
Birgir Kruse hevur tikið táttin upp á sínum bloggi, har vit kunna lesa hetta:
Einki samsvar er millum hvat listafólkini gera fyri Føroyar og hvat Føroyar gera fyri listafólkini" segði Sunleif Rasmussen m.a. í Degi og Viku fríggjakvøldið og Teitur Lassen tekur undir við honum í boykottinum av almennu Føroyum.
Sunleif mælti øllum listafólkum við sjálvsvirðing til at boykotta øll tiltøk, sum almennu Føroyar standa fyr til tess at mótmæla skerjingunum av íløgum landsins í mentan og list.
Vit taka undir við hesum frálíka initiativi og bjóða øllum listafólkum at gera vart við seg. Skrivið til listinblog@gmail.com, so seta vit tykkara navn á listan.
"Vit vilja ikki luttaka sum bringuprýði hjá almenna myndugleikanum, fyrr enn hesin tekur okkara yrki í álvara, og gevur okkum sømdir, ið vit hava uppiborið!"
Sunleif Rasmussen, Teitur Lassen, Mikael Blak, Tóroddur Poulsen, Leivur Thomsen, Andrea Heindriksdóttir, Hanni Bjartalíð, Hansina Iversen, Carl Jóhan Jensen, Oddfríður M.Rasmussen, Petur Pólson, Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir, Silja Strøm, Rakel Helmsdal, Bárður Persson