Vígdis Finnbogadóttir, fyrrverandi Íslands forseti, hevur veriđ á málfundi í Oslo. Har heitti hon á norđurlendingar um at tala saman á norđurlendskum málum og ikki á enskum.
“Tosiđ týđuliga og ikki ov skjótt, so skilja tit hvřnn annan”, sigur Vígdis.
Hon er UNESCO-sendifrúa viđ serligari ábyrgd fyri teimum smáu málunum. Í dag eru 5800 mál í heiminum. Nćstu 100 árini vćntast helvtin av teimum at hvřrva. Hon er ikki rřdd fyri íslendska málinum og tykist heldur ikki at vera rřdd fyri fřroyskum.
“Tá eitt mál hvrřvur, hvřrvur nógvur kunnleiki. Tú kennir teg heldur ikki at hava sama virđi tá”.
Vígdis heldur, at tađ eru tey ungu í dag, sum hava ábyrgdina av at taka sćr av málinum. “Tađ snýr seg um at vekja tey ungu fyri málinum”, sigur hon.
Hon vísir á, at flestu skandinavar, sum eru spurdir, siga, at teir skilja enskt betur enn grannamáliđ. Í hesum viđfangi tekur hon fřroyingar fram sum teir, iđ hava besta málskiliđ í Norđurlondum.
“Kanska er tađ tí, at teir hava veriđ noyddir at stríđast fyri sínum máli”, sigur Vígdis og leggur aftrat, at “tey, sum eru tvímćlt eru meiri kompetentir málnýtarar”.
Hon tekur uppaftur, at sum norđbúgvar eiga vit at tosa seint og týđuligt viđ hvřnn annan á norđurlendskum máli og ikki á enskum.
Vígdis hevur sína frágreiđing um, at máliđ hevur serligan sřguligan týdning í Norđurlondum. Hon vísir á, at norđurlendingar hava ikki so nógvar og stórar borgir at vísa á, sum tey hava longur suđuri í Evropa.
“Vita hava ikki stórar borgir, men vit hava orđini. Máliđ er okkara borg. Máliđ knýtir bond til sřguna”.
“Alt, sum eg veit um verđina, er fyrst hugsađ á máli. Kríggj verđa byrjađ á máli. Viđ at brúka mál í samráđingum kanst tú eisini fáa friđ í lag”.
Í 1986 var Vígdis Finnbogadóttir forseti Íslands, tá teir báđir gomlu fíggindarnir Ronald Reagan og Mikhail Gorbatjov hittust til avdubbingarsamráđingar í Reykjavík. Norska Framtida hevur spurt hana, um máliđ var til nyttu?
“Tađ týdningarmesta var, at teir hittust. Teir tosađu ikki sama mál saman. Tá teir tosađu saman, tosađu teir gjřgnum tolkar. Tá Múrurin fell nřkur ár seinni, var tađ hátíđarhildiđ viđ máli. Fólkiđ sang!
Vígdis Finnbogadóttir heldur, at samarbeiđiđ í Norđurlondum verđur tćttari í framtíđini.
“Vit hava felags minni og mál. Uttanífrá verđa vit mett sum ein felags demokratisk fyrimynd. Samstundis hava vit í Norđurlondum eina kenslu av felagsskapi.
Hvussu framtíđin verđur í ES, veit eg ikki, men eg eri vís í, at vit í Norđurlondum fara at halda fast viđ samarbeiđiđ og vinarlagiđ.
---.