FORSÍĐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓĐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráđiđ (1163)
  • Břkur (35)
  • Fólkatingiđ (24)
  • Greinir (10)
  • Ítróttur (89)
  • Lřgtingiđ (234)
  • Rřđur (46)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viđmerkingar (15)
  • Ymist (145)


  • KUNNING
  • Um síđuna
  • Ćvisřga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrřđur
  • Vallýsing 2001
  • Býráđsvaliđ 2000
  • Eitt 100 ára stríđ

  • FLEIRI GREINIR
  • Jógvan Arge 70 ár
  • Meiriluti fyri sjálvstřđu og sjálvberandi búskapi
  • ÚTVARPIĐ 60 ÁR
  • Flaggiđ einsamalt ger jú onki
  • Lítiđ mansligt lokabragd
  • Ein er tíđin at dansa
  • Sterkan lista E í Tórshavnar býráđ
  • Hon teknar rćđumyndir í skúlamálum


  • 20.08.2012 | Evni: Býráđiđ
    Skattur og skuld í Havn
    Jógvan Arge, býráđslimur í Havn fyri Tjóđveldi, skrivar:

    Tórshavnar kommuna hevur ein góđan búskap. Inntřkurnar eru javnar, og tađ hevur viđ áhaldandi stillingum av rakstrinum hepnast at halda útreiđslurnar niđri.

    Skattainntřkan hjá Tórshavnar kommunu liggur um 650 mió kr um áriđ. Beinleiđis rakstrarútreiđslurnar eru oman fyri 500 mió kr. Tađ, sum harímillum er, er třkt til neyđugar ílřgur.

    Nú var tađ soleiđis, at Tórshavnar kommuna, sum tá hevđi eina árliga fíggjarćtlan upp á 200 mió kr, skyldađi heilar 800 mió kr, tá veitslan í áttiárunum var av. Nítiárini vórđu brúkt til at gjalda hesa skuldina niđur, og hesi árini vóru tí fáar ílřgur gjřrdar í menning. Síđani aldarskiftiđ eru gjřrdar nógvar alneyđugar ílřgur.

    Tađ byrjađi viđ dagstovnunum og řđrum fyrst í řldini, og hildiđ er fram viđ skúlum, ítróttarhúsum og vřllum eins og ymsum infrastrukturi á landi og móti sjónum. Hetta hevur břtt almikiđ um tey tilbođ, sum Tórshavnar kommuna kann geva borgarunum, hevur řkt munandi um trivnađin í kommununi og sjálvsagt eisini kostađ nakađ.

    Men fíggjarstřđan hjá kommununi er góđ, hóast vit hava tikiđ eitt sindur av láni til tess at fáa gjřrt nakrar av teimum neyđugu ílřgum, sum vórđu lopnar um í nítiárunum, tá tann stóra skuldin varđ gnagađ avaftur.

    Tilsamans hevur kommunan lán upp á 150 mió krónur. Hetta er munandi minni, enn vit kunna skylda.

    Kommunulógin sigur, at ein kommuna kann hava eina netto skuld, sum er ájavnt viđ eina álíkning. Tađ er í okkara fřri 650 mió kr. Sambćrt einum yvirliti frá Fíggjarmálaráđnum yvir kommunalu roknskapirnar fyri 2011 hevđi Tórshavnar kommuna eina nettoáogn upp á 65 mió kr viđ árslok 2011.

    So Tórshavnar kommuna er í roynd í veru ein av teimum kommunum, sum upp á seg skyldar minst - og vit gjalda lánini niđur á hvřrjum ári sambćrt lánitreytunum.

    Skatturin upp og niđur

    Skatturin er eitt evni í dagsins orđaskifti. Samgongan millum Tjóđveldi og Javnađarflokkin, sum viđ hepnari hond hevur stýrt kommununi síđani 1. januar 2005, hevur mett tađ neyđugt at hćkka skattin tvćr ferđir.

    Í 2005 varđ hann hćkkađur 1 prosent til tess at kunna rinda fyri árligu meirútreiđslurnar av barnaverndarřkinum, sum kommunurnar yvirtóku frá landinum. Vit hildu tađ vera rímiligt, at skuldu vit átaka okkum umsiting og fleiri útreiđslur frá landinum, so máttu vit hava inntřkur til tess, tí landiđ kom ikki viđ pengum.

    Í Tinganesi var mikil goragangur um okkara stig, tí tađ varđ hildiđ at taka róman av einum skattalćtta, sum tey royndu at fyrigykla fólki tá.

    Í hesum valskeiđnum hava vit eisini hćkkađ kommunuskattin 1 prosent. Tćr milliónirnar, sum árliga eru komnar inn av hesi hćkking, vórđu allar markađar til tađ alneyđuga Bođanesheimiđ, sum er um at vera liđugt.

    Heimiđ verđur vćntandi klárt at fara inn í til heystar. Tá hava skattaborgararnir í Tórshavnar kommunu břtt almikiđ um střđuna hjá sínum gomlu, iđ hava stađiđ á longum bíđilistum eftir neyđugum rřktarheimsplássum í áravís.

    Okkara partur av Bođanesheiminum er fult goldin viđ eyka skattaprosentinum.

    Vit nevndu, tá vit hćkkađu seinast, at skatturin fór at vera settur niđuraftur. Tí fer ein lćkking ćtlandi at liggja í fíggjarćtlanini, sum Tórshavnar kommuna fer at gera í heyst.

    Hvussu lćkkingin verđur býtt, er ein annar spurningur. Okkum í Tjóđveldi hóvar best, at tey viđ teimum lćgru inntřkunum fáa mesta fyrimunin.

    ---


    < Neyđugt viđ skapandi vinnulívi | Besta pylsa í býnum >

    BŘKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    Her ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verđa vanliga svarađir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast her.

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síđuna til tína byrjunarsíđu!
  • Bílegg břkur


  • Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR