FORSÍÐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓÐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráðið (1163)
  • Bøkur (42)
  • Fólkatingið (24)
  • Greinir (11)
  • Ítróttur (89)
  • Løgtingið (234)
  • Røður (47)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viðmerkingar (15)
  • Ymist (145)


  • KUNNING
  • Um síðuna
  • Ævisøga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrøður
  • Vallýsing 2001
  • Býráðsvalið 2000
  • Eitt 100 ára stríð
  • imitacion de rolex

  • FLEIRI GREINIR
  • Mentamaður í serklassa
  • Tjóðarlaðing á Bryggjubakka
  • Mín krýnika 5 - ummæli
  • Nýggj krýnika í bókabúðunum
  • Merkið 100 ár
  • ÍSF fyllir 80 ár (4/4-2019)
  • Óvanliga informativ bók
  • Yvir til Bryggjubakka


  • 01.11.2012 | Evni: Býráðið
    Kollfirðingar á býráðskafé


    Mikukvøldið vórðu kollfirðingar bodnir til býráskafé hjá Lista E. Teir møttu í stórum tali upp í skúlanum, har tjóðveldisvalevnið í Kollafirði, Jákup Dam, sannførandi greiddi frá síni stevnu við upstillingini til Tórshavnar býráð.

    Hann gjørdi greitt, at hann vildi umboða kollfirðingar væl og virðiliga í býráðnum, men hann fór eisini at arbeiða við málum, sum viðvíkja øðrum pørtum av kommununi.

    Mong av valevnunum á Lista E vóru á fundinum, og býráðslimirnir Jógvan Arge og Marin Katrina Frýdal høvdu hvør sína frágreiðing um býráðsmál. Jógvan um skúlamál og havnarmál og Marina Katrina um teknisk mál.

    Eitt hitt fremsta mál Jákups Dam var at fá útstykking av grundstykkjum í lag í Kollafirði. Har er ongin útstykking framd síðani 1990. Tað hevur havt við sær, at ungfólk fáa ikki búsett seg í Kollafirði. Tey seta seg heldur í grannabygdunum. Hetta hevur aftur við sær, at barnatalið minkar í Kollafirði og tað merkir stagnasjón.

    Jákup Dam vil hava eina betri Bussleið, sum koyrir heldur oftari enn í dag og helst eisini innanbygda. Vetrarfriðing er eitt annað mál í Kollafirði. Fundurin helt tað vera púra nattúrligt at fáa slíka friðing í lag. Hon kostar ikki sørt, men verður hon framd eftir nøkrum árum, so tyngir hon ikki kommunukassan so nógv í einum.

    Barnaansingin er eisini eitt heitt mál í Kollafirði. Tey vilja hava ein nýggjan stovn við Botnánna í staðin fyri teir stovnarnar, sum eru, tí teir eru ikki tíðarhóskandi.

    Ungdómsmálini vóru á lofti. Har varð nevnt, at tað liggur í kortunum at skipa fyri ungdómstilboð í Kollafirði á sama hátt sum í Hoyvík og Nólsoy.

    Fýlst varð á, at tað hevur tikið nógva tíð at fáa gjørt loftið í ítróttarhøllini. Pengarnir eru játtaðir og útlit eru til, at innrættingin byrjar í næstum.

    Eitt av málunum hjá Jákupi Dam verður ferðslutrygdin á bygdartvegnum í Kollafirði. Hann er ikki nóg tryggur sum er. Bátahyljarnir trongja báðir til eina hjálpandi hond.

    Hinvegin er kommunan er komin væl áleiðis at gera kloakkirnar í Kollafirði, men er enn ikki komin á mál við at víðka vatnverkið.

    Eins og kollfirðingar yvirhøvur fegnaðist Jákup Dam um virksemið á Langasandi. Tað er ein sólskinssøga, segði hann. Tað hevur verið hugaligt at síggja skipini sigla inn og út eftir fjørðinum frá fiskiskapi og til fiskiskap.

    Tórshavnar kommuna hevur síðandi samanleggingina gjørt íløgur fyri 120 mió kr í havnalagið á Langasandi og Oyrareingjum.

    Pelagic hevur herfyri fingið loyvi til at byggja eina frystigoymslu við virkið. Tá hon kemur, fer farmaflutningsfelagið Samskip yvir á bryggjuna á Oyrareingjum, sum er gjørd til bingjuhavn.

    Á Pelagic starvast stundum 100 fólk og fleiri. Á Bakkafrosti eru 50 fólk og á Samskipum 16 fólk, so nóg mikið er at takast við.

    Annað hevur ligið á láni, sum átti at verið framt í Kollafirði, eitt nú fríðkan av bygdini. Summi av málunum kosta ikki stórvegis pengar, helt Jákup Dam fyri, og á hin bógvin eigur Kollafjørður sjálvandi sín lut í íløgunum.

    Orðaskiftið á fundinum var lívligt, bæði rís og rós. Svenning helt, at tað var ein genialur máti, Tórshavnar kommuna hevði takklað gjaldingina av Boðanesheiminum uppá. "Vit skylda ikki oytt oyra upp á tað, nú tað er liðugt. Betri kundi tað ikki gerast".

    Mánakvøldið klokkan 19 verður aftur politiskur fundur í Kollafirði. Tá hittast allir flokkar, sum stilla upp til býráðsvalið, í Arbeiðsmannafelagshúsinum.

    ---


    < Fólkaflokstár um ein almennan kassa | Boðanesheimið letur upp >

    BØKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    lektire lektira jastuci madraci cvijece horoscope umrli vicevi sanovnik horoskop knjige ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verða vanliga svaraðir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síðuna til tína byrjunarsíðu!
  • Bílegg bøkur
  • replicas relojes aaa Goedkope Replica Horloges

    Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR