FORSĶŠAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓŠIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Bżrįšiš (1163)
  • Bųkur (36)
  • Fólkatingiš (24)
  • Greinir (10)
  • Ķtróttur (89)
  • Lųgtingiš (234)
  • Rųšur (46)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Višmerkingar (15)
  • Ymist (145)


  • KUNNING
  • Um sķšuna
  • Ęvisųga
  • Bókaśtgįvur
  • Sjónvarpslżsing
  • Samrųšur
  • Vallżsing 2001
  • Bżrįšsvališ 2000
  • Eitt 100 įra strķš

  • FLEIRI GREINIR
  • Vit eiga bęši frįsųgufólk og originalar
  • Jógvan Arge 70 įr
  • Meiriluti fyri sjįlvstųšu og sjįlvberandi bśskapi
  • ŚTVARPIŠ 60 ĮR
  • Flaggiš einsamalt ger jś onki
  • Lķtiš mansligt lokabragd
  • Ein er tķšin at dansa
  • Sterkan lista E ķ Tórshavnar bżrįš


  • 02.08.2012 | Evni: Ymist
    Flemmingi Samuelsen til minnis
    Herfyri andašist entertainarin Flemming Samuelsen ķ Havn 81 įra gamal. Hann var ein av teimum leyst knżttu medarbeišarunum hjį śtvarpinum, sum eg havi arbeitt einamest saman viš.

    Flemming var uppi ķ nęstan ųllum. Var taš ikki upplestur ella śtvarpsleikur, so var taš sangur og tónleikur. Og taš var bęši į tann seriųsa bógvin og tann undirhaldandi bógvin.

    Frį fyrstu įrum śtvarpsins hómi eg eina sendirųš, sum kallašist ”Flemming Samuelsen og plįtuspęlarin”. Sum eg minnist taš, var taš ein sending nakaš seint leygarkvųld, har Flemming valdi tónleik av serligum slag, sum hóvaši fólki.

    Minnist hann sum afturvendandi leikara ķ stórum sum smįum śtvarpsleikum. Kanska minnast vit hann einabest frį ”Jųršini runt ķ 80 dagar” hjį Jules Verne, har Flemming var var uppdagarin Fix, sum elti hųvušspersónin Phileas Fogg, iš var bróšurin Benny Samuelsen, um allan knųttin.

    Hann hevši tann tżšandi leiklutin sum Antonius ķ leikinum um Julius Cęsar, og var eisini viš ķ stórum framhaldsleikum sum ”Okkara mašur ķ Havanna” og ”Gregory-gįtuni”.

    Flemming var nógv at hoyra ķ barnaśtvarpinum og kvųšuljómunum. Barnasangirnir, sum hann sang eftir Hans Andrias Djurhuus, rungašu įr eftir įr, ikki minst Kongarķkiš ķ Bįbylon, og hoyrast meir enn so enn.

    Nżggjįrini ķ sekstiįrunum sat Benny viš flygilin į Bryggjubakka, og Flemming sang tęttir eftir Óla Onghamar til nżggjįrssendingarnar.

    Men hetta var bara hobby hjį tķ gįvurķka fuglfiršinginum Flemmingi, sum eisini brśkti sķna frķtķš til stórar leiklutir į pallinum ķ Sjónleikarhśsinum.

    Sivila starviš var sum prentari og seinni prentsmišjuleišari į Dimmalętting. Har var hann eisini hollur. Legši okkum eitt nś lag į, tį vit gjųrdu blašiš ALT um ķtrótt mišskeišis ķ sekstiįrunum og prentašu į Dimmalętting.

    Onkra bók framleiddu vit saman. Eg skuldi sjįlvandi taka męr av ręttlestrinum, men hann mundi vita, sum var, at ręttlesarar kundu vera svikaligir, so av sķnum eintingum gjųgnumgekk hann tekstin, įšrenn hann fór til prentingar – og fann graverandi mistųk. Onki skeld, men spakuliga gjųrdi hann meg varugan viš veruleikan, so eg skuldi minnast taš til eina ašra ferš.

    Flemming hevši góšan humoristiskan sans. Tķ var hann upplagdur til skemtileikir og vķsusang. Ķ mong įr samstarvašu vit ķ V4 og ųšrum undirhaldssendingum. Flemming var fyrst og fremst tann tryggi og fasti sangarin. Simme var tann tryggi og fasti musikarin, og teir bįšir litu fult og heilt į hvųr annan.

    Taš er ikki at siga, at har kom nógv gott burturśr. Góšur sangur og góšur tónleikur til vęl yrktar tęttir frį legendum sum Axeli Tórgarš, Suna F. Jacobsen, Finnboga Ķsaksoni, Óla Onghamar og fleiri. Onkrar av hesum framfųrslum komu śt į plįtuni Samgongan, og taš er framvegis ein fragd at hoyra tęr, sjįlvt um tęr eru farnar at toga ķ 40 įr.

    Taš nógva av virkseminum viš V4-sendingum, Ruskredaksjónum, Kvųldsetum og Gallakvųldum fór fram leygardag: Flemming var altķš tųkur frį morgninum av, so sangurin kundi venjast saman viš Simma, Kollbeini og Ólavi.

    Hann segši ikki altķš so nógv. Tķ kundi tś onkuntķš ivast ķ, hvar tś hevši hann. Eg var stundum bangin fyri, at eina ferš fóru hann og Simme at siga nei til hesar afturvendandi uppgįvurnar, sum teir vóru riknir til leygardag fyrrapart og aftur sama kvųld.

    Men taš gekk hvųrja ferš, til eina ferš, nś haldi eg, at Flemming hevši sagt viš Simma. ”Tś, hevur hann ongan annan sangara, sum hann kann bišja?” Eg baš Simma svara honum, sum var, at eg visti ongan so góšan, sum hann.

    Soleišis gingu nógv įr ķ besta lagi. Flemming Samuelsen var ikki bert eitt įlit ķ V4- og undirhaldssendingum hjį śtvarpinum, Hann var įlit ķ ųllum teimum sendingum, sum hann var viš ķ. Altķš ķ góšum lag og viš tķ góša oršinum.

    Hann var eisini dyggur at samstarva viš į sķnum professionella ųki. Eitt var umbróting og prent, annaš var myndatųka. Hann var jś undangongumašur sum pressufotografur ķ Fųroyum, og minnist meg rętt, var hann essinum millum Alan Moe og ašrar danskar myndaśrmęlingar, tį teir vitjašu ķ Fųroyum viš kongi og fylgi.

    Viš hesum fįu oršum loyvi eg męr at minnast prentaran og entertainaran Flemming Samuelsen.

    Jógvan Arge, śtvarpsmašur.


    < Ólavsųkan er fųroyska vųrumerkiš | Jógvan Arge setir Ovastevnuna >

    BŲKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    Her ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verša vanliga svarašir innan 24 tķmar. Spurningar og svar sķggjast her.

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa sķšuna til tķna byrjunarsķšu!
  • Bķlegg bųkur


  • Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR