FORSÍÐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓÐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráðið (1163)
  • Bøkur (42)
  • Fólkatingið (24)
  • Greinir (11)
  • Ítróttur (89)
  • Løgtingið (234)
  • Røður (47)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viðmerkingar (15)
  • Ymist (145)


  • KUNNING
  • Um síðuna
  • Ævisøga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrøður
  • Vallýsing 2001
  • Býráðsvalið 2000
  • Eitt 100 ára stríð
  • imitacion de rolex

  • FLEIRI GREINIR
  • Mentamaður í serklassa
  • Tjóðarlaðing á Bryggjubakka
  • Mín krýnika 5 - ummæli
  • Nýggj krýnika í bókabúðunum
  • Merkið 100 ár
  • ÍSF fyllir 80 ár (4/4-2019)
  • Óvanliga informativ bók
  • Yvir til Bryggjubakka


  • 22.11.2012 | Evni: Greinir
    Skjótt er Harranum um


    Minningarorð um havnarmannin Jóhan Isholm f. 11/5-1941- d. 21/11-2012

    Nú er tømt í Brøttulíð 9 í Havn. Húsbóndin Jóhan Isholm stendur undir børu. Húsmóðirin Jórun Arge varð til moldar borin fyri góðum ári síðani.

    Tað gingu bara nakrir fáir dagar frá tí, illkynjað sjúka var staðfest hjá Jórun í fjør heyst, til hennara dagar vóru taldir. Jóhan hevði verið illa fyri og á sjúkrahúsi nakrar ferðir, áðrenn hann legðist fyri gjáramorgunin.

    Kært barn har mange navne. Jóhan varð eisini nevndur bæði Hanni og Kúlli. Hetta seinna, tí hann var so krúllutur. Hann var fimm ár eldri enn Jórun. Tey giftust í 1969. Tíðliga í sjeytiárunum keyptu tey húsini í Brøttulíð, og har vuksu synirnir Erling og Páll upp.

    Vit sótu mangan væl í Brøttulíð. Har var altíð opið høgtíðir og hátíðardagar eins og gerandisdagar. Skyldfólkið í bæði borð hittist saman við vinfólkum teirra. Søgurnar vóru nógvar og orðaskiftini bæði mild og hvøss, alt eftir umstøðunum.

    Hjúnini bæði høvdu sínar meiningar og smæddust ikki at siga tær. Bæði vóru áhugað í samfelagsmálum sum heild og ikki minst í mentamálum. Jóhan varð einar tvær ferðir valdur í Líkningarnevndina í Havn fyri Tjóðveldisflokkin við sera stórum atkvøðutali. Tað harmaði hann, tá hetta álitisstarv glapp honum av hondum.

    Foreldur hansara Elisabeth og Erling Isholm búðu Undir Ryggi. Har vaks Jóhan upp saman við bróðrinum Árna og systrini Marjun. Mamman var Gaard úr Sjúrðargarði í vøkru og søguríku bygdini Fámjin og pápin sonur tann legendariska blaðstjóran og listarmannin Kristin Holm Isaksen, nevndur Kristin í Geil.

    Geilarmenn og Argjabrøður av somu rót
    Hanni visti væl um ættirnar. Geilarfólkið hevði ein strong út á Argir, hagar Jórun eisini hevði ættarbond. Anna, elsta dóttir niðursetumannin Andrass á Argjum, giftist Poul Isaksen í Geil í Havn. Anna var systir Niels L. Arge, sum fyrstur fekk sær hetta eftirnavn.

    Eftirkomarar hjá Nielsi vóru argjabrøðurnir, sum vóru serliga kendir sum smiðir. Eftirkomarar hjá Onnu gjørdu eisini vart við seg innan handverk og list. Tvey børn hennara vóru frammarlaga, tá brøðrasamkoman tók seg upp í Føroyum. Sonurin Dia í Geil var fyrsti føroyingur, sum varð doyptur baptistur, og dóttirin Elspa giftist trúboðaranum Williami Sloan.

    Geilarmenninir og argjabrøðurnir arbeiddu nógv saman. Tað gav at býta, tá Kommunuskúlin á Vaglinum varð bygdur miðskeiðis í 1890unum. Tá var ætlanin, at hann skuldi gerast úr timbri, men argjabrøðurnir buðu sær til at gera hann úr rætthyrntum gróti og vunnu kappbjóðingina.

    Jákup Andrias og Petur Arge stóðu fyri grótlaðingini og systkinabarn teirra Djóni Isaksen í Geil stóð fyri timburarbeiðnum. Tað er ikki at taka munnin ov fullan, at teir her settu ein varða eftir seg, sum eftirtíðin í Havn hevur virt.

    Tikin úr leikum
    Tá Jóhan hevði tikið realprógv, fór hann at starvast á Telegrafstøðini á Tinghúsvegnum. Har var hann í mong ár. Í 60unum vildi hann einaferð royna okkurt annað og fór í starv sum teknikari í útvarpinum eitt skifti og síðani hjálpti hann til saman við øðrum. Tikin úr leikum í mongum kynstrum. Vit vóru saman í mangari ferð, eitt nú til olympiskar leikir í Munchen í 1972.

    Í 70unum kallaði Strandferðslan á hann. Har var rívandi menning á sjógvi og landi og í luftini. Hann fylgdi við til Smyril Line, tá hetta felag tók uttanlandssiglingina upp á seg við “Norrønu”. Tað vóru spennandi og avbjóðandi tíðir.

    Í 80unum var Jóhan aftur í útvarpinum sum bandgoymsluvørður. Seinni í ymsum størvum. Móti endanum framvegis álitismaður hjá Strandfaraskipum Landsins í ávísum málum og stundum á vakt hjá sjóbjargingini á Telegrafstøðini.

    Hornblásari og kokkur
    Jóhan hevði listargávur. Alin upp til horntónleik frá barnsbeini. Spældi leingi fyrstu kornett í Havnar Hornorkestri á døgum Palla Christiansens og Ludvig Breckmanns. Í HH var hann bæði nevndarlimur og formaður. Stóð eitt nú á odda fyri spennandi tourné til Skandinavia við Strandfaraskipinum “Dúgvuni”. Eitt ódnartak, sum hepnaðist væl.

    Honum dámdi væl at tekna. Hann var hugaður fotografur og framkallaði eisini myndir, tá hann var uppi í at gera myndablaðið Eygað, sum hann stundum breyt um við stórum hegni. Sum fulltikin fjarritari var hann sjálvsagt radioamatørur.

    Á heimafrontinum dámdi honum væl at gera mat. Hann gjørdi allan mat, sum hugsast kundi, og honum dámdi væl at borðreiða hann fyri øðrum. Jú, í Brøttulíð 9 hevði maðurin nógv at siga í køkinum.

    Dámdi avbjóðingar
    Jóhan Isholm var vitandi og viðkvæmur. Hann var eisini forvitin, skjótur og snildur. Alt nýtt og torført eggjaði hann. Tílíkar uppgávur fór hann undir við lív og sál. Men hann leiddist við endurtøkur. Tá kundi hann kasta frá sær og heldur leita upp ein annan setning, sum nýggj avbjóðing var í.

    Eftir Jórun og Hanna sita synirnir Erling og Páll. Báðir við akademiskari útbúgving, sum fyri meginpartin er tikin í Føroyum. Báðir eru undirvísarar á hægri stigi og hava lagt hvør síni bókaverk úr hondum.

    Erling býr í Havn, meðan Páll saman við konuni Rannvør og barnaflokkinum býr úti í Grógv í Syðrugøtu. Tey hava sett búgv í húsum, sum eina ferð vóru barnaheimið hjá ommuni Petru og seinni í mong ár friðskjól hjá okkum øllum - ikki minst foreldrum teirra og ommuni og abbanum Niels Juel.

    Friður veri við minninum um svágin Jóhan Isholm og systir mína Jórun. Skjótt er Harranum um.

    Jógvan Arge

    ---


    < Flyta inn á Boðanesi | Ruth Vang nýggjur deildarleiðari >

    BØKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    lektire lektira jastuci madraci cvijece horoscope umrli vicevi sanovnik horoskop knjige ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verða vanliga svaraðir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síðuna til tína byrjunarsíðu!
  • Bílegg bøkur
  • replicas relojes aaa Goedkope Replica Horloges

    Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR