FORSĶŠAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓŠIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Bżrįšiš (1163)
  • Bųkur (34)
  • Fólkatingiš (24)
  • Greinir (10)
  • Ķtróttur (89)
  • Lųgtingiš (234)
  • Rųšur (46)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Višmerkingar (15)
  • Ymist (145)


  • KUNNING
  • Um sķšuna
  • Ęvisųga
  • Bókaśtgįvur
  • Sjónvarpslżsing
  • Samrųšur
  • Vallżsing 2001
  • Bżrįšsvališ 2000
  • Eitt 100 įra strķš

  • FLEIRI GREINIR
  • Meiriluti fyri sjįlvstųšu og sjįlvberandi bśskapi
  • ŚTVARPIŠ 60 ĮR
  • Flaggiš einsamalt ger jś onki
  • Lķtiš mansligt lokabragd
  • Ein er tķšin at dansa
  • Sterkan lista E ķ Tórshavnar bżrįš
  • Hon teknar ręšumyndir ķ skślamįlum
  • Stżringina aftur į beint


  • 01.09.2012 | Evni: Ymist
    Omma fyllir 90


    Hósdagin 30. august fyllir omma okkara, Petra Arge, 90 įr. Vit eru so sera takksom fyri at hava įtt hana so leingi. Hśsini hjį ommu og abba į Tinghśsvegnum hava veriš mišdepilin ķ familjuni alt okkara lķv. Har hava vit gingiš inn at fįa frikadellur, drekkamunnar og smįkųkur ķ tśsundatali. Har hildu vit ųll jól saman, tį vit vóru yngri. Og har angaši av rųstum kjųti um alla lonina, tį brśdleypsdagur var.

    Gerandisdagar sat omma og bant ella seymaši, um hon ikki var śti og hjįlpti bispi viš umsitingini. Var abbi ikki ķ śtvarpinum, sat hann viš sķtt stóra skrivaraborš og rokašist viš nęstu bókina. Ikki var altķš lętt hjį ommu at hava alt ruddiligt, tį kort yvir Atlantshaviš, passarar og frįsagnir um sųkt skip lógu frammi hvųrt um annaš. Onkuntķš flutti hon okkurt. Tį var abbi heilt ųrkymlašur og leitaši leingi.

    Kona og mašur hava manga togan sķnįmillum. Tį abbi skuldi klęnka, var omma stjóri. Kururin var strangur, og putursukur var bannaš. Men onkuntķš snżtti hann. Hon hevši giviš honum eina tunna ostaflķs upp į fullkornsbreyš viš ongum smųri. Hann lyfti ostaflķsina omanav og smurdi putursukur innundir. “Ikki siga taš fyri ommu,” segši hann viš einum skįlkasmķli. Nei, taš tordu vit ikki, tķ so fekk hann skeld.

    Treytaleysur stušul
    Omma var abba góš, og omma hevur veriš okkum góš. Hon hevur ongantķš sett nakran eftir. Altķš hevur hon minst til ųll, um so talan var um bųrn, ommubųrn ella langommubųrn. Snśši taš seg um at fįa fųroysk klęšir upp į okkum, syrgdi hon fyri tķ. Į jólum og allar fųšingardagar er hon trśfųst. Ųll fįa sķtt, og hon keypir ella ger gįvur alt įriš, so alt ikki kemur upp ķ rųkur ķ desember. Skil er ķ.

    Flųvin av umsorganini hjį ommu hevur veriš ómetaligur. Ommudųturnar vildi hon fegin lęra at binda, tķ hetta var viršismikiš handverk, helt hon. Teppir, turriklęšir og sanniliga eisini litrķkar toybóltar gjųrdi hon okkum, og takksom tóku vit ķmóti. Varš onkur av hennara umrųddur ķ fjųlmišlunum, klipti hon greinirnar śr blųšunum og goymdi tęr. Hesi eru mķni, man hon vęl nųgd hava hugsaš.

    Hevur onkur av hennara havt mótgongd, var stušulin altķš treytaleysur. Stórt sum smįtt hevur fingiš boš um ikki at missa mótiš. At hava įtt tķlķkan stušul og tķlķka fyrimynd hevur veriš ómissandi fongur fyri okkum ųll. Omma er snųgt sagt ein kempa. Ein klettur, sum vit altķš hava kunnaš hildiš um, og sum leišbeindi okkum, tį okkum tųrvaši rįš. Hon baš okkum fara undir śtbśgving og helt avgjųrt, at vit skuldu giftast okkara makum. Ja, ja, svarašu vit.

    Heimbygd hennara, Syšrugųta, hevur fylt nógv hjį okkum. Tey elstu ommubųrnini minnast vęl langommu ķ Syšrugųtu, Suffķu, sum vit ofta vitjašu. Eisini hon var blķš og gįvumild. Tį langomma doyši ķ 1979, yvirtók omma hśsini ķ Syšrugųtu, og vit hildu fram at feršast hagar. Spennandi var at spęla į sandinum og har um leišir. Ferširnar ķ Gųtu vķškašu okkara sjónarring. Havnin var okkum kęr, men Syšrugųta var ųšrvķsi.

    Fjųlbroyttar dygdir
    Omma hevur nógvar eginleikar, sum eru merkiliga andsagnarfullir. Hon er hjartalig, men ikki ųgiliga sentimental. Hon ber viš sęr viršismikil grundviršir śr eini ašrari tķš, men er altķš viš upp į nótarnar. Tį hon fer śt at ganga, er hon altķš vęl klųdd og tignarlig. “Petra, tś sęrt śt sum ein drotning,” segši ein framligur prestur eina ferš viš hana. “Statt ikki og tvętla,” svaraši hon mestsum smęšin.

    Omma er jaršbundin, men samstundis ein veršinskona. Hon hevur feršast nógv, m.a. viš kvinnuforkemparum heilt yviri ķ Kina. Góši hugurin hjį henni og abba at feršast kom eisini okkum til góšar į yngri įrum. Tvęr feršir fóru vit til Hetlands viš Norrönu at halda rundar fųšingardagar. Ikki vóru ferširnar kešiligar. Śtferšir, skellilįtur og minigolf hvųrt um annaš. Taš var samvera, tį hon er best.

    Nś veršur omma so 90, hendan kęrleiksfulla og realistiska konan, sum vit altķš hava havt hjį okkum. Um sjónin bilar, og hoyrnin ikki er tann sama, er vitiš framvegis bjart, og frįsagnarglešin er stór. Tosar hon ikki um 30’ini, eru 50’ini kanska į skrįnni, men alt taš smįa og stóra ķ dag veršur eisini endavent. Tingvarpiš veršur gjųlla eftirhugt og višmerkt. Henni dįmar best tey, sum vilja framį.

    Omma, vit kundu skrivaš eina heila bók um teg, men į degnum vilja vit heišra teg viš hesum fįu oršum. Takk fyri tķn kęrleika og tķna umsorgan. Nś hendan dagin, tį tey lokkašu teg at eta mat śr Burger King, helt onkur, at markiš fyri tķnum frķsinni mundi vera nįtt. Nei, tś stašfesti bara, at Burger King var fķnasta slag, og har ętlaši tś tęr aftur. Soleišis er omma. Forvitin sum fįur eftir ųllum tķ nżggja.

    Hjartaliga til lukku viš 90 įra degnum og takk fyri alt, tś hevur giviš okkum!

    Ommubųrnini

    < Petra Arge fyllir 90 įr | Landiš spęlir hasard viš kommununum >

    BŲKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    Her ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verša vanliga svarašir innan 24 tķmar. Spurningar og svar sķggjast her.

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa sķšuna til tķna byrjunarsķšu!
  • Bķlegg bųkur


  • Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR