FORSÍÐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓÐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráðið (1163)
  • Bøkur (42)
  • Fólkatingið (24)
  • Greinir (11)
  • Ítróttur (89)
  • Løgtingið (234)
  • Røður (47)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viðmerkingar (15)
  • Ymist (145)


  • KUNNING
  • Um síðuna
  • Ævisøga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrøður
  • Vallýsing 2001
  • Býráðsvalið 2000
  • Eitt 100 ára stríð
  • imitacion de rolex

  • FLEIRI GREINIR
  • Mentamaður í serklassa
  • Tjóðarlaðing á Bryggjubakka
  • Mín krýnika 5 - ummæli
  • Nýggj krýnika í bókabúðunum
  • Merkið 100 ár
  • ÍSF fyllir 80 ár (4/4-2019)
  • Óvanliga informativ bók
  • Yvir til Bryggjubakka


  • 27.09.2012 | Evni: Býráðið
    Býráðið og vinnulívið
    Tann nýggi oddafiskurin í Fólkaflokkinum í Havn roynir at selja seg sum tann stóra vinmannin hjá vinnulívinum í Tórshavnar kommunu.

    Tað skal hann eisini gera, nú hann umboðar handan flokkin. Men slóðin eftir hann í so máta er ikki til at taka feil av.

    Bogi Andreasen hevur hesi seinastu fýra árini sitið til háborðs á Vaglinum í vinnumálum. Saman við borgarstjóranum og nýggja samherja sínum Sjúrði Olsen skuldi hann skumpa undir vinnulívið í kommununi og fáa nakað nýtt at henda í Havn.

    Men sum Bogi so beinrakið segði á uppstillingarfundi í sínum nýggja felag Havnar Framburðsfelag, so kom onki burtur úr hesum arbeiði!

    Hugsi ikki, teir ætlaðu tað heldur. Parolan hjá teirra flokki í býráðnum hevur verið, at vinnumál skal kommunan als ikki nerta við. Tað arroganta svarið, tá slík mál vórðu umrødd, var, at hatta skuldi vinnan sjálv orðna.

    Síðani Fólkaflokkurin í minniluta kom í ta støðu, at hann í býráðsins formansskapi kundi taka hvørkratak á borgarstjóran í vinnumálum, lá væl fyri at drepa ætlanirnar um at birta upp undir eitt fjølbroytt og nýhugsandi vinnulív í Tórshavnar kommunu.

    Tað var so skjótt, at tað lirraði ikki í prátinum um virðir og visjónir og vinnumenning. Tá Fólkaflokkurin hevði fingið makt sum hann hevði akt í vinnu- og visjónsmálum, spann ikki í vinnumenningardeildini ella nøkrum øðrum líknandi initiativi.

    Havi ongantíð skilt, hví Fólkaflokkurin var so hart móti uppskotinum hjá Tjóðveldi og Javnaðarflokkinum um, at kommunan skuldi gera sær greitt, hvat vinnulív fanst í høvuðsstaðnum og saman við vinnuni sjálvari leita upp og eggja til nýggjar leiðir at ganga.

    Tað var ikki annað enn neyðug hjálp til sjálvhjálp. Tí minni enn helmingurin av lønunum í høvuðsstaðnum koma úr privatum vinnulívi. Tað bendir á, at okkum vantar íbirtarar og framleiðarar, ið kunnu fáa hjólini at mala betri.

    Mín sannføring er, at trivnaður og vinnulív ganga hond í hond, og høvuðsstaðurin kann neyvan í longdini liva við, at framleiðsluvinnurnar hvørva.

    Eitt nýtt býráð eigur at standa sum ein maður aftan fyri eina stevnu, sum ítøkiliga, skjótt og greitt fer undir tey neyðugu stigini, ið skula meðvirka til at menna hitt skapandi vinnulívið í Tórshavnar kommunu.

    Tað er ein týðandi fortreyt fyri framtíðini her.

    Jógvan Arge, valevni fyri Tjóðveldi Lista E

    www.jogvanarge.com


    < Vígdis Johannesen stillar eisini upp | Skatturin í Havn lækkar 1 prosent >

    BØKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    lektire lektira jastuci madraci cvijece horoscope umrli vicevi sanovnik horoskop knjige ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verða vanliga svaraðir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síðuna til tína byrjunarsíðu!
  • Bílegg bøkur
  • replicas relojes aaa Goedkope Replica Horloges

    Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR