FORSÍĐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓĐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráđiđ (1161)
  • Břkur (30)
  • Fólkatingiđ (24)
  • Greinir (10)
  • Ítróttur (88)
  • Lřgtingiđ (234)
  • Rřđur (43)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viđmerkingar (15)
  • Ymist (144)


  • KUNNING
  • Um síđuna
  • Ćvisřga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrřđur
  • Vallýsing 2001
  • Býráđsvaliđ 2000
  • Eitt 100 ára stríđ

  • FLEIRI GREINIR
  • Tey flokkast um okkara valskrá
  • Fólkiđ fyrst og fremst
  • Nýggj bók frá Jógvan Arge
  • Vandi fyri óviđkomandi atlitum
  • Musikkskúlin á vegamóti
  • Tann křvisligi kloakkroykurin
  • Fólkiđ fyrst og fremst
  • Ongi serlig átřk á eldrařkinum


  • 22.08.2012 | Evni: Ítróttur
    Besta pylsa í býnum


    Eftir at ferđalagiđ var lent á flogvřllinum í Reykjavík viđ Airbus-flogfarinum hjá Atlantsflogi, fór ferđalagiđ viđ bussi inn í býin, og blivu řll sett av nćrhendis nýggja mentunarhúsiđ, Hörpu. Vit, sum vóru so heppin at vera í fylgi viđ Jógvani Arge, fingu beinanvegin kósina setta yvir ímóti Tryggvagřtu, har ein heilt serligur pylsuvognur stendur.

    Sjálvur gekk Jógvan á odda yvir til Bćjarins Beztu Pylsur og helt fram at diskinum, har hann bílegđi eina pylsu viđ řllum – eins og hann nú hevur gjřrt tađ í júst 50 ár. Tann, sum hevur skrivađ hesar reglur, helt eitt sindur av hátíđardámi vera yvir lřtuni og bílegđi sćr eisini eina pylsu, so tađ bleiv til eitt sindur av jubileumspylsuáti framman fyri eyđkenda reyđa pylsuvognin.

    – Hetta viđ hesi pylsuni stavar frá túrinum, vit gjřrdu viđ dreingjaliđnum hjá HB í Íslandi í 1962. Her hevur altíđ veriđ hesin pylsuvognurin, sum eitur Bćjarins Beztu Pylsur, og hetta var eitt av okkara fřstu tilhaldsstřđum, tá vit vóru henda túrin í Íslandi, greiđir Jógvan frá.

    – Eitt annađ stađ var Hressingarskálinn, har vit fingu kaffi og pannukřkur, og so var tađ hesin pylsuvognurin niđri viđ keiina, iđ var eitt stađ, har sum řll ung – og kanska eldri viđ – komu og keyptu sćr pylsur. Hetta viđ at keypa eina pylsu her, hevur so veriđ ein siđvenja hjá mćr síđani 1962, og hvřrja ferđ, eg eri í Reykjavík, skal eg framviđ hjá Bćjarins Beztu Pylsur at fáa hesa pylsuna.

    Ikki tal á dystunum
    Tađ vóru ikki bara dreingirnir hjá HB, sum vóru í Íslandi hesa ferđina í 1962, tí eisini landsliđiđ var har yviri og skuldi spćla fyrsta dystin ímóti íslendingum í Íslandi. So nú Jógvan aftur var í Reykjavík mikudagin, var tađ eisini í so máta ein rundur dagur, tí júst 50 ár eru liđin, síđani fyrsti landsdysturin millum grannatjóđirnar báđar á Laugardalsvřllinum varđ spćldur.

    – Landsliđiđ fekk ein avsmurning upp á 10-0, men tađ hjálpti upp á tađ, at dreingjaliđiđ hjá okkum hevđi góđ úrslit, so vit komu vćlnřgdir heimaftur, eftir at hava veriđ runt um í Íslandi í tríggjar vikur, sigur kendasti útvarpsmađur okkara.

    Dysturin mikukvřldiđ, sum íslendingar vunnu 2-0, var nummar 24 í rřđini, og Jógvan hevur veriđ mangar ferđir í Íslandi í fótbóltsřrindum. Tó hevur hann ikki upp á standandi fót tal á, hvussu nógvar av landsdystunum millum Fřroyar og Ísland, hann hevur sćđ, men veit, at teir eru nógvir.

    – Men eg veit ikki, hvussu nógvar dystir, eg havi sćđ, men teir munnu hava veriđ nakađ nógvir, sjálvt um onkrir duttu burturímillum í 80-unum, tá Magni fór avstađ í stađin. Men eg sá annars eisini tann fyrsta millum Fřroyar og Ísland yvirhřvur, sum var í Gundadali í 1959. Tá vunnu íslendingar 5-2, men vit hildu tá, at vit klárađu okkum bara heilt vćl, greiđir Jógvan frá.

    – Eg var so fyrstu ferđ sum 20 ára gamal og varpađi landsdyst út í Íslandi í 1967, tá eg enntá kom at sita til borđs saman viđ útvarpsstjóranum og tónleikastjóranum í íslendska útvarpinum, iđ bóru meg á lógvum. Eisini eri eg komin at kenna eina rúgvu av teknikkarum og řđrum góđum fólki, og altíđ tóku teir okkum fřroyingar fram um ađrar, tá kapping var um at sleppa fram at teknikkinum.

    ---

    Grein, sum Hilmar Jan Hansen hevur skrivađ í Vikublađnum í viku 34/2012.

    < Skattur og skuld í Havn | Lítil vřkstur og lítil nýtsla >

    BŘKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    Her ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verđa vanliga svarađir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast her.

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síđuna til tína byrjunarsíđu!
  • Bílegg břkur


  • Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR