
Síðani Boðanesheimið varð latið Tórshavnar kommunu 2. november, er tíðin brúkt at gera heimið klárt at flyta inn í, og síðstu snøklarnir eru fingnir frá hondini.
Nú er greitt, at fyrstu fólkini flyta inn mánadagin tann 3. desember 2012.
Innflytingin verður skipað soleiðis, at tey 25 fólkini, sum fyri summarfrítíðina fingu boð um, at tey fingu búpláss á Boðanesheiminum, flyta fyrst inn. Ikki øll hesi flyta inn í senn, men nøkur hvønn dag.
Starvsfólk frá Boðanesheiminum fara nú at vitja øll tey, sum skulu flyta inn fyri jól. Endamálið við vitjanini er at fyrireika øll praktisk viðurskifti í sambandi innfytingina.
Innflytingartilgongdin heldur fram í januar 2013, tá ið øll tey, sum í september og seinni hava fingið boð um búpláss á Boðanesheiminum, flyta inn.
Í alt 64 búpláss eru á Boðanesheiminum.
---