FORSÍÐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓÐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráðið (1162)
  • Bøkur (30)
  • Fólkatingið (24)
  • Greinir (10)
  • Ítróttur (88)
  • Løgtingið (234)
  • Røður (44)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viðmerkingar (15)
  • Ymist (144)


  • KUNNING
  • Um síðuna
  • Ævisøga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrøður
  • Vallýsing 2001
  • Býráðsvalið 2000
  • Eitt 100 ára stríð

  • FLEIRI GREINIR
  • Vinnulívið má blóma
  • Vestara bryggja og vinnuliga virksemið
  • Tey flokkast um okkara valskrá
  • Fólkið fyrst og fremst
  • Nýggj bók frá Jógvan Arge
  • Vandi fyri óviðkomandi atlitum
  • Musikkskúlin á vegamóti
  • Tann køvisligi kloakkroykurin


  • 08.10.2012 | Evni: Løgtingið
    Fakfeløg mótmæla landsstýrinum
    Yvirlýsing frá 24 fakfeløgum

    At avtaka Landsbankan og leggja hann undir Gjaldstovuna er eitt vánaligt uppskot, sum bara hevur við sær miðfyrring av valdi til landsstýrismannin við fíggjarmálum.

    Fakligar grundgevingar eru ongar, og ein slík ófyrireikað og óumhugsað samanlegging leggur ikki upp til nakra sparing. Tvørturímóti kann hetta fara at kosta milliónir av krónum, tí alt óheftni hvørvur.

    Fakfeløgini eru hartil ógvuliga stúrin um, hvat hendir við Samhaldsfasta og ognum hansara. Vit eru stórliga bangin fyri, at peningurin endar í stóra potti til onnur endamál enn til at rinda pening til pensjónistar.

    Fakfeløgini eru samd um, at verður samanleggingarætlanin samtykt av løgtinginum, hava Føroyar ikki longur nakran óheftan stovn, sum hevur eftirlit við føroyska fíggjargeiranum, og sum er við til at varðveita trygg fíggjarviðurskifti í Føroyum.

    Hetta kann upp á sikt kosta samfelagnum nógv, tí vit fáa verri hagtøl og vit missa óheftni samstundis sum politiska valdið verður ov nær innistandandi peningi í Landsbankanum og í Samhaldsfasta.

    Ov savnað vald

    Tað, sum er gjøgnumgangandi í øllum trimun uppskotunum er, at onki skott verður millum landsstýrismannin og pengarnar/uppgávurnar.

    Tað, sum í dag liggur hjá einum óheftum stovni, skal liggja hjá einum stovni undir Fìggjarmálaráðnum, sum verður stýrdur av einum Gjaldstovuráði, ið verður valt av landsstýrismanninum við Fíggjarmálum, um enn við tilmæli frá nøkrum feløgum.

    Hetta er sera óheppið. Landsstýrismaðurin fær stórt vald, tí hann fær jú lættliga lagt trýst á og/ella ávirkað limirnar í Gjaldstovuráðnum. Hann hevur jú sjálvur valt teir, og tí kunnu teir kenna seg kroystar av honum.

    Gjaldstovuráðið fær rættuliga stórt vald, og gjøgnum tað fær landsstýrismaðurin, sum velur ráðið, samstundis stórt vald.

    Sambært uppskotinum til løgtingslóg um landsins gjaldsføris- og skuldarfyrisiting, er tað Gjaldstovuráðið gjøgnum Gjaldstovuna, sum skal fyrisita gjaldføri, lántøku og skuld hjá landinum,. Hetta ger óhefti Landsbankin í dag. Hetta fer at liggja alt ov tætt upp at politiska valdinum.

    Ein uppgáva hjá Landsbankanum í dag er at umsita ognirnar hjá Samhaldsfasta. Men sambært uppskotinum hjá Fíggjarmálaráðnum skal Gjaldstovan átaka sær hetta virksemi.

    Í stuttum verður ov nógv vald og ov nógvur kapitalur savnaður ov tætt at landsstýrismanninum við fíggjarmálum.

    Óheftni burtur

    Hóast tað í viðmerkingunum til uppskotið verður sagt, at ein høvuðsfyritreyt fyri umskipanini er, at óheftni mótvegis politiska mynduleikanum verður varðveitt, er tað júst tað øvuta, sum hendir við uppskotunum.

    Talan er í veruleikanum um uppskot, sum letur ein einstakan politikara, t.v.s. tann til eina og hvørja tíð sitandi landsstýrismann við fíggjarmálum, alt ov nógv vald og ávirkan yvir Samhaldsfasta og Gjaldstovuni.

    Hetta góðtaka undirritaðu fakfeløg ikki, tí hetta er okkara peningur, sum verður umsitin, og tað skal gerast við skili og frástøðu frá politiska valdinum.

    Ergoterapeutfelagið, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Føroya Arbeiðarafelag, Føroya Fiskimannafelag, Føroya Handverkarafelag, Føroya Lærarafelag, Føroya Pedagogfelag, Føroya Tekniska Lærarafelag, Fysioterapeutfelag Føroya, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Havnar Arbeiðsmannafelag, Havnar Handverkarafelag, Heilsuhjálparafelag Føroya, HK Føroya Deild, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag, Landsfelag Pensjónista, Ljósmøðrafelag Føroya, Maskinmeistarafelagið, Musikklærarafelag Føroya, Samtak, S & K felagið, Starvsmannafelagið, Yrkisfelag Studentaskúla og HF Lærara og Lærarafelag Handilsskúlans,


    < Tjóðveldi stillar valevni í Kollafirði | Tvær ítróttarhallir aftrat >

    BØKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    Her ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verða vanliga svaraðir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast her.

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síðuna til tína byrjunarsíðu!
  • Bílegg bøkur


  • Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR