Vit vunnu 4-0. Spældu sum einglar, og fagnaðurin var stórur. Annar dysturin var móti B36. Víkingur vann 1-0 við máli, sum tann ágrýtni miðframherjin við einum armi, Jóhannes Tryggvason, nevndur Dengsi, skoraði. Møguliga var tað við brotssparki.

    Seinasti dysturin var móti býliðnum, har HB átti meginpartin av manningini. Í døgurðatímanum hendan dagin kom formaðurin í HB Harry Lava út á Bacalao at geva mær boð um, at eg skuldi spæla vinstri vongur á býliðnum. Tað hevði eg ikki droymt um, men tók tað sjálvandi sum eitt kompliment. Vit vunnu 4-1.

    Innivist í skúla

    Í Føroyum máttu dreingir ikki spæla í fótbóltsstyvlum, bara løriftsskóm. Í Íslandi kundu vit spæla í fótbóltsstyvlum. Summir okkara útvegaðu fótbóltsstyvlar í okkara stødd úr Danmark, aðrir læntu frá teimum vaksnu.

    Eg fekk ein danskan skúladrong, sum búði hjá okkum samstundis, sum íslendingarnir vóru her, at keypa mær einar nýtíðar Puma-styvlar í Keypmannahavn. Páll Kúrberg lænti styvlar frá tí legendariska snurritoppinum Venna Mortensen. Tað riggaði væl. Páll fluktaði besta málið á ferðini við teimum.

    Til Íslands varð farið við ferðamannaskipinum “Heklu” dagin eftir ólavsøku í somu ferð, sum landsliðið fyrstu ferð fór til Íslands at spæla á Laugardalsvøllinum. Vit svóvu hultur til bultur har frammi á triðja klassa á eini stórari madrassu, sum fylti alt lastarúmið. Lastin var full av krabbagággum. Ein teirra var Busch prestur í Klaksvík.

    Í Reykjavík fingu vit innivist í kjallaranum í Hæðagarðaskúlanum, sum var beint við vøllin hjá Víkingi við Bústaðahverfi. Morgunmat ótu vit í felagshúsinum, sum var í grannalagnum, og haðani var stutt til døgurða heima hjá íslendsku spælarunum. Mín vertur og javnaldur æt Jón Ísaksson. Hann var høgri bakkur og eg vinstri vongur, so vit vóru beinleiðis mótstøðumenn á vøllinum.

    Javnleikir, sigrar og tap

    Á vøllinum hjá Víkingi fingu vit ikki meir enn javnleik 1-1 móti vertunum, sum vit høvdu vunnið stórt á í Havn. Nakrar dagar seinni gekk leiðin við flogfari norður til Ísafjarðar.

    Ongin okkara hevði roynt hendan ferðarháttin áður, so tað var ein spennandi ferð, og vit løgdu okkum ógvuliga eina við at súgva bommið, vit fingu, so vit ikki fingu oyrnapropp, tá lent varð á tí sera sjáldsama flogvøllinum á Ísafirði.

    Spælt varð móti samansettum liðum úr feløgum Hørði og Vestri. Vit vunnu tann fyrra dystin 2-0. Dagin eftir spældu vit móti einum styrktum liði, og úrslitið var javnleikur 1-1 eftir ein spennandi dyst. Vit ferðaðust ikki sørt um ísafjarðarleiðina og vóru eitt nú til glæsiligt veitsluhald í Skíaskóla Ísafjarðar.

    Tá vit fóru av aftur Ísafirði, møttu vit landsliðnum á flogvøllinum. Okkara ferð gekk aftur til Reykjavíkar, men steðgurin var stuttur, og sama kvøld fóru vit við ferðamannaskipinum “Herjolvi” av Reykjavík til Vestmannaoyggjarnar.

    Hagar komu vit tíðliga á morgni og spældu longu sama kvøld fyrsta dystin móti samansettum liði úr feløgunum Tór og Týr. Fyrsta dystin vunnu vit ikki minni enn 4-0. Fleiri føroyingar vóru millum áskoðararnar við vøllin undir skúlanum og góvu seg til kennar, eitt nú Alfred Gøtuskeggi úr Norðragøtu.

    Annan dystin í Vestmannaoyggjum taptu vit 1-3 og tann triðja 1-2. Okkara forkláring var, at vestmannaoyingar toldu ikki at tapa, og tí settu teir vaksnar menn at spæla teir seinnu dystirnar móti okkum. Helst var nakað um tað. Tað høvdu vit so at øsa okkum við millum annan og triðja dyst. Triði dysturin var ein bardagi við lít, og tað var um reppið, at vit fingu javnleik.

    Javnleik móti íslandsmeistarunum

    Tá vit komu aftur til Reykjavíkar, varð skipað fyri tveimum dystum aftrat. Tann fyrri var í Keflavík sama dag sum landsliðið spældi har. Okkum gekst væl á einasta grasvøllinum, vit spældu á.

    Minnist enn yvirskrivtina á baksíðuni á Morgunblaðnum: “Teir vaksnu taptu, men dreingirnir vunnu”. Sigurin var so stórur sum 5-1. Tað var hendan dagin, Páll Kúrberg svingaði skógvin hjá Venna og skoraði við einum braki.

    Í síðstu løtu varð skipað fyri einum dysti aftrat. Hann var móti sjálvum íslandsmeistarunum í dreingadeildini, Vali, sum framvegis hevur vøllir nærhendis flogvøllinum og Hotel Loftleiðum.

    Nú eru bæði gras og graslíkisvallir har, men tá høvdu teir grúsvøll eins og vit. Vøllurin tóktist heldur bleytari enn aðrir vøllir, men hóast tað stóð okkara lið seg væl.

    Okkara lið varð sjálvandi mannað við teimum bestu og mest royndu leikarunum, og úrslitið varð javnleikur 2-2. Hetta varð mett sum krúnan á verkið eftir eina góða og drúgva ferð við trimum sigrum, trimum javnleikum og tveimum tapum.

    Millum íslendingar í Íslandi

    Fótbólturin var ein áhugaverd uppliving. Vit sóu tjóðarvøllin í Laugardali við áskoðaraplássum, grasi og rennibreyt. Vit sóu eisini vøllir og umstøður, sum vóru átøkar okkara, men íslendingarnir gjørdu meiri við at slætta vøllirnar fyri dyst. Teir brúktu ein lastbil við eini sleðu aftur úr til hetta.

    Vit vóru nógv millum íslendingar bæði á bygd og í bý. Fingu hylling á íslendskum máli, lærdu, hvussu íslendskir ungdómar livdu og stuttleikaðu sær, sóu við berum eygum, hvussu íslendingar høvdu skipað seg og fingu eitt ávíst innlit í, hvat rørdi seg í grannalandinum fyri vestan.

    Vit hildu teir vera ógvuliga amerikanskar. Búðu í bungalowlíkum húsum, høvdu breiðar vegir og stórar bilar. Tosaðu líka fegin enskt sum skandinaviskt. Pepsi Cola var at fáa á hvørjum horni, og dansistøðini í Reykjavík vóru meiri framkomin enn okkara, bæði Tórs Café og Glaumbær. Á bygd vóru tey meiri eyðmjúk eins og okkara.

    Lagið Midnight in Moscow rungaði á íslendskum allastaðni: “Tað var maikvøld í Moskvu tá” . Tann smørsøti Haukur Morthens varð nógv spældur eins og í Føroyum, og hann upptraðkaði í heilum á palli og í útvarpi. Íslendingar høvdu reklamur í útvarpinum, og avísdreingirnir í miðbýnum hoyrdust langan veg: Moggan, Moggan, Vísir, Vísir o.s.fr.

    Ein dagin vóru forsíðurnar ruddaðar, tá Marilyn Monroe hevði forgjørt sær í USA. Í Vestmannaoyum búðu vit á einum fiskavirki. Har var eitt radiolurt, sum vit hoyrdu føroyska útvarpið í. Tá frættist, at Flogfelag Føroya var undir stovnan at fáa í lag regluliga rutuflúgving saman við íslendingum. Tað ljóðaði sum eitt ævintýr.

    Standi upp á bankan

    Í miðbýnum vitjaðu vit javnan Hressingaskálan í Austurstræti at fáa kaffi og pannukøkur. Seinni gekk leiðin til einaasta pylsuvogn, sum hevði nakað upp á seg. Bæjarins beztu niðri við havnina.

    Hressingaskálin er broyttur síðani, men Bæjarins beztu er í sama stað og selur enn sum áður íslendskar pylsur. Einasta broyting er, at z’ið í navninum er vorðið til s. Hagar gongur leiðin framvegis, tá vitjað verður í Reykjavík.

    Hetta er ein 50 ára gamal vani frá fótbóltsferðini 1962, ið endaði við heimferð við gomlu “Dronning Alexandrine” hjá DFDS. Har umborð lá væl fyri at spæla ½ 12 um restirnar av lummapengunum, í bæðij donskum og íslendskum krónum. Onkur góður vinningur var, tá staðið varð upp á bankan í óðum verkum.

    Jú, jú. Vit tosa um brøgdini enn.

    ---


    < Mangt umbroytist á Argjum | Havnin stuðlar gásadalsfilmi >

    BØKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    lektire lektira jastuci madraci cvijece horoscope umrli vicevi sanovnik horoskop knjige ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verða vanliga svaraðir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síðuna til tína byrjunarsíðu!
  • Bílegg bøkur
  • replicas relojes aaa Goedkope Replica Horloges

    Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR