FORSÍĐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓĐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráđiđ (1163)
  • Břkur (30)
  • Fólkatingiđ (24)
  • Greinir (10)
  • Ítróttur (88)
  • Lřgtingiđ (234)
  • Rřđur (45)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viđmerkingar (15)
  • Ymist (145)


  • KUNNING
  • Um síđuna
  • Ćvisřga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrřđur
  • Vallýsing 2001
  • Býráđsvaliđ 2000
  • Eitt 100 ára stríđ

  • FLEIRI GREINIR
  • Hon teknar rćđumyndir í skúlamálum
  • Stýringina aftur á beint
  • 10 mió eyka til eldrarřkt og heimatćnastu
  • Vinnulíviđ má blóma
  • Vestara bryggja og vinnuliga virksemiđ
  • Tey flokkast um okkara valskrá
  • Fólkiđ fyrst og fremst
  • Nýggj bók frá Jógvan Arge


  • 08.12.2012 | Evni: Rřđur
    Mangt umbroytist á Argjum
    Góđu argjafólk og tit havnarfólk, sum hava dittađ tykkum út um brúnna!

    Fyrr stóđ jólatrćiđ á Argjum úti á Argjum. Í nógv ár stóđ tađ í skúlagarđinum og seinni á plássinum viđ Argja kirkju.

    Nú stendur tađ vćl her viđ Sandá og gamla prýđiliga Spinnaríiđ. At jólatrćiđ stendur her viđ farleiđina millum Argir og býin ber bođ um, at miđdepilin á Argjum flytir seg viđ býarmenningini.

    Fólk og stovnar eru flutt

    Útilřgufressarnir á Argjahamri tosa um gomlu bygdina “niđri á Argjum”, tó at “uppi á Borg” liggur í millum. Soleiđis umbroytist so mangt á mansins ćvi. Býarmenningin, sum á Argjum veruliga tók dik á seg í sjeytiárunum her á Múllerstrřđ, seinni inni í Vika og uppi á Hamrinum, hevur broytt bygdina.

    Skúlin er ikki longur í bygdini, men uppi á Argjahamri. Dagstovnarnir liggja allir í nýggju búsetingunum. Fótbóltsvřllurin og nógva virksemiđ har liggur innast í Dalinum longst frá gomlu bygdini. Og eisini trúarsamkomurnar flyta ella eru fluttar úr gomlu Argjum.

    Argjabođi er Argjabođi og Sandá er Sandá

    Okkurt er kortini, sum ikki broytist. Argjabođi er enn Argjabođi. Argjaskeriđ liggur enn sum verja fyri Střđni og ríka bátalívinum har, eisini kappróđrinum, sum argjafólk hava sett sín dám á í mong ár. Tađ var ikki av ongum, at argjamenn fyrr vórđu róptir hvessingar, tí teir vóru bćđi skjótir og kimiligir viđ ár og báti.

    Og enn rennur Sandá sum mark millum bygdina og býin, millum argjafólk og havnarfólk. Henda prúđa Sandá, tíđum stór og brúsandi, tíđum still og třlandi, markar og skapar karmin fyri tí serstaka samleika, sum altíđ hevur veriđ og framvegis verđur á Argjum. Tađ er eitt ríkidřmi fyri Havnarbý.

    Allar dagar hevur stórur třrvur veriđ á Argjum at sleppa um Sandá – at byggja brúgv millum eystara og vestara áarbakka. Soleiđis var eisini hjá niđursetumanninum Andrassi Mortanssoni, tí hann ferđađist nógv til arbeiđis kring landiđ.

    Í góđum líkindum kundi farast um ánna eftir lřgarsteinunum stutt niđan frá fossinum í Sandágerđi, men ikki slapst um Sandá, tá nógv vatn var í henni eftir áarfřri.

    Fyrsta brúgvin

    Andrassi leiddist viđ í at verđa skjútsađur til Havnar, og vendi sćr tí til amtmannin um at fáa hjálp at gera eina brúgv, men hann fekk tvřrt nei. Andrass fór kortini undir brúnna og valdi at gera hana her, sum áin klovnađi um hólmarnar, tí her hevđi hon minst megi.

    Fyrsta brúgvin um Sandá stóđ liđug í 1835, og Andrass beyđ amtmanninum at vera fyrstur at ganga um hana. Tá kom hann so smoykin viđ 10 ríkisdálum. Brúgvin hjá Andrassi var tann trygga farleiđin millum Argir og Havnina í nćstan 100 ár, og hon var eisini kirkjubřfólki og velbastađfólki góđ.

    Jákup í Mattalág og ađrir lađađu nýggja brúgv seinast í 1920unum. Hon varđ sett eitt sindur niđari, og tá tann núverandi brúgvin varđ stoypt seinast í 1960unum, var hon um somu leiđ.

    Argjabrýrnar hava veriđ ógvuliga týđandi fyri argjafólk, tí tćr hava veriđ teirra trygga atgongd til umheimin. Tađ hava tit eisini virt viđ at varđveita týđandi partar av teimum avlřgdu brúnum.

    Upprunabrúgvin er sett aftur í gamlan stand. Hon er í dag aftur ein góđ gongubrúgv um Sandá, og stabbarnir frá ađru brúnni eru framvegis til skjals omanfyri núverandi brúgv, iđ framvegis fer at vera nýtt.

    Fjórđa brúgvin ein stór broyting

    Tíđin og menningin báđumegin Sandá krevja, at gjřrd verđur nýggj og střrri brúgv at tryggja liđiliga ferđslu millum búsetingina á Argjum og Havnina. Arbeiđiđ fer í gongd fyrsta dagin.

    Henda brúgvin verđur ikki her niđri viđ sjóvarmálan, men longur inni í Dalinum, har býarmenningin hevur slóđađ fyri nýggjari farleiđ millum Argir og Havnina.

    Hetta verđur enn ein stór broyting fyri Argir, nú fleiri farleiđir verđa um ánna. Broytingin ber bođ um lív og menning, og tá saman um kemur, so er tađ tađ, sum vit řll ynskja okkum.

    Viđ góđum rćtti kanst tú spyrja, hvar miđdepilin á Argjum verđur í framtíđini? Tađ er ikki gott at vita, men jólatrćiđ her viđ Sandá er í řllum fřrum miđdepil fyri hesi lřtu sum frábođan um, at nú nćrkast jólum og gleđihátíđini eisini á Argjum.

    Jólini byggja eina brúgv um myrkur og ljós, har gleđibođskapur og barnakćti binda saman ćttarliđini og skapa tann serliga jólahugnan. Viđ hesum verđur jólatrćiđ á Argjum tendrađ.

    Gleđilig jól. Jógvan Arge


    < Nýggjur leiđari á Býarbókasavninum | Íslandsferđin viđ dreingjaliđnum >

    BŘKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    Her ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verđa vanliga svarađir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast her.

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síđuna til tína byrjunarsíđu!
  • Bílegg břkur


  • Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR