FORSÍÐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓÐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráðið (1163)
  • Bøkur (42)
  • Fólkatingið (24)
  • Greinir (11)
  • Ítróttur (89)
  • Løgtingið (234)
  • Røður (47)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viðmerkingar (15)
  • Ymist (145)


  • KUNNING
  • Um síðuna
  • Ævisøga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrøður
  • Vallýsing 2001
  • Býráðsvalið 2000
  • Eitt 100 ára stríð
  • imitacion de rolex

  • FLEIRI GREINIR
  • Mentamaður í serklassa
  • Tjóðarlaðing á Bryggjubakka
  • Mín krýnika 5 - ummæli
  • Nýggj krýnika í bókabúðunum
  • Merkið 100 ár
  • ÍSF fyllir 80 ár (4/4-2019)
  • Óvanliga informativ bók
  • Yvir til Bryggjubakka


  • 02.12.2012 | Evni: Røður
    Symfoniorkestrið hugsar um børnini
    Nógv fólk var í Ítróttarhøllini á Hálsi seinnapartin til jóla- og familjukonsertina. Har vóru bæði stór og smá børn saman við vaksnum og Føroya Symfoniorkestur vísti seg frá síni bestu síðu við Bernharði Wilkinson á odda.

    Jákup Veyhe stílaði fyri konsertini og segði eisini sína søgu um Sigmund Brestisson, sum Atli Petersen er farin at skriva tónleik til. Hetta verk verður í heilum líki framført fyri 5000 børnum í Norðurlandahúsinum í vár.

    Tónleikur alstóran týdning fyri børnini

    Jógvan Arge, formaður í mentamálanevnd Tórshavnar býráðs, beyð vælkomin á Hálsi við hesum orðum:

    "Góðu tónleikarar, sangarar og áhoyrarar, børn, foreldur, ommur og abbar!

    Eg skal bjóða tykkum øllum at vera hjartaliga vælkomin til ársins jóla- og familjukonsert við Føroya Symfoniorkestri, evnaríkum ungum tónleikarum og solistum eins og hópin av glaðum og syngjandi børnum.

    Henda konsert er eitt afturvendandi tiltak, sum er vorðið ein av hornasteinunum í Havn í jólamánaðinum. Konsertin hevur stóran týdning fyri tykkum, sum líða á, og hon hevur ikki minni týdning fyri tey, sum skipa fyri og luttaka í henni.

    Satt at siga leggur Symfoniorkestrið øgiliga stóran dent á at møta tykkum børnum við sínum tónleiki og framførslum í teirri vón, at tit alt lívið fara at njóta fruktirnar av at hava áhuga fyri tónleiki.

    Í Symfoniorkestrinum halda tey, sum alla aðrastaðni, at tónleikur hevur alstóran týdning fyri menniskjað, og tað ræður um, at tit fáa ans fyri góðum tónleiki so tíðliga, sum yvirhøvur møguligt.

    Tónleikararnir og sangararnir eru eisini her, tí tey tíma at spæla og syngja, og tey vilja fegin geva tykkum lut í tí, sum tey duga.

    Fingið Barnamentanarvirðislønina

    Hvørt ár letur Tórshavnar kommuna eina barnamentanarvirðisløn. Í ár fór hon til Dramaverkstaðið hjá Hjørdis Johansen beint her yviri, og í fjør fekk Føroya Symfoniorkestur virðislønina.

    Og vita tit hvat? Symfoniorkestrið fekk hesa virðisløn júst tí, at orkestrið hvørt ár til jólar skipar fyri hesi konsert, sum leggur so stóran dent á tykkum børn.

    Jólakonsertin hevur altíð eina lætta og fjølbroytta skrá. Skránni í dag fer Jákup Veyhe at greiða frá so hvørt. Eg skal bara nevna, at høvuðsverkið er eitt púra nýtt verk, sum er skrivað til Føroya Symfoniorkestur.

    Sigmundur Brestisson

    Tað er søgan um Sigmund Brestisson, skúvoyingin og høvdingin í okkara egnu meir enn 1000 ára gomlu Føroyingasøgu, sum Jákup hevur umskrivað, meðan Atli Petersen hevur gjørt tónleikin.

    Í dag fer Symfoniorkestrið at spæla eitt brot úr verkinum, sum í vár verður spælt í síni heild á eini barnakonsert í Norðurlandahúsinum. Tá mugu tit eisini fara niðan.

    Verið øll somul vælkomin til familjukonsert hjá Føroya Symfoniorkestri, nú tað stundar til jólar.

    Og lat okkum ynkja orkestrinum blíðan byr, tí vit eru fegin um at hava eitt symfoniorkestur, sum sjálvandi hugsar um tey vaksnu, men hugsar minst líka nógv um børnini og framtíðina.

    Vælkomin!

    ---


    < Breiða semjan í Tórshavnar býráð | Meiri skattur til kommunurnar >

    BØKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    lektire lektira jastuci madraci cvijece horoscope umrli vicevi sanovnik horoskop knjige ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verða vanliga svaraðir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síðuna til tína byrjunarsíðu!
  • Bílegg bøkur
  • replicas relojes aaa Goedkope Replica Horloges

    Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR