
18 valevni stillaðu upp til eldraráðið. Veljast skuldu fimm fastir limir og fimm varalimir.
Teir fimm føstu limirnir verða: Hans Jacob J. Hermansen 391 atkvøður, Svenning av Lofti 343 atkvøður, Katrin Holm 270 atkvøður, Erna Háberg 222 atkvøður og Brynhild Danielsen 161 atkvøður.
Eylakimir verða: Marin Samuelsen 131 atkvøður, Hilmar Joensen 125 atkvøður, Marita Arge Magnussen 101 atkvøður, Trygvi Fossdal Guttesen 90 atkvøður, og Ása Østerø Skála 82 atkvøður.
Hini valevnini fingu hesar atkvøður:
Finnur Johansen Matras 79 atkvøður, Høgni Højgaard 72 atkvøður, Eyrith Guttesen Leyni 65 atkvøður, Solveig Eysturoy Isfeldt 53 atkvøður, Niels Nolsøe 46 atkvøður, Edvard Sofus Olsen 44 atkvøður, Kaja M. Nielsen 15 atkvøður, og Jens Lundblad 10 atkvøður.
Eldraráðið hevur til endamáls at ráðgeva býráðnum um øll viðurskifti, ið hava ella kunnu hava ávirkan á eldru borgararnar í býnum.
Býráðið skal leggja slík viðurskifti fyri Eldraráðið til hoyringar, áðrenn týðandi avgerðir verða tiknar, men Eldraráðið kann eisini sjálvt taka upp viðurskifti ella mál, ið kunnu ávirka tey eldru.
---