FORSÍĐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓĐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráđiđ (1163)
  • Břkur (34)
  • Fólkatingiđ (24)
  • Greinir (10)
  • Ítróttur (89)
  • Lřgtingiđ (234)
  • Rřđur (46)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viđmerkingar (15)
  • Ymist (145)


  • KUNNING
  • Um síđuna
  • Ćvisřga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrřđur
  • Vallýsing 2001
  • Býráđsvaliđ 2000
  • Eitt 100 ára stríđ

  • FLEIRI GREINIR
  • Meiriluti fyri sjálvstřđu og sjálvberandi búskapi
  • ÚTVARPIĐ 60 ÁR
  • Flaggiđ einsamalt ger jú onki
  • Lítiđ mansligt lokabragd
  • Ein er tíđin at dansa
  • Sterkan lista E í Tórshavnar býráđ
  • Hon teknar rćđumyndir í skúlamálum
  • Stýringina aftur á beint


  • 08.10.2012 | Evni: Býráđiđ
    Tvćr ítróttarhallir aftrat


    Tađ hevur leingi ligiđ í kortunum at byggja eina ítróttarhřll aftrat til innandura bóltspćl í Tórshavnar kommunu. Třrvurin er eyđsýndur, og hann er ikki minkađur hesi árini, arbeitt hevur veriđ viđ ćtlanum um eina ítróttarhřll vesturi í býnum.

    Umstřđurnar hjá Neistanum, Kyndli, H71, ÍA og Fleyr eru ikki nřktandi. Í roynd og veru eru tćr verandi hallirnar í Gundadali og í Hoyvík so nógv upptiknar av ítrótti og řđrum virksemi í dag, at třrvur er á tveimum slíkum hallum aftrat.

    Sum er eru ikki nóg góđar umstřđur til dygga venjing og til at řll, sum vilja vera viđ, sleppa framat. Hetta er galdandi fyri ein stóran skara av břrnum, ungdómum og vaksnum.

    Leingi hava ćtlanir veriđ um at byggja eina nýggja hřll úti á Flřtum. Landafrřđiliga er tađ í fínasta lagi at fáa eina ítróttarhřll vestantil í býnum, men í lřtuni tykist hendan ćtlanin at vera steđgađ upp í tí líki, sum hon var ćtlađ.

    Třrvurin er tó ikki vorđin minni. Besti mátin er óivađ, at kommunan tekur um endan, tí royndirnar vísa, at sjálvbođin ítróttafelřg í longdini ikki orka eina slíka byrđu. Samstundis verđur tađ eitt skilagott nýbrot at fara vestur eftir viđ eini hřll.

    Men třrvurin á meiri plássi til innandura ítrótt longur heimi er eisini stórur. Tí eiga vit samstundis at seta út í kortiđ í nćstum at byggja eina venjingarhřll aftrat í Gundadali ella har um vegir.

    Ikki fyrrenn hon eisini er komin, kunna vit meta okkum so dánt at lúka tann třrv, sum er á mřguleikum fyri innandura bóltspćli og řđrum slíkum rřrslumřguleikum í Tórshavnar kommunu. Og tá hava vit ikki til fulnar loyst allar hřlistrupulleikar hjá fleiri smćrri ítróttagreinum.

    Jógvan Arge, býráđslimur og valevni á Lista E

    ---


    < Fakfelřg mótmćla landsstýrinum | Blatter í Kirkjubř >

    BŘKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    Her ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verđa vanliga svarađir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast her.

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síđuna til tína byrjunarsíđu!
  • Bílegg břkur


  • Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR