Útvarpið vil vera við, at Tórshavnar Býráð brýtur lyftið í sambandi um skattalættan á 1 prosent, sum skuldi fremjast, tá Boðanesheimið var liðugt. Hetta er skeivt.
Býráðssamgongan er samd um, at generelli skattalættin verður hálvt prosent í 2013, og at hitt hálva prosentið fer til at hækka barnafrádráttin úr 5.500 kr. upp í 8.000 kr.
Hetta seinna verður gjørt fyri at lætta um gerandisdagin hjá støkum uppihaldarum og barnafamiljum. Aðrir borgarar verða ikki við sviðusoð, tí generelli skatturin lækkar eisini.
Summir flokkar hava í seinastuni yvirbjóðað hvønn annan við kekkum, sum eru ófíggjaðir og tí dekningsleysir. Uppskotið hjá býráðssamgonguni um skattalætta og barnafrádrátt er fult fíggjað.
---