FORSÍĐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓĐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráđiđ (1161)
  • Břkur (30)
  • Fólkatingiđ (24)
  • Greinir (10)
  • Ítróttur (88)
  • Lřgtingiđ (234)
  • Rřđur (43)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viđmerkingar (15)
  • Ymist (144)


  • KUNNING
  • Um síđuna
  • Ćvisřga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrřđur
  • Vallýsing 2001
  • Býráđsvaliđ 2000
  • Eitt 100 ára stríđ

  • FLEIRI GREINIR
  • Tey flokkast um okkara valskrá
  • Fólkiđ fyrst og fremst
  • Nýggj bók frá Jógvan Arge
  • Vandi fyri óviđkomandi atlitum
  • Musikkskúlin á vegamóti
  • Tann křvisligi kloakkroykurin
  • Fólkiđ fyrst og fremst
  • Ongi serlig átřk á eldrařkinum


  • 26.08.2012 | Evni: Ítróttur
    Víkingur sigrađi


    Í mest undirhaldandi steypafinaluni í nógv ár gjřrdist Víkingur at enda steypavinnari í brotssparkskapping, har leikararnir at enda ikki vildu skjóta fyri síni felřg.

    Dysturin endađi 3-3, har EB/Streymur allatíđina var á odda, men har Víkingur kom upp á javnt hvřrja ferđ.

    EB/Streymur koyrdi upp á sín serkenda máta, har teir eru nógv effektivari enn onnur liđ í Fřroyum og skulu hava nógv fćrri mřguleikar til hvřrt mál enn onnur liđ.

    Víkingur hevđi til tíđir greiđa yvirvág í spćlinum, men í fyrra hálvleiki hřvdu teir stórar trupulleikar viđ at skapa nóg stórar mřguleikar.Í brotsspakskappingini endađi tađ viđ 4-4 javnleiki eftir tey fyrstu 5 skotini.

    Eftir tađ sást langan veg, at leikararnir á báđum liđum bóru seg undan at taka, og tađ setti venjararnar í eina trupla střđu, nú eingin vildi taka ábyrgd. Bárđur Hansen, EB/Streymur, bleiv valdur, og hann brendi.

    Síđani lá alt á málmanninum Rene Tórgarđ. Men hann tók tađ mest sum eitt málspark og skeyt langt víđ síđuna av málinum. Erling Jacobsen, Víkingur, skorađi og so skuldi ein EB/Streyms leikari skjóta avgerandi sparkiđ.

    Allir bóru seg undan, og serliga Arnbjřrn Hansen vísti greitt, at hann vildi ikki taka. Men tađ bleiv Arnbjřrn, sum tungur gekk fram móti plettinum. Tađ luktađi langan veg, at hann ikki fór at fáa mál, og so var eisini. Geza Turi bjargađi og bleiv stóra hetjan hjá Víkingum.

    Ein sera undirhaldandi dystur, har tađ ikki var óuppiboriđ, at Víkingur at enda vann. Í teimum 120 minuttunum vóru tađ teir, sum lřgdu meira fyri í álopspartinum og sendu fleiri leikarar í álop.

    Versjón: Jákup Ósá, Norđlýsiđ
    Mynd: Álvur Haraldsen, Sosialurin


    < Sólin skein í steypafinalunum | Tjóđpallin á Skálatrřđ >

    BŘKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    Her ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verđa vanliga svarađir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast her.

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síđuna til tína byrjunarsíđu!
  • Bílegg břkur


  • Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR