FORSÍÐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓÐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráðið (1163)
  • Bøkur (42)
  • Fólkatingið (24)
  • Greinir (11)
  • Ítróttur (89)
  • Løgtingið (234)
  • Røður (47)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viðmerkingar (15)
  • Ymist (145)


  • KUNNING
  • Um síðuna
  • Ævisøga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrøður
  • Vallýsing 2001
  • Býráðsvalið 2000
  • Eitt 100 ára stríð
  • imitacion de rolex

  • FLEIRI GREINIR
  • Mentamaður í serklassa
  • Tjóðarlaðing á Bryggjubakka
  • Mín krýnika 5 - ummæli
  • Nýggj krýnika í bókabúðunum
  • Merkið 100 ár
  • ÍSF fyllir 80 ár (4/4-2019)
  • Óvanliga informativ bók
  • Yvir til Bryggjubakka


  • 06.11.2012 | Evni: Býráðið
    Havnin fram móti Oyggjaleikum


    Á einum vegamóti sum býráðsvali er natúrligt at gera greitt, hvør stevnan er í ítróttar- og frítíðarmálum. Vit í Tjóðveldi ivast ikki í tí týdningi, sum rørsla og ítróttur hava fyri fólk, teirra heilsu og møguleikar at mennast.

    Vit ivast heldur ikki í, at fólk í øllum aldri mugu hava møguleika at røra seg og luttaka í ítrótti sum partur av breiddini ella elituni. Til at fremja hendan politikk mugu vit hava ítróttabreytir og ítróttahús, har rørslan kann íðkast.

    Tað ásannaðu báðir flokkar, Tjóðveldi og Javnaður, í samgonguskjalinum 2005. Samstundis stungu vit út í kortið, at høvuðsborgin skuldi miða eftir, at Føroyar aftur vórðu førar fyri at taka Oyggjaleikir upp á seg.

    Vit løgdu fyri við at útvega eina ítróttabreyt til frælsar ítróttir á Hálsi. Síðani varð farið undir stóru fimleikahøllina í Gundadali við eini hart tiltrongdari amboðshøll og hallum til rútmiskan fimleik.

    Hetta hevur kastað nógv av sær í undirtøku og givið okkum munandi betri úrslit í kappingum við onnur lond – umframt ta heilsubót, sum virksemið hevur veitt íðkarunum yvirhøvur.

    Triðja frumítróttagreinin, svimjing, er í stórari menning. Farið verður undir 50 metra svimjihyl. Hann víðkar um trongu karmarnar, sum eru um almennu svimjingina og kappsvimjingina, so fleiri kunnu vera við og tímarnir í vatni fleiri.

    Golfspælið má hava góðar umstøður, skulu vit hýsa Oyggjaleikum. Kommunan fyrireikar eina golfbreyt við 18 holum á Glyvursnesi. Við henni verður stór menning innan golf, sum er gott og sunt frítíðarítriv.

    Skotfólkið má hava betri umstøður, tá vit bjóða okkum fram at hýsa teimum mongu skjótikappingunum, sum eru á Oyggjaleikum. Hetta skal fremjast til Oyggjaleikirnar í Føroyum.

    Umstøður til innandura kappingar í øðrum greinum eru neyðugar. Tær kunna eitt nú avgreiðast í teimum báðum vanligu ítróttarhallunum, sum talað verður um í Havn og á Argjum í fyrstu framtíð.

    Hondbólts- og flogbóltsfeløgini ganga undir í børnum, men hava ikki umstøður at bjóða nóg nógva venjingartíð. Tí er framgongdin darvað.

    Hugaligt verður somuleiðis at bjóða eitt dagført tjóðarstadion sum Tórsvøll fram til slíka stórhending, sum Oyggjaleikir eru fyri bæði land og bý.

    X við E.

    Jógvan Arge, Tórshavn, valevni á Lista E

    ---


    < Sunleif og Teitur farnir á barrikadurnar | Kollafjørður og framtíðin >

    BØKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    lektire lektira jastuci madraci cvijece horoscope umrli vicevi sanovnik horoskop knjige ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verða vanliga svaraðir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síðuna til tína byrjunarsíðu!
  • Bílegg bøkur
  • replicas relojes aaa Goedkope Replica Horloges

    Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR