FORSÍĐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓĐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráđiđ (1163)
  • Břkur (42)
  • Fólkatingiđ (24)
  • Greinir (11)
  • Ítróttur (89)
  • Lřgtingiđ (234)
  • Rřđur (47)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viđmerkingar (15)
  • Ymist (145)


  • KUNNING
  • Um síđuna
  • Ćvisřga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrřđur
  • Vallýsing 2001
  • Býráđsvaliđ 2000
  • Eitt 100 ára stríđ

  • FLEIRI GREINIR
  • Mín krýnika 5 - ummćli
  • Nýggj krýnika í bókabúđunum
  • Merkiđ 100 ár
  • ÍSF fyllir 80 ár (4/4-2019)
  • Óvanliga informativ bók
  • Yvir til Bryggjubakka
  • Nýggj bók frá Jógvan Arge
  • Nýggj bók frá Jógvan Arge


  • 11.10.2012 | Evni: Býráđiđ
    KSF á rokinum um fíggjarlógina
    Viđmerkingar frá KSF til lřgtings fíggjarlógin 2013. Fyrri partur

    Í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2013 gera landsmyndugleikarnir seg enn einaferđ inn á kommunala geiran. Gjřrdar avtalur verđa brotnar, vanligar hoyringsmannagongdir verđa settar til síđis, og enn einaferđ leggur landsins fíggjarlóg upp til, at eykarokning verđur send kommununum.

    Í samband viđ fíggjarlógaruppskotiđ, sum var til viđgerđar í farnu viku, gera fleiri viđurskifti seg galdandi, sum Kommunusamskipan Fřroya vil átala. Millum annađ verđa eykaútreiđslur lagdar á kommunurnar á barnaverndarřkinum, útreiđslurnar hjá kommununum til rentustuđul vaksa og vanligar hoyringsmannagongdir verđa broyttar.

    Tingmál nr. 36, 38 og 41

    Tingmál nr. 36 “Uppskot til lřgtingslóg um broyting í lřgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt” og tingmál nr. 38 “Uppskot til lřgtingslóg um broyting í lřgtingslóg um stuđul til rentuútreiđslur av lánum” hava fíggjarliga ávirkan á kommunurnar. Tingmál nr. 36 leggur upp til, at ávísar forsorgarveitingar gerast skattskyldugar viđ tí úrsliti, at kommunurnar samanlagt fáa eina meirinntřku á 7,7 mió. kr.

    Fyri at viga upp ímóti hesari meirinntřku hjá kommununum, verđur sambćrt tingmáliđ nr. 38 gjřrdar broytingar í rentustuđulslógini.

    Sambćrt uppskotinum řkist kommunurnar partur av stuđulinum til rentuútreiđslur viđ 2,5% ella 8,75 mió. kr. Kommunurnar missa samanlagt ein góđa millión krónur orsakađ av hesum báđum uppskotunum.

    Hóast inntřkur og útreiđslur nćrum javnviga fyri tann samlađa kommunala geiran, so er eingin trygd fyri, at hetta ger seg galdandi, tá iđ talan er um tćr einstřku kommunurnar. Sannlíkt koma nakrar kommunur at missa meir og ađrar minni.

    Stuđulin til sethúsarentur er seinastu árini minkađur úr 40% í 2009 og eftir ćtlan verđur hann 36% í 2013 og 35% í 2014. Sama tíđarskeiđ er landsins partur minkađur úr 27 niđur 19,5, ímeđan kommunurnar partur er vaksin úr 13% uppí 15,5%. Hetta er eisini greitt brot á gjřrdar avtalur.

    Tá iđ fariđ var undir at niđurlaga rentustuđulin í 2009 varđ avtalađ, at stuđulin skuldi minka bćđi hjá landi og kommunum.

    Hetta sćst eisini í nú avtiknu Lřgtingslóg nr. 171 frá 22. desember 2009, har ásett var at útreiđslubýtiđ av rentustuđlinum í 2014 skuldi verđa ávikavist 23% og 12% fyri land og kommunur í stađin fyri 19,5% og 15,5%, sum fyriliggjandi uppskot leggur upp til.

    Samstundis verđur annađ Lřgtingsmál lagt fram, Lřgtingsmál nr. 41/2012, “Uppskot til lřgtingslóg um broyting í lřgtingslóg um lřnhćddaravgjald”.

    Hetta uppskotiđ mćlir til at hćkka lřnarhćddaravgjaldiđ fyri tryggingar-, banka,- sparikassa og fíggjarvirksemi og serligar elektroniskar tćnastur úr 10% upp í 12%.

    Sambćrt viđmerkingunum til uppskotiđ er endamáliđ viđ ćtlađu hćkkingini at útvega inntřkur til at fíggja eina óvćntađa hćkking í útreiđslunum til rentustuđul í 2013.

    Rentustuđulin er ein óbeinleiđis stuđul til peningastovnarnar, og tí verđur hildiđ meira hóskandi at hćkka lřnhćddargjaldiđ enn at hćkka ađrar skattir og avgjřld ella lćkka sjálvan rentustuđulin.

    Meirinntřkurnar á 6 mió. kr. fella burtur av í landskassan

    Sum sćst er uppskotiđ fyrst og fremst ćtlađ at kompensera fyri řktu útreiđslurnar til rentustuđul í 2013. Tađ er tí átaluvert, at allur hesin peningur skal falla í landskassan, samstundis sum ein alsamt střrri partur av útreiđslunum til rentustuđul verđur lagdur til kommunurnar.

    Av tí at kommunurnar eiga ein alsamt vaksandi part av rentustuđlinum átti um ikki řll, so í řllum fřrum ein partur av hesum inntřkum, at falliđ í kommunukassarnar.

    Hoyringsmannagondir

    Í samband viđ tingmál nr. 36 og 38 verđur brot eisini framt á allar vanligar fólkarćđisligar mannagongdir í samband viđ hoyringar.

    Hoyringsfreistin er ásett at vera 10. oktober. Men samstundis fara málini til 1. viđgerđ í lřgtinginum dagin fyri, tann 9 oktober. Viđ řđrum orđum viđgera lřgtingslimir uppskotini uttan at hava kunnleika til, hvat hoyringspartarnir meina um máliđ.

    Endamáliđ viđ hoyringum er at geva lřgtinginum eitt neyvari grundarlag at taka střđu út frá og tryggja, at avvarđandi partar sleppa til orđanna. Hetta er fólkarćđisliga grundhugsanin aftan fyri hoyringar.

    At skunda ein 1. viđgerđ ígjřgnum uttan avvarđandi partar eru hoyrdir, er greitt brot á alla vanliga siđvenju, og ilt er at síggja nakra sakliga grundgeving fyri, at hetta verđur gjřrt.

    Samanumtikiđ

    Kommunurnar kunna ikki góđtaka, at lřgtingsins fíggjarlóg á hvřrjum ári áleggur kommununum eykaútreiđslur, eins og týđandi inntriv verđa gjřrd í kommunubúskapin, uttan at kommunurnar eru tiknar viđ uppá ráđ, enn minni hoyrdar.

    Kommunustýri í řllum landinum sita í hesum dřgum og royna at fáa eina munagóđa fíggjarćtlan gjřrda fyri komandi ár. Tađ sera hugstoytt og niđurbrótandi fyri virkishugin í kommununum, at landsstýriđ á hvřrjum ári órógvar hetta arbeiđiđ viđ at senda kommununum eykarokningar. Spakuliga men áhaldandi verđur ár undan ári máa burtur av inntřkugrundarlagnum hjá kommunum.

    Gunvá viđ Keldu, Forkvinna Kommunusamskipan Fřroya


    < Musikkskúlin og Reinsaríiđ í gongd | Koltur bygd í 9. řld >

    BŘKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    Her ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verđa vanliga svarađir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast her.

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síđuna til tína byrjunarsíđu!
  • Bílegg břkur


  • Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR